fríggjadagur 23. mars 2012síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. mars 2012 · Nr. 36
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Fríggjadagin fer føroyska mans
landsliðið í borðtennis til Dortmund
í Týsklandi, har tað í døgunum 25.
mars til 1. apríl skal luttaka í HM
fyri lið. Teir tríggir, sum manna før
oyska landsliðið, eru Fróði Fríðason
Jensen, Pætur Albinus og Hallur
Thorsteinsson. Teir spæla allir við
borðtennisfelagnum Tór í Havn.
Venjarin vil vinna
Hetta er fyrsta ferðin í næstan 30
ár, at føroyska landsliðið luttekur
í HM fyri lið. Teir spæla tískil í
aftasta bólkinum, sum er hin fimti.
Landsliðsvenjarin
hjá
føroyska
landsliðnum, svenski Jan Berner,
hevur góðar vónir um at fáa eitt gott
úrslit við sær heim úr Týsklandi.
– HM fyri lið er tann størsta og
besta kappingin, vit kunnu luttaka
í. Vit fáa nógvar liðdystir ímóti
liðum á sama støði sum vit, so hetta
er ein umráðandi kapping fyri okk
um. Eitt gott mál er at vinna hesa
fimtbestu deildina. Um ikki í ár, so
næstuferð, sigur hann.
Fyrireikingin í lagi
Teir tríggir føroysku landsliðsleik
ararnir hava fyrireikað seg til hesa
kappingina við at hava luttikið í
næstbestu deildini í Noregi. Har er
sama skipanin sum í HM og hava
teir tískil fyrireikað seg væl sum
eitt lið.
– Støðið á teimum aftastu lið
unum verður betri og betri og
øll liðini kunnu spæla væl. Stóri
munurin er í servu- og móttøku
spælinum, og fyri at hesin parturin
av spælinum skal vera í lagi, er tað
umráðandi at spæla nógv uttan
lands ímóti øðrum leikarum, sigur
føroyski landsliðsvenjarin um fyri
reikingarnar, liðið hevur havt.
Pætur Albinus
Tað var H71, sum frá dystar
byrjan var best og við kvikum
álopsspæli flutti tungu verjuna
hjá Neistanum runt. Teir løgdu
seg á odda 3-0 áðrenn Neistin á
fyrsta sinni eftir seks minutt
um kom á máltalvuna. H71
hevur fleiri leikarar, ið eru
lættir á fótum, og hesum høvdu
teir úr Neistanum trupulleikar
við. Tað høvdu teir eisini av
Bogdan Flrorea, sum eins og
vanligt er langaði fleiri lang
skot í netið.
Tað var ikki fyrr enn Neistin
valdi at mansverja Bogdan, at
teir gjørdu seg inn á flogið hjá
H71, komu inn aftur í dystin og
javnaðu til 6-6. H71 skuldi tó
bara brúka eina løtu at finna
seg sjálvar aftur og komu teir
skjótt á odda 10-7.
Neistin hevði stórar trupul
leikar við at fáa álopsspælið á
glið. Stuðulsleikararnir tóku
ikki ábyrgd og verjan hjá hoy
víkingum stóð stinn.
Løtuna til hálvleiks dovnaði
H71 nakað, samstundis sum
Neistin fekk álopsspælið at
koyra og javnaðu teir til 12-12,
áðrenn H71 aftur fekk seinasta
orðið í fyrra hálvleiki og slapp
til hálvleiks við 13-12-leiðslu.
Neistin vendi
Í seinna hálvleiki fekk Neistin
fyrsta málið og fylgdust liðini
til 17-17, tá ið Bartal T. Kamban
í málinum hjá Neistanum tók
alt og loyvdi liðfeløgum sínum
á odda heili 22-17. H71-venjarin
var illa nøgdur og tók eitt time-
out, sum munaði væl. Løtu
seinni høvdu teir nevniliga
minkað niður í 22-23 og vunnu
teir enntá tveir munittir í
undirtali við 2-0.
H71 helt seg allatíð eitt mál
aftanfyri Neistan, men at enda
helt ikki longur og Neistin
vann dystin 31-28.
Við sigrinum verður H71
verandi tvey stig aftanfyri VÍF,
men hevur sunnudagin møgu
leikan at leggja seg ájavnt við
tær, tá ið teir skulu á vitjan hjá
Kyndli. Neistin er nú bara tvey
stig aftanfyri H71 og kann –
somuleiðis sum teir sjálvir
vinna – dúva upp á at H71 og
VÍF snáva.
albinus@sosialurin.fo
H71 - Neistin 28-31 (13-12)
H71: Bogdan Florea (9) Dánjal
Tórgarð (5) Poul Kjartan Dam
(3) Rógvi Sørensen (2) Esbern
Patursson (2) Bogi G. Davidsen
(2) Sigmundur Nolsø (2) Rúni
Højgaard (2)
Útvísingar: 3x2min.
Neistin: Josef Abrahamsen (8)
Heini Hanusarson (6) Jugoslav
Djumic (6) Finnur Hansson (3)
Teitur Magnusson (3) Jákup
Apol (2) Andras Joensen (2)
Sjúrður Thomassen (1)
Útvísingar: 3x2min.
Pætur Albinus
Tað stendur nógv upp á spæl, nú Pál
Joensen hósdagin saman við restini
av donsku OL-kandidatunum skal
svimja Danish Open í Bellahøj
Svømmestadion. Pál skal eitt nú
royna at tryggja Danmark eitt lið í
4x200 frí við OL í summar.
– Tað krevur eina rúgvu. Ikki bara
av Páli, so tað verður spennandi at
síggja, um tað gongur, sigur venjari
hansara, Jón Bjarnason.
OL-atgongumerkið
Tað er somuleiðis í hesari kapp
ingini, at Pál Joensen endaliga skal
tryggja sær atgongumerkið til OL í
London í summar.
– Annars skal hann testa dystar
formin. Hann er ikki heilt hvíldur,
men rímiliga nógv, so hann eigur at
kunna svimja nokk so skjótt. Per
sónliga eri eg mest spentur upp
á um hann svimur undir 15min. í
1500m sunnudagin. Annars skal
hann »bara« svimja undir 15:25 fyri
at endaliga tryggja sær sítt OL-
pláss, vísir Jón Bjarnason á.
Danish Open er viðurkend sum
kvalifikatiónskapping til OL av
altjóða svimisambandinum, FINA,
og er tað tískil ein sera týdningar
mikil kapping fyri allar svimjarar, ið
skulu svimja seg til tær stóru kapp
ingarnar uttanlands – harav eisini
OL. Ikki færr enn 330 svimjarar úr
10 londum eru tilmeldaðir til kapp
ingina.
Magnus eisini við
Við í kappingini er eisini 17 ára
gamli havnardrongurin, Magnus
Jákupsson. Hann er fyrst og fremst
við fyri at svimja góðar tíðir undan
EM fyri juniorar seinni í ár.
– Alt byrjar við einum dreymi, og
Magnus torir at droyma. Tað næsta
er at ein hevur trúgv upp á egin
evnir, og tað hevur Magnus eisini.
OL hevur ikki fyrstu raðfesting,
og tað er so 100% víst eitt mega
bonus, um hann skuldi svomið so
skjótt, men hetta er fyrst og fremst
fyri at svimja nakrar góðar tíðir og
gera seg kláran til EM fyri juniorar í
summar, sigur Jón Bjarnason.
Tað eru nú liðin fýra ár síðani
Føroyar vann síni fyrstu heiðurs
merki til EM fyri juniorar, tá før
oysku svimjararnir vunnu trý gull.
Magnus kann vera tann, ið lyftir
henda arvin.
– Magnus er óivað besta boðið
upp á ein, ið kann fáa heiðursmerki.
Hann var í hálvfinaluni síðsta ár
sum yngsti junior (ein er junior
í tvey ár). Eg veit, at danir síggja
øgiliga nógv í honum og venjari
hansara, Mick Steen, rósar honum
sera nógv, sigur Jón Bjarnason.
albinus@sosialurin.fo
Neistin
er við aftur
Hondbóltur H71 sá leingi út til at
vinna sær tvey umráðandi stig í harða
FM-stríðnum, men Neistin vendi øllum
og er við 31-28-sigri á hoyvíkingum
nú við at blanda seg upp í aftur
Borðtennislandsliðið til HM fyri lið
Borðtennis Hetta vikuskiftið
og vikuna fram skal føroyska
manslandsliðið í borðtennis luttaka í
HM fyri lið í Dortmund, Týsklandi
Pál skal bjarga
Danmark
Svimjing Um vikuskiftið luttekur Pál Joensen í Danish Open,
har hann eitt nú skal royna at svimja eitt danskt landslið í
4x200m frí til OL. Eisini Magnus Jákupsson er við í kappingini