fríggjadagur 23. mars 2012síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Fríggjadagur 23. mars 2012 · Nr. 36
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
effo-deildin upptakt
Í morgin fara meistararnir í B36
undir setningin at verja FM heitið.
B36 hevur vunnið FM níggju ferðir,
men higartil hevur tað ongantíð
eydnast at endurvinna FM heitið.
Undan fyrsta umfari er tað
greitt, at Ingi Højsted ikki verður
við í morgin, og tað er sannlíkt, at
hann ikki verður við næsta mán
aðin og kanska meiri enn tað. Í stór
steypadystinum síðsta leygardag
var Ingi á vøllinum í eitt stórt
korter, áðrenn hann fór skaddur av
vøllinum.
– Trupulleikin er í vinstra
knæi. Talan er um liðbandsskaða.
Tað verður ikki fyrr enn eftir MR
skanningina, at tað verður greitt,
hvussu meinur skaðin er, sigur Ingi
Højsted.
Tvær ferðir áður hevur Ingi
verið leingi burtur frá orsaka av
knæskaðum. Í báðum førum var
talan um slitið krossband høgru
megin í knænum. Bæði í 2006 og
2007 var neyðugt við skurðviðgerð.
Í fjør spældi Ingi 23 ferðir á besta
B36 liðnum. Orsaka av skaðum
spældi hann ongan dystin á tamb,
men varð innskiftur og útskiftur.
Ingi Højsted var einsamallur og
ikki í nærdysti, tá ið hann leygar
dagin varð skaddur og noyddist av
vøllinum.
Umframt Inga Højsted er Høgni
Eysturoy ikki tøkur. Hann er leik
bannaður, og tað er sannlíkt, at
Bárður Olsen verður vongverji í
høgru hjá heimaliðnum.
Uppflytararnir í FC Suðuroy
rokna sambært venjaranum Poul
F. Joensen við torførari avbjóðing
í Gundadali:
– Vit bjóða okkum fram, og vit
spæla fyri møguleikanum. Í fjør
stríddust vit fyri at flyta upp, og
tað eydnaðist. Nú stríðast vit fyri
at varðveita plássið, og eftir 27
umfør fer tað at vísa seg, hvussu
stór úrtøkuan verður.
Hjá FC Suðuroy eru Eyðstein
í Lágabø og Jón Krosslá Poulsen
orsaka av skaðum ikki førir fyri at
spæla ímorgin.
Ingi aftur skaddur
Fótbóltur Nýggjur knæskaði ber við sær, at miðvallarin
ikki verður tøkur ímóti uppflytarunum i FC Suðuroy og
ivaleyst heldur ikki nógvu tær næstu vikurnar
Klaksvíkingar fáa rættuliga sína
søk fyri. Í trimum teimum fyrstu
umførunum bíða EB/Streymur á
útivølli og so B36 og HB á heima
vølli.
Síðsti KÍ sigurin á útivølli ímóti
EB/Streymi var í síðsta umfari í
2006, tá ið 1-0 sigurin bar við sær,
at EB/Streymur misti FM heitið
á stokkinum. Frá fyrra dystinum
hetta árið á útivølli ímóti EB/
Streymi hevði KÍ eitt stig við sær
til hús eftir úrslitið 1-1. Sunnudagin
verður tað fyri fyrstu ferð við Pálli
Guðlaugsson við róðrið og Andras
Gango í málinum. Spurningurin er,
hvussu sentralu miðvallarplássini
verða mannað. Sannlíkt er, at
Hjalgrím Elttør, Henry Heinesen og
Kristoffus Jakobsen vera í hesum
ódnunum.
– Spælararnir hava rætta hug
burðin, og tað er týdningarmikið,
nú vit fara undir annað árið í bestu
deildini. Tað plagar at vera tor
ført, men vit stúra ikki, sigur Páll
Guðlaugsson.
Í
EB/Streymi
er
Jónhard
Frederiksberg nýggjur vinstri vong
verji.
– Hóast fleiri hava nógvar
royndir, so eru vit svangir, og vit
síggja góðar møguleikar í liðnum,
staðfestir
Heðin
Askham,
ið
staðiliga vil hava sínar at taka allar
uppgávurnar í stórum álvara. Fyri
einari viku síðani eydnaðist tað
at vinna fyrsta steypið í ár, tá ið
stórsteypadysturin ímóti B36 varð
vunnin 2-1.
joannes@sosialurin.fo
KÍ beinavegin í ódnarveður
Fótbóltur Fyrsta av trimum stórum avbjóðingum hjá
Pálli Guðlaugsson verður á útivølli ímóti EB/Streymi
Longu í fyrsta umfari í fjør var
ábending um, at árið fór ikki
at roynast soleiðis hjá HB, sum
tað oftast plagar at gera. Tá
tapti táverandi meistaraliðið 2-1
á útivølli ímóti NSÍ. Ta ferðina
var Pauli Poulsen NSÍ venjari,
og á liðnum vóru Jústinus R.
Hansen, Einar T. Hansen og
Christian Høgni Jacobsen. Í
morgin eru teir allir á B68 lið
num í Gundadali.
– Tað hevur verið góður
hýrur í fyrireikingunum. Vit
fokusera upp á nýggju avbjóð
ingina, og vit halda okkum
vera so mikið væl fyri, at vit
kunnu vera við í kappingini
um fremstu plássini, sigur HB
venjarin Sigfríður Clementsen.
Hjá HB er Kári Nielsen lang
tíðarskaddur
Á Toftum eru teir spentir, og
teir hava einki ímóti, at fyrsta
royndin er í Gundadali ímóti
HB.
Jónleif Højgaard og liðfor
maðurin Jann Ingi Petersen
hava verið plágaðir av vødda
skaðum, og tí er ivasamt, um
teir verða førir fyri at spæla.
joannes@sosialurin.fo
Stórur spenningur
í Gundadali
Fótbóltur HB í nýggjari útgávu er
vertur fyri B68, sum hevur nýggjan
venjara og fleiri nýggjar spælarar
Troyggjurnar eru reyðar og brøk
urnar hvítar sum hjá danska lands
liðnum, og fyrrverandi danski
landsliðsspælarin
Flemming
Christensen hevur ábyrgdina av ÍF
liðnum, sum hevur styrkt seg við
fleiri spælarum, og har tað er kapp
ing um plássini.
Nýggi NSÍ venjarin Kári Reyn
heim hevur í fyrireikingunum lagt
stóran dent á verjupartin.
– Spælararnir hava verið huga
góðir, raskir og opnir, og lagið er
gott. Stór ábyrgd verður løgd á
ungar spælarar, og nú fáa teir seg
royndar, staðfestir Kári Reynheim,
sum úr HB hevur fingið Óla Arge og
Pál Joensen at hjálpa til í Runavík.
– Um vit enda millum fýra tey
fremstu, so verður tað óført, sigur
venjarin, ið hevur fingið mið
vallaran Thomas Asmussen og
framherjan Simon Skibsted við
sær úr Danmark. Clayton Soares
er eisini nýggjur í álopinum. Høgni
Madsen er komin aftur til Fugla
firðar, eftir at hann hevur verið í
KÍ.
joannes@sosialurin.fo
NSÍ stóra avbjóðing í Fuglafirði
Fótbóltur Flemming Christensen og reyða og hvíta ÍF eru stór
avbjóðing hjá NSÍ í nýggjari útgávu og við Kára Reynheim við róðrið
Fyrsta royndin í bestu deildini
á hesum sinni hjá TB verður
á Vágseiði, har Víkingur vitjar
sunnudagin.
Víkingarnir fara suður í
morgin, og venjarin Jógvan
Martin Olsen roknar við tor
førari uppgávu.
– Eg havi sæð teir spæla
tveir
venjingardystir.
Teir
hava fleiri góðar útlendskar
spælarar, og teir eru sera ar
beiðssamir og sýna góðan hug
burð, staðfestir Jógvan Martin
Olsen, sum hevur allar sínar
spælarar tøkar, eisini Hans
Jørgen Djurhuus, sum ikki
hevur vant í vikuni.
TB venjarin Mila Kuljic iðrar
seg sjálvandi um, at teir skulu
spæla fyrsta heimadystin á
Vágseiði.
– Vit hava havt møguleika
at venja í Vági síðani 1. mars,
men tað hevur verið so sum
so, tí veðrið hevur verið so
ólagaligt. Eingin ivi er um, at
Víkingur er favorittur, tí teir
hava allir nógvar royndir í
bestu deildini. Men vit fara at
arbeiða tað, sum vit eru mentir,
sigur Milan Kuljic.
Víkingur og
TB í Vági
Fótbóltur Víkingar rokna við
torførari uppgávu, og TB venjarin
sær gestirnar sum favorittar