fríggjadagur 23. mars 2012síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 36 · 23. mars 2012
6
VIKUSKIFTI
TIPS FRÁ barbaru
barbara@sosialurin.fo
Lat teg forføra
av tí etniska
Make-Up Store
er etniskt
Ein av førandi smyrslhandlunum í
Føroyum, Make-Up Store í Havn,
hevur kunngjørt eina nýggja
várkollektión, har tað etniska
veruliga kemur til sín rætt.
Kollektiónin inniheldur eitt nú ein ljósabláan eyelinara. Ein grønan, ein bláan og ein vínreyðan eygnaskugga. Eina knallreyða varrastift og lipgloss, og eina vínreyða lipgloss.
Setur tú hesar litir saman, so fært tú avgjørt ein etniskan stíl. Grøni eygnaskuggin og vínreyða varrastiftin hóska seg ógvuliga væl til tey vøkru várkvøldini, meðan
reyða lipglossin og blái eyelinari rigga væl til gerandisdagin. Set hesar litir saman sum tær lystir, tí allir hóska seg væl til vársins móta innan smyrsl.
Várið er í hondum, og nú skulu vit hugsa etniskt! Serfrøðingarnir ráða
okkum til at lata okkum forføra av tí etniska stílinum, og alt frá smyrsl
til taskur er gjørt við íblástri úr latínamerikanska lookinum
Blanda allar
hugsandi litir
Tað ber illa til at hugsa um
etniskan stíl uttan nógvar litir.
Og soleiðis er eisini hesaferð.
Tú kanst seta allar hugsandi litir
av smúkkum saman, og soleiðis
skapa eitt etniskt look. Við
stórum armbondum, ógvusligum
hálsprýði, og ovurstórum
oyralokkum kanst tú uppnáa ein
fullkomnan etniskan stíl. Glimmur
í miðbýnum í Havn hevur stórt
úrval av smúkkum, og her kanst
tú bíliga keypa tær smúkkur,
sum hóska til vársins rák.
Stórar taskur
Stórar taskur hava verið á marknaðinum
leingið, men í vár fáa taskurnar størri rúmd.
Stórar, litríkar taskur, við frynsum og nógvum
prentið hóska seg væl til vársins rák.
Prent av alskyns slag
Mest sum allir mótahandlar eru á tremur við
klæðum í sterkum litum, og við nógvum prenti.
Grønt, fersku, gult og blátt dominera, og tú kanst
passandi seta fleiri litir saman í vár. Tummilfingur
reglan er, at tú kanst seta tveir sterkir litir saman
við svørtum, hvítum ella øðrum neutralum litum
Flættur og toppar
Hármótin er eisini merktur av etniska rákinum,
og tí eru flættur og toppar nógv at síggja. Tú
kanst flætta fleiri tilvildarligar flættur, ella
seta hárið upp í ein topp høgt á høvdinum,
og ert tú djørv, so kanst tú eisini nýta
ymiskt prýði til hárið. Eitt nú eru harboylar
við fjaðrum í nógv frammi. Haraftrat ber til
at nýta eitt tunt turriklæði um høvdið, og
soleiðis fáa etniska stílin í hárið eisini.