fríggjadagur 23. mars 2012síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 36 · 23. mars 2012
5
VIKUSKIFTI
mynd: álvur Haraldsen
Marit H. Petersen snýr seg um útreinsan.
Tað merkir eitt nú, at gestirnir ikki fá
mat, sum vit kenna frá hotellum og frí
tíðarstøðum uttanlands.
– Á You and Nature Resort hava
vit tað, sum vit kalla detokserandi
kost. Tað vil siga matur, ið er við til
at reinsa kroppin, og tað er til dømis
rís, grýn, urtir, grønmeti og frukt, sigur
Lis Helgadóttir, sum sjálv livir rættiliga
vegetariskt. Gestirnir kunnu eisini fáa
ayurvediska viðgerð á heilsustaðnum.
– Næstan øll hava tørv á vætu til
kroppin, og tað kann mann fáa við at
fara í oljubað við urtum hálvanannan
tíma hvønn dag, greiðir Lis Helgadóttir
frá. Sum coach og við stóra áhuga fyri
hjartahealing leggur Marit H. Petersen
dent á, at gestirnir eisini kenna seg væl
fyri sálarliga, tá uppihaldið á heilsu
staðnum er liðugt.
– Okkara heilsubygd skal virka
sum eitt pitstop. Gestirnir hava eisini
møguleika at sita og meditera, sam
stundis sum til ber hjá teimum at njóta
vakra útsýnið frá heilsustaðnum, sum
liggur í 700 metrar hædd, sigur Marit
H. Petersen.
Ætla føroyska heilsubygd
Tey, ið halda, at tað er í so langt at fara
til India á heilsufremjandi feriu, hava
kortini møguleika at verða sunn upp á
henda mátan.
– Vit hava ætlanir um at gera eitt
heilsustað í Føroyum, og møguliga
fer tað at vera longu nú í summar í
Mykinesi. Vit hava hús í Mykinesi, sum
kunnu brúkast til endamálið, greið
ir Marit H. Petersen frá. Í roynd og
veru hava Lis Helgadóttir og Marit H.
Petersen leingi havt ætlanir um at gera
eitt heilustað í Føroyum, men onkurs
vegna er tað ikki blivið veruleiki enn.
– Tá vit byrjaðu upp á hesa verkætl
anina við heilsubygdini í India, valdu
vit at bíða við einum tílíkum stað í
Føroyum, men nú ætla vit at royna at
hava eitt heilsustað í Mykinesi einaferð
í summar, sigur Marit H. Petersen.
Lis Helgadóttir (t.v.) og Marit H. Petersen fara við fyrsta føroyska ferðalagnum til heilsubygdina í India í apríl.