Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-23, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mars 2012síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 36 · 23. mars 2012 4 VIKUSKIFTI YOGA Rannvá G. Fossaberg rannva@sosialurin.fo – Hetta er eitt heilsustað fyri fólk, ið søkja frið og ynskja at halda frí á ein øðrvísi hátt enn tað, vit vanliga seta í samband við feriu. Soleiðis lýsa tær báðar kvinnurnar, Lis Helgadóttir og Marit H. Petersen, heilsustaðið í India, sum tær saman hava latið byggjað. Ætlanin er, at føroyingar og onnur skulu koma til heilsustaðið, sum hevur fingið heitið You and Nature Resort, fyri at styrkja seg kropsliga og sálaliga. Keyptu nógva jørð Tað byrjaði alt við, at Lis Helgadóttir og Marit H. Petersen í fjørvár keyptu 6.000 fermetrar av jørð í Kerala landslutinum, sum liggur í útsynningshorninum av India. Saman við einum indiskum samstarvsfelaga hava tær gjørt matar­ stað, yoga platform, svimjihyl og 10 smáttur, sum gestirnir á heilsustað­num búgva í. – Á heilsustaðnum eru eingi óljóð, vøkur náttúra og frísk luft í ovurmáti, sigur Lis Helgadóttir, sum gleðir seg til fyrsta føroyska ferðalagið vitjar heilsu­bygdina um góðar tvær vikur. Á stað­num kunnu gestirnir millum annað meditera, íðka yoga, fáa mýking og eta heilsugóðan mat. Hóast staðið er langt burturi frá Føroyum, so ivast tær ikki í, at eisini føroyingar fara at trívast í heilsu­bygdini. – Alt eru bygt, soleiðis at tað er á ein­um góðum norðurlendskum støði, ja faktisk minnir tað onkursvegna um eina føroyska bygd, sigur Marit H. Petersen og sipar til byggiháttin av smátt­unum. Tær hava eisini hugsað nógv um innrættingina inni í lítlu hús­ unum, har gestirnir búgva. – Í teimum 10 smáttunum, har tveir gestir búgva saman, er alt inn­ rættað í Feng Shui stíli, leggur Lis Helgadóttir afturat. Tað merkir, at alt er inn­rættað eftir filosofiska ástøðinum, har innrætting og arkitekturur hava til endamáls at skapa eitt harmoniskt sam­ spæl millum fólk og umhvørvi. Hava yoga í felag Hóast Lis Helgadóttir og Marit H. Petersen saman hava ognað sær jørð í India og bygt heilsustað, so hava tær bert kenst í stutta tíð. – Fyri trimum áðrum síðani valdi eg at broyta lívsstíl, tí eg arbeiddi alt ov nógv, og gerandisdagurin var í stóran mun merktur av, at eg var strongd. Sum partur av lívstílsbroytingini fór eg at íðka yoga, og mær dámdi tað so mikið væl, at eg fór á ymisk skeið, so­ leiðis at eg í dag eri útbúgvin yoga­lær­ ari, greiðir Lis Helgadóttir frá. Hon er útbúgvin háfríðkanarkvinna og bindi­ formgevi. Tað var á einum yogaskeiði í Egyptalandi, at hon hitti ein indara, sum í dag er samstarvsfelagi á heilsu­ staðnum í India. Marit H. Petersen, sum í fleiri ár hevur starvast innan rokn­ skaparyrki og leiðslu, hevur eisini íðkað yoga tey seinastu árini og hevur saman við Lis Helgadóttir verið í Egyptalandi á yogaskeið. – Tað stuttliga er, at vit báðar eru rættiliga ymiskar upp á nógvar mátar, men vit eru blivnar góðar vinkonur, eftir at vit møttust fyri tveimum árum síðan, sigur Marit H. Petersen og legg­ur afturat, at tær hittu hvørja aðra í sam­ band við eina psykoterapeut útbúgving, sum tær nú hava lisið í tvey ár. Yoga, oljubað og grýn Ein stórur partur av uppihaldinum á heilsustaðnum hjá Lis Helagdóttir og Føroyingar, sum kenna seg útbrendar og hava brúk fyri friði og útreinsan, fáa nú møguleika at fara til India, har Lis Helgadóttir og Marit H. Petersen hava gjørt eina heilsybygd Vinkonur gera heilsu­ bygd í India