Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-23, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mars 2012síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 36 · 23. mars 2012 8 VIKUSKIFTI Samrøða Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Stutt eftir at Henning Bøgesvang var komin til Føroya at virka sum prestur, kom hann fram við Posthúsinum í Klaksvík. Hetta var ein dagin fyri Norðoya­stevnu í tíðini, tá ið brennivín varð loyst út á Posthúsinum. Ein bilur við fýra ungum monnum í stóð uttan fyri Posthúsið, lagið var gott, og teir høvdu hug at arga prest. – Bøgesvang, hevur tú hoyrt? Illi­ maður er deyður! Bøgesvang tók fýra 1-krónur burtur úr lummanum og gav monnunum hvør sína krónu. – Jamen, so eru tit faðirleysir. Menninir høvdu ikki roknað við slíkum aftursvari, men fyrikomandi prest­urin dugdi eisini at skemta, og tað dámdi monnunum. Hetta er bert ein av mongum søgum um prestin Henning Bøgesvang, sum stóran part av lívinum hevur búð og virkað í Føroyum. Presturin við tí glaða boð­skapinum og stuttligu søgunum kom til Klaksvíkar at starvast í 1976, og hann æltaði at steðga í tvey ella trý ár. Men hann og restin av familjuni vórðu verðandi í Klaksvík í 21 ár, áðrenn hann fór til Svøríkis at starvast sum sjómansprestur í 10 ár. Fyri fýra árum síðani kom hann aftur til Føroya, og nú búgva hann og konan Solveig í hús­ unum, tey hava bygt í Søldarfirði. Bøgesvang hevur hesi árini røkt ymisk avloysarastørv í fólkakirkjuni, og týsdagin kann hann halda sín 70 ára føðingardag. Í vikuni stukku vit inn á gólvið hjá Bøgesvang og fingu eitt prát við hann um at eldast, um at liva lívið og um kristna boðskapin. Sum vanligt tosaði hann við einum blíðum tóna, smíltist og dugdi at svara fyri seg. Hvussu kennist tað at blíva 70 ára gamal? – Nú havi eg ikki roynt tað áður at blíva 70, og hóast eg havi havt nógv ár at fyrireika meg til tað, so er tað alíka­væl eitt sindur yvirraskandi. Tað verður sagt, at 70 er ellisár, og tá mann sær talið 70, so virkar tað eitt sindur ógvusligt, men eg haldi meg ikki verða blivnan gamlan. Nógv gevast at arbeiða, tá ið tey verða 70, men eg havi framvegis orku til at vera virkin og vóni at kunna taka onkur avloysarastørv afturat á meg. Hvussu kennist tað at eldast? – Mátin, sum eg havi upplivað at eldast, er serliga ígjøgnum børnini og abba­børnini, sum blíva størri. Sjálvur havi eg ikki kent tað á mær, og eg havi framvegis nógva orku, men tað kann verða, at tey rundan um meg hugsa sítt – »nú er hann við at blíva gamal«. Tú vilt helst halda, at tú verður klókari við árunum, og onkuntíð kann eg hugsa mítt um tað, sum tey ungu gera, og hugsa »tá eg var ungur...« Eg havi eisini upplivað, at tað er ymiskt, hvussu fólk eldast, og summi kenna seg gomul, longu tá tey verða 50. Men eg vil heldur hugsa, at eg kann tað sama nú, sum tá eg var 25 ár, men tað tekur bara tvífalt so langa tíð. Men hevur tú roynt at mótvirka kensluni av at eldast við at arbeiða, lesa, ferðast og annars verða virkin? – Ja, eg havi í øllum førum verið til­vit­ aður um, at eg skal ikki bara seta meg hendur í favn. Eg royni at lesa hvønn dag, ganga, vitja fólk, práta við fólk, og so havi eg eisini verið so heppin, at hóast eg varð pensjóneraður, tá eg kom heim fyri fýra árum síðani, so havi eg røkt vikarstørv í fólkakirkjuni hesa tíðina síðani. Tað hevur eisini hjálpt mær at halda høvdið í sving og forða mær í at steðga upp. Tað er upp til onn­ ur í fólkakirkjuni at gera av, hvussu leingi eg kann verða avloysari, men vón­andi kann tað halda fram í eina tíð afturat. Men eg vil helst sjálvur finna hurð­ina. Tá ið tú lítur afturá og hugsar um, at tú bleivst prestur og hevur brúkt stóran part av tínum lívi uppá tað, hvat hugsar tú so? – Eg eri uppvaksin úti á landinum í suður­jutlandi í Danmark. Pápi mín hevði lastbil, og tað var mítt og okkara lív. Eg eri ikki føddur í einum lastbili, men mamma segði við meg, at tað kundi eg saktans havt verið. Eg koyrdi lastbil, frá tí eg var barn, og tað var tað, eg ætl­aði mær – eg skuldi hava mín egna lastbil. Men tað bleiv ikki til tað. Seinni hugsaði eg um at blíva pilotur, men tað kundi eg ikki, tí eg eri litblindur. So hugsaði eg um at blíva djóralækni, men tí tankanum slepti eg eisini og bleiv prestur. Mær dámar betur tað praktiska enn tað teoretiska, men eg fann út av, at eg saktans kundi verða prestur og hava nógv við fólk í gerandisdegnum at gera. Og tað var eisini natúrligt, at eg bleiv sjó­mans­ prestur, tí tað er ein kombinatión av at verða vanligur prestur og at røkja praktiskar uppgávur. – Tá eg kom til Føroya, hevði eg eisini mína praktisku bakgrund við mær, men hóast eg kanska var øðrvísi enn van­ligir prestar, so tóku fólk væl ímóti mær. Eg slapp at taka lut í ger­ andis­deg­num eisini og havi koyrt trailara í Klaksvík og skrúva uppá ein traktor í Mikladali. – Tað hevur verið eitt gott lív at – Nú havi eg ikki roynt tað áður at blíva 70, og hóast eg havi havt nógv ár at fyrireika meg til tað, so er tað alíkavæl eitt sindur yvirraskandi, sigur presturin Henning Bøgesvang, sum týsdagin rundar 70 ár. Vit hittu hann til eitt prát um lívið, um at velja og um lastbilar. Bøgesvang segði okkum eisini, hvat kann gera hann illan, og hvussu tað kennist eldast Eg kundi verið føddur í lastbili