fríggjadagur 23. mars 2012síða 41
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 36 · 23. mars 2012
9
VIKUSKIFTI
verið prestur og eg eri glaður fyri mítt
val. Onkuntíð kundi eg ynskt mær, at
eg hevði eitt praktiskt arbeiði, so eg
sá, hvat eg hevði gjørt, tí sum prestur
sært tú ikki, hvat er komið burturúr ella
liggur eftir. Men tú upplivir nógv gleði
ligt, og eg havi havt eitt fantastiska gott
lív og arbeiði, og eg kundi ikki ynskt
mær nakað annað. Eg havi eisini eina
konu, sum hevur verið ein stórur og
týðandi stuðul í mínum arbeiði.
Hvat vónar tú, at tú sum prestur
hevur givið fólki sum prestur?
– Eg dugi illa at siga, hvat eg havi givið
fólki. Eg havi upplivað meg eitt sindur
sum eina mammu, sum hevur havt nógv
børn. Hon ger mat til børnini hvønn
dag – oftast er tað gerandismatur, men
onkuntíð er tað ein festmáltíð. Hon sær
kanska ikki, at tað hendir so nógv, tí
hon sær børnini hvønn dag, men hon
upplivir, at børnini eru á lívi og liva. Eg
vóni, at eg við at fortelja fólki um Gud,
og um at Jesus er millum okkum, havi
givið fólki mót uppá at liva.
Hvat hevur tú sjálvur fingið
burtur úr at vera prestur?
– Tað hevur verið eitt gott arbeiði. Eg
havi verið væl móttikin allastaðni, fólk
hava lurtað, og á tann hátt havi eg kent
á mær, at tað, sum eg gjørdi, hevur havt
virði. Tá ið tú fæst við kristindóm, so
fært tú eisini nógvar spurningar inni í
tær sjálvum. Við hvørt eri eg sterkur
í trúnni, og ein annan dag kann eg
kenna meg veikan. Men tað, sum eg
altíð vendi aftur til, er, at Gud heldur
fast. Um eg ivist ella kenni meg veikan,
so heldur Hann fast.
Hvør er týdningarmesti boð
skapurin hjá kristindóminum?
– Tá ið Jesus kom til jarðar, fortaldi
hann okkum, at Gud hevði gjørt av, at
vit hoyra honum til. Við hvørt kunnu
vit halda, at vit hava ikki nóg stóra
trúgv, men Gud hevur bestemmað, at
vit hoyra honum til og eru knýtt at
himmalinum. Tí kunnu vit liva á jørð
saman við okkara medmenniskjum
uttan at skula hugsa um, at vit skulu gera
nakað fyri at hava uppiborið himmalin.
Ofta gera vit ting, tí vit vænta at fáa
nakað afturfyri ella burturúr, men tað
er ikki neyðugt yvirfyri Gudi. Tað, sum
er mest umráðandi at siga, og sum eg
eri so glaður fyri at fortelja, at eg kunna
blíva heilt ivrigur, er, at vit hoyra Gudi
til. Himmiríkið hevur hann ornað fyri
okkum.
Um tú nú kundi givið tær
sjálvum eini góð ráð, tá ið
tú vart ungur, hvat hevði tú
so sagt við teg sjálvan?
– Eg havi trupult við at geva góð ráð,
men skuldi eg, nú eg verði 70 ár, givið
mær sjálvum eini góð ráð, tá eg var
ungur, so var tað »Henning, liv! Liv! Ver
glaður. Og dansa! Og tá ið tárini koma,
so skalt tú vita, at tað er ein, sum heldur
eygað við tær og hjálpir tær«. Vit fáa øll
eina tíð til at gráta, men tað er eisini ein
tíð at dansa og vera glaður, og ta tíðina
skulu vit brúka. Vit skulu royna at finna
tað góða og positiva við lívinum og
fegnast um tað, og so skulu vit vita, at
Gud stendur við okkara lið, tá ið tað
verður tungt og sorgin kemur.
Um tú lítur frameftir,hvat sært
tú so fyri framman í tínum lívi?
– Eg havi onkrar planir. Verða onkrar
gudstænastur at halda av og á, so verði
eg glaður fyri tað.
– Eg kundi eisini hugsað mær at
kanna okkurt, sum hevur upptikið meg.
Í Nazitýsklandi høvdu tey eitt propa
gandaministerium, sum manipuleraði
við fólkinum. Eg kundi hugsað mær at
funnið út av, hvat tað var tey gjørdu har,
og hvørjar psykologiskar mekanismur
tey brúktu fyri at forføra fólkið við
boðskapinum hjá Hitler.
- Eldri sonurin hjá okkum býr
í Noregi, og vit hava summarhús í
Svøríki, so vit ætla okkum eisini at
ferðast nógv.
Við hvørt eri eg sterkur í trúnni, og ein annan dag kann eg kenna meg veikan. Men tað, sum eg altíð vendi aftur til,
er, at Gud heldur fast. Um eg ivist ella kenni meg veikan, so heldur Hann fast, sigur Henning Bøgesvang
Henning Bøgesvang er kendur sum tann positivi og glaði
presturin, sum kann fortelja stuttligar søgur og flenna
saman við fólki, men hann kann eisini blíva illur.
– Eg eri eitt sindur snarsintur, og eg kann ikki siga
frammanundan, hvat ger meg illan, men eg kann tendra
skjótt. So skal eg bara hava frið eina løtu, og so gongur
tað yvir, sigur Bøgesvang.
– Eg havi ongar trupulleikar við, at fólk kritisera meg,
ella at fólk skelda ella brúka óhóskandi orð, men tá ið fólk
við slaturi og sleygi royna at fordøma, so verði eg illur og
sigi frá.
– Eg havi tað eisini trupult við fólki, sum royna
at halda eina góða fasadu við gudiligheit og tosa um
Guds kærleika og náði, men í tí dulda royna at snýta við
pengum, kvotum, arvi ella onkrum.
– Og eg kann eisini tendra í ferðsluni. Um fólk blenda
ljósið upp, áðrenn mann kemur framvið, ella koyra út fyri
meg, so blívi eg illur. Tá er tað bara gott, at eg ikki havi ein
revolvara í bilinum, tí eg kundi saktans funnið uppá skotið,
sigur hann flennandi.
Gott eg ikki havi
revolvara í bilinum
Fakta
Navn: Henning Bøgesvang
Aldur: 69 (verður 70 týsdagin)
Bústaður: Søldafjørður
Familja: Giftur Solveg
Tey eiga synirnar Anders og Villads
Útbúgving: Prestur
myndir: Eydbii Myndir