fríggjadagur 23. mars 2012síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 36 · 23. mars 2012
10
VIKUSKIFTI
Hvør býur er best
Athen ella Barcelona?
Í summar verður tað lætt at vitja Spania og Grikkaland. Beinleiðis
flogsamband ger óivað, at fleiri ætla sær ein túr suður í hitan. Stórbýirnir
Athen og Barcelona lokka milliónir av ferðafólki hvørt ár. Vit hava
samanborið teir báðar, so at lættari er at vita, hvønn bý tú skalt vitja
ATHEN
Mentan: Athen og Grikkaland er vøggan hjá stórum parti av
vesturlendsku mentanini. Tað er nógv áhugavert at síggja. Gamli
býarparturin Plaka við kenda Akropolis og templinum Parthenon,
Dionysosteatri og fleiri onnur søvn, ið eru sera spennandi at vitja.
Shopping: Økið Kolonaki í Athen
er gott til shopping. Har finnur tú
handlar sum Diesel, Benetton, Zara
og Guess. Bæði bíligar ketur og dýrir
merkishandlar eru í hesum øki.
Gjaldoyra: Evra
Mál: Grikst
Hiti: Í Athen er sera heitt um
summarið og roknast kann við
umleið 30 hitastigum í juli.
Íbúgvar: í Athen eru umleið
3,5 milliónir íbúgvarar.
Matur: Griski maturin er
góður. Nógvir kendir rættir
eru komnir á okkara leiðir –
til dømis souvlaki, tsatziki,
moussaka, gyros og osturin feta, ið verður nógv brúktur í salatum. Fiskur og
høgguslokkur verða eisini nógv etið og eru ofta at finna á matarkortinum.
Alment um býin: Athen
er ein sera áhugaverdur
býur við sínum søguligu
støðum, men har er
skitið. Luftin er vánalig,
og tí havi eg ongantíð
steðgað har meira enn
nakrar dagar, áðrenn
eg havi ferðast víðari út
á oyggjarnar uttanfyri.
Havnabýurin Pireus er
nú partur av Athen, og
haðani ber til at ferðast
til so at siga allar oyggjar
í griska skergarðinum.
BARCELONA
Mentan: Antoni Gaudi er maðurin handan kendastu
bygningarnar í Barcelona. Kirkjan Sagrada Familia,
ið hann ikki náddi at fáa liðuga (og sum enn er í
gerð), húsini Casa Batllo, Casa Milá og parc Guell
eru sera áhugaverd og fantastiska vøkur!
Shopping: Sponsku merkini Zara og Mango eru
at finna á nógvum støðum í Barcelona. Eitt gott
tipp er kanska at byrja niðri við kaina og vitja
nýggja sentrið Maremagnum, og síðani spáka
niðaneftir La Rambla og vitja økini har rundanum.
Gjaldoyra: Evra
Mál: Spanskt
Hiti: Tað er heitt í Barcelona
um summarið . Ger tú sum
spaniólar og tak tær eina
siesta mitt á dagin.
Íbúgvar: Í Barcelona búgva
umleið 1,5 milliónir fólk.
Matur: Tapas, paella og
so tær lekru skinkurnar
Prosciutto og serrano
mugu roynast í Barcelona.
Vitja gjarna søluhøllina
La Bocqeria og keyp
okkurt við tær heim.
Alment um býin:
Barcelona er ein
sjarmerandi býur, sum
er passaliga stórur at
spáka í. Strondin mitt í
býnum ger, at tað ber til
at shoppa um morgunin,
og síðani leggja seg at
sóla sær seinni um dagin.
Seinastu árini eru sera
nógv ferðafólk komin til býin, og summi vilja verða við, at Barcelona
hevur mist sína sál og er vorðið eitt uttandura savn fult av ferðafólki.
lagt til rættis: Inna Törnroos