Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-23, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mars 2012síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 36 · 23. mars 2012 11 VIKUSKIFTI Karmarnar rundan um sendingina »Mælt« eru frálíkir. Hugskotið er hart tiltrongt, og gestirnir áhugaverdir. Kortini er tað okkurt, sum vantar Verturin má velja leiklut Ummæli Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Mælt í KvF ★★★★★★ Eg gjørdist sera áhugað, tá ið eg frætti, at Kring­varp Føroya fór undir at gera eitt klassiskt talkshow. Eingin ivi er um, at tað er hart tiltrongt at fáa slíkar sendingar í Sjónvarpið, og eg sum hyggj­ari hevði ikki stór krøv, tá ið eg hugdi eftir sendingina á netinum fyrstu ferð, tí nærum alt kundi nøktað tørvin. Tá ið ein býr í Danmark og roynir at fylgja við í tí føroyska samfelagnum umvegis netið, gongur tað spakuliga upp fyri einum, hvussu stóran týdning Kringvarp Føroya hevur. Gamaní verður Kringvarpið mangan kritiserað fyri eitt og annað, men hjá okkum útisetum hevur tað ótrúliga stóran týdning, at føroyskar sjónvarpssendingar eru til taks á netinum, tí onkursvegna kunnu vit betri fylgja við í, hvat rørist har heima, og hvat kjakast verður um. Og júst av hesi orsøk var tað kærkomið, at farið varð undir eitt veruligt føroyskt talkshow. Vit vóru fleiri føroyingar í Keyp­ mannahavn, sum settist eitt leygarkvøld at hyggja eftir fyrstu »Mælt« sendingini, sum hevði spennandi gestir at bjóða. Hans Fróði Hansen er ein áhuga­ verdur persónur, sum fólk hava nógvar ymiskar hugsanir um. Tí var tað spenn­ andi at síggja hendan nærum óveruliga persónin á sjónvarpsskíggjanum, har hann kundi greiða frá øllum sínum løgnu og spennandi hugskotum. Tí var tað ikki sørt skuffandi at síggja, hvussu lítið verturin fekk burtur úr samrøðuni við hann. Hans Fróði tóktist at vera heldur defensivur og royndi mest sum at verja seg, meðan verturin skifti ímillum at vera kritiskur og nærmast áleypandi og síðani blíður og spyrjandi. Eitt nú spurdi verturin Hans Fróða um hansara verkætlanir, fyri í næstu løtu nærmast at leggja hann undir at vera »til grin« millum før­oyingar. Og úrslitið var, at eg sat eftir við einari kenslu av als einki hava lært um Hans Fróða Hansen ella eitt nú orsøkina til, at hann vil kappast við Hugh Hefner. Eg havi ikki nakað ímóti, at verturin átekur sær eina kritiska rollu – ei heldur havi eg nakað ímóti, at verturin velur at verða gestablíður og roynir at »spyrja inn« til persónin aftan fyri navnið. Men eg haldi, ein er noyddur at velja, tí blandingin av hesum báðum leiklutum er ørkymlandi fyri hyggjarar og helst eisini fyri gestirnir. Sending 2 Okey, øll eru nervøs fyrstu ferð, og kanska var tað tí, at verturin ikki heilt megn­aði at lyfta uppgávuna. Men so kom seinna sendingin, og aftur her vóru áhugaverdir gestir og spennandi tón­leikur eins og í fyrru sendingini. Men aftur hesaferð tóktist dyna­ mikk­urin í sendingini ikki at vera ser­ stakliga góður. Til tíðir tóktust tað, sum gestirnir kendu tað pínligt. Og eg tók enntá meg sjálva í at halda fyri eyguni eina løtu, tá ið verturin legði upp til, at Gerhard Lognberg púra óvæntað skuldi siga nøkur rósandi orð um Eivør, sum týðiliga ikki visti, hvussu hon skuldi svara hesum hálvhjartaða kom­pli­ mentinum aftur. Síðani kom Elin á Rógvi í sjón­varps­ stovuna, og eisini hon er ein áhuga­ verdur persónur, sum vit kanska kenna ov lítið til. Mong okkara kenna navnið og hennara arbeiði, men persónurin aftan fyri hevur ongantíð verið væl lýstur. Men tíverri er kritkkurin tann sami í hesum føri. Verturin megnaði ikki at fáa nógv burtur úr hesi megnar kvinnu, og mangan vóru spurningarnir so knortl­ utir, at trupult var at svara teimum. Sam­stundis tóktust verturin ikki at lurta eftir svarinum og setti tí sama spurn­ing fleiri ferðir. Hetta viðførdi í øllum førum fyri meg, at dynamikkurin ikki bleiv góður, og samrøðan gjørdist tung at lurta eftir. Ferðin í sendingini varð týðiliga merkt av hesum og við­ førdi tískil eisini, at sendingin tóktist langdrigin. Næstan komin á mál Hóast Høgni í Jákupsstovu her fær kritikk fyri sín leiklut sum vertur, so skal sigast, at eingin ivi er um, at hann er ein góður journalistur, sum mangan hevur prógvað sítt virði sum tíð­inda­ maður og ítróttarjournalistur. Og Høgni í Jákupsstovu eigur eisini rós uppi­ borið fyri sín leiklut sum redaktørur á sending­ini, tí hugskotið er ógvuliga gjøgnumført. Eg haldi, at pallurin var vakur, gest­ irnir vóru áhugaverdir og tónleikurin góður og viðkomandi, so sigast má, at tað bara er tað síðsta, sum manglar fyri at fáa eina talkshow sending á høgum støði. Mær vitandi er tað bara tveir mátar at gera eina slíka sending. Antin skal verturin átaka sær ein kritiskan leiklut og royna at skapa spennandi og pulser­ andi kjak í sendingini. Ella skal verturin royna at skapa álit millum seg og sínar gestir og soleiðis fáa sannleikar fram um teir persónar, sum hann velur til sínar sendingar. Høgni í Jákupsstovu tykist ikki at hava valt sær sín leiklut enn, og tí er sendingin heldur ørkymlandi og trupul at fáa greiðu á. Eg ivist ikki í, at hendan sendingin hevur allar møguleikar fyri at gerast ein viðkomandi viðspælari á før­oyska miðlapallinum. Men fyrst av øllum má verturin velja sær ein leiklut. Verturin í »Mælt«, Høgni í Jákupsstovu, tykist ikki at hava valt sær sín leiklut enn, og tí er sendingin heldur ørkymlandi og trupul at fáa greiðu á