Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-23, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mars 2012síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 36 · 23. mars 2012 14 VIKUSKIFTI Akademikarar og tey ungu halda tað vera í lagi at taka ensk orð beint inn í málið, tey tíma ikki serliga væl ný­smíðað føroysk orð. Tess longri skúla­gongd, tess størri mótstøða móti nýggjorðasmíði, sum eg her kalli fyri purismu. Og tá ið vit vita, at fleiri og fleiri fáa sær hægri útbúgving, kunnu vit vænta, at undirtøkan fyri purismu fer at minka í framtíðini. Hinvegin siga tey ófaklærdu, at vit eiga at gera føroysk orð. Tað kann merkja, at undir­ tøkan fyri føroyskari orðagerð fer at vikna sum frá líður, um hon í størri og størri mun verður sett í samband við lága samfelagsstøðu. Tey ungu eru samd við akademikarunum og halda tað vera óneyðugt at gera nýggj føroysk orð, og um tey halda tað sama, eftir at tey eru vorðin vaksin, liggur ein stór málpolitisk avbjóðing fyri framman. Hetta kann lesast úr eini kanning, sum reisir spurningin: Stendur purisman við nýggjorðasmíði fyri falli? Tað eru ábend­ingar um tað. Tað er ikki nøkur loyna, at føroy­ ingar eru ósamdir um, hvørt vit eiga at gera nýggj føroysk orð ella taka tey fremmandu orðini beint inn í føroyskt, og kanningin vísti eisini, at tað ber illa til at tosa um ein felags hugburð fyri alla tjóðina. Men við at spyrja um t.d. aldur og útbúgving bar til at síggja nøkur mynstur í svarunum, m.a. at aka­demikarar og tey ungu síggja ikki enskt sum nakran vanda fyri føroyskt. Hetta vísti áðurnevnda kanning, sum undirritaði gjørdi millum 2002 og 2004. Um tey ungu halda fast við sín jaliga hugburð til at brúka ensk orð í føroyskum, eftir at tey eru vorðin vaksin, er tað dømi ein broyttan mál­ hug­burð, og tá kann tað henda, at puris­man fer at vikna sum frá líður. Kanningin Kanningin var samansett av trimum háttaløgum: Eini meiningakanning (537 heimildarfólk), samrøðum við 48 útvald heimildarfólk og eini sonevndari grímukanning (624 heimildarfólk), har ið heimildarfólkini ikki kendu tað veruliga endamálið við kanningini. Her fari eg at tríva í nøkur úrslit úr mein­ inga­kanningini og samrøðunum. Meiningakanningin vísti, at umleið tveir triðingar (67,2 %) tóku undir við purismuni, meðan 18 % vóru ósamd. Men hesin spurningurin verður serliga spennandi, tá ið vit knýta hugburð til purismu saman við aldur og útbúgving, tí tá er tað ymiskt, hvussu forlipt fólk eru uppi í purismuni. Útbúgving og aldur Akademikararnir og tey ungu vilja hava tey fremmandu orðini inn sum ein natúrligan part av føroyskum. Tað vísti kanningin greitt. At tað júst vóru hesir báðir bólkarnir, sum vístu størstu undir­tøkuna fyri fremmandum orðum, kann gerast tann veruliga avbjóðingin fyri málrøktina í framtíðini, tí tað er ein sannroynd, at alt fleiri føroyingar fara undir hægri lestur, og tá fer talið Akademikarar og tey ungu halda tað vera í lagi at taka ensk orð beint inn í málið, tey tíma ikki serliga væl nýsmíðað føroysk orð. Tey ófaklærdu halda hinvegin, at vit eiga at gera føroysk orð. Men ábendingar eru um, at nýggjorðasmíð stendur fyri falli Álvaratos who cares VITAN & vísindi Í hesi greinarøð, sum er í 10 pørtum, skriva vísindafólk á Fróðskaparsetri Føroya um evni, tey granska í. Hesaferð skrivar Jógvan í Lon Jacobsen. Jógvan í Lon Jacobsen dr. philos. Hesin handilin hevur valt bæði at hava eitt føroyskt og eitt enskt orð í navninum. Mynd: Jógvan í Lon Jacobsen