fríggjadagur 23. mars 2012síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 36 · 23. mars 2012
15
VIKUSKIFTI
á akademikarum at hækka í framtíðini.
Og avleiðingin av tí kann vera minkandi
undirtøka fyri teirri siðbundnu mál
røktini. Hin bólkurin, sum tekur
undir við fremmandum orðum, nevn
iliga tey ungu, er av øðrum slag. Tað
einasta, sum er felags fyri limirnar í
hesum bólki, er aldurin. Meðan aka
demikararnir eru komnir á sína hill og
hava ein samleika, nøkur felags virði,
sum teir hava fingið gjøgnum arbeiði,
útbúgving, lívsstíl o.s.fr., er ungdóm
urin leitandi. Tey ungu eru á veg, tey
eru í eini búningartilgongd, og nógv
av teirra atburði og hugburði er merkt
av, at tey eru á einum fyribils (ofta
anarkistiskum) stigi, meðan tey leita.
Framtíðin
Her eru tveir áhugaverdir spurningar.
Tann fyrri er: Hvørjar kunnu avleið
ingarnar vera sum frá líður, um aka
demikararnir í minni mun enn aðrir
bólkar taka undir við purismuni? Tann
seinni er: Hvønn málhugburð kunnu
vit í framtíðini vænta av teimum, sum
í dag eru ung? Tað er væl hugsandi, at
akademikararnir kunnu fara at ávirka
hugburðin hjá føroyingum yvirhøvur
í framtíðini, tí tað er væl kent, at
tað er málið hjá fólkunum á teimum
hægru sosialu rókunum, sum vanliga
skilmarkar málpolitikkin í einum landi.
Um so er, at purisman í størri og størri
mun verður sett í samband við lága
samfelagsstøðu, kunnu vit vænta, at
undirtøkan fyri henni fer at vikna sum
frá líður.
Tá ið tey ungu vísa ein øðrvísi hug
burð enn tey eldru, kann talan vera um
eina hugburðsbroyting, sum nú er á veg
inn í tað føroyska samfelagið. Men talan
kann eisini vera um eitt bólkamál, har
sum ein ávísur enskvinarligur atburður
er eitt samleikaeyðkenni fyri bólkin. Um
so er, er eingin vandi á ferð, men tað
vita vit ikki. Men um tann lutfalsliga
avmarkaða undirtøkan fyri purismuni
hjá ungdóminum verður verandi, eftir
at tey eru vaksin, kunnu vit vænta ein
enskvinarligari hugburð í framtíðini.
Og tá hava vit eina støðu, sum kann
gerast ein stór avbjóðing fyri føroyska
málrøkt í framtíðini.
Kirkjan og kunningartøkni
Sum vit sóu omanfyri, eru ábendingar
um, at málið er við til at gera skilnað
ímillum samfelagsbólkar. Ein annar
máti at kanna hugburð til fremmand orð
er at býta samfelagið sundur í nýtslu
øki. Í samrøðunum við tey 48 fólkini
kom týðiliga fram, at hugburður til
nýtslu av fremmandum orðum er nær
knýttur at, hvat nýtsluøki talan er um.
Fólk góðtaka nógv fleiri fremmand orð,
tá ið tey tosa um t.d. kunningartøkni og
mat og drekka, enn tá ið tey tosa um
kirkjuna og føroyskar bókmentir. Vit
vita, at nógv fremmand orð verða brúkt
um mat og drekka,t.d. cappuccino, caffé
latte, espresso, kebab, pitabreyð, pitsa,
tournedos. Og tað sama er galdandi fyri
kunningartøkni.
Øðrvísi er tá ið vit tosa um málið í
føroyskum bókmentum og í kirkjuligum
samanhangi. Í kirkjuligum og bók
mentaligum samteksti verður málið
fyrst og fremst fatað sum tjóðskaparlig
og mentanarlig ímynd, og tí eigur málið
at hava sum minst av fremmandum
orðum, tí at málið er við til at skilmarka
okkum sum tjóð. Tá ið talan hinvegin er
um kunningartøkni og mat og drekka,
verður málið fyrst og fremst nýtt sum
amboð. Vit eiga at kunna tosa um
kunningartøkni og fremmandan mat
á føroyskum, og skulu vit kunna tað,
mugu vit nýta tey fremmandu heitini,
ljóðar grundgevingin. Ella sum ein
segði: ein pitsa er ein pitsa.
Tað seinmodernaða
samfelagið
Í dag tykist undirtøkan fyri purismuni
at hava minni týdning sum savnandi
tjóðskaparlig ímynd enn fyri fáum ár
um síðani. Í orðabókum frá 1990’unum
eru nógv fremmand orð eru tikin við
samanborið við eldri orðabøkur. Tann
frælsari hugburðurin til ta siðbundnu
málrøktina kann hava ymsar orsakir:
Opnari samfelag og størri málsligt
samband serliga við tann enskmælta
heimin, alheimsgerð, kunnleiki í
enskum, vaksandi virðing fyri talu
málinum millum málfrøðingar og
orðabókahøvundar, vaksandi góðtøka
millum fakfólk av tøkuorðum í yrkis
málinum. Kanska kann tann neiligi
hugburðurin hjá dønum til orðagerð
hava ávirkað hugburðin hjá føroyingum
gjøgnum útbúgvingar á donskum læru
stovnum.
Øll hesi viðurskifti kunnu stúvast
saman og skilmarkast sum eyðkenni
fyri tað seinmodernaða samfelagið.
Og eyðkennini fyri tað seinmodernaða
samfelagið eru m.a. minni myndugleika
trúgv og harav størri individualisma,
har fólk sjálv velja sín samleika og síni
virðir. Tey kenna seg frí, kunnu velja
og velja frá. Tey tulka málið á sín egna
hátt, og valdið til at skilmarka málið
er í stóran mun flutt frá málmyndug
leikanum til brúkaran. Ein avleiðing
er, at málrøkt sum partur av tjóðar
byggingini hevur minni týdning nú
enn fyrr.
Tann enska ávirkanin er týðilig í býarmyndini.
Mynd: Jógvan í Lon Jacobsen