fríggjadagur 23. mars 2012síða 48
Tekstur á síðuni
Kappast um
pláss á Wakcen
Leygarkvøldið verður tónleikakappingin Wacken Metal
Battle í Sjónleikarhúsinum í Havn. Hetta er ein kapping
fyri bólkar, ið spæla harðan rocktónleik. Vinnarin sleppur
við til finaluumfarið á Wacken tónleikafestivalinum í
Týsklandi.
Wacken Metal Battle Føroyar
Sjónleikarhúsið í Havn
Leygarkvøldið 24/3 kl. 18.30
baksíðan...
Onkur má fáa
okkurt burturúr!
Dýrar matvørur, men eingin vinningur
Dimma
Ikki ríkisveiting, ha?
Annita vil hava politiskan blokk
Portal.fo
Verða tað so tríggir vinnarar?
Tá teir tríggir X-Factor finalistarnir trína á
pallin í Boxen í Herning komandi fríggjakvøld,
fara teir at syngja hvør sín vinnarasang.
Planet.fo
Har hevur hann verið leingi
Óli Johannesen aftur í TB
Kringvarp.fo
Kanska ein løgin snigil eisini
Tað er ein gomul rotta úr bankafakinum,
sum kemur í nevndina í Bank Nordik
Dimma
Í ranga
strúpan
lagt til rættis: Eyðun Klakstein
So rullar
fótbólturin
Hetta vikuskiftið byrjar
fótbóltskappingin av álvara aftur.
Eftir nógvar vikur við harðari
venjing og venjingardystum er
løtan nú komin til dystirnar, sum
geva stig. Leygardagin er ein dystur
í Effo-deildini, og sunnudagin eru fýra
dystir. Nýggju feløgini í deildini eru tey bæði
suðuroyarliðni TB og FC Suðuroy.
Effo-deildin byrjar
Leygardagin 24/3
Eg havi onga orsøk
til at vera øvundsjúk ella
nakað, tá hann prátar
við onkrar fjepparar
Frida Poulsen um sjeikin
Svein Gaard Olsen, sum hevur
nógvar kvinnuligar fjepparar
Millum tey kendu
í Keypmannahavn
Heiðrikur á Heygum hevur gjørt nýggjan stuttfilm,
sum verður sýndur í CPH:PIX tann 25. apríl.
Filmurin eitur »A Hipstory« og er ein føroyskur/
danskur filmur við Óluvu Nattestad og Sofíu
Nolsøe í tveimum leiklutum. Filmurin snýr seg
um tvær føroyskar gentur, ið royna at koma
inn í hitan millum tey kendu í club- umhvørvið í
Keypannahavn.
Aldubáran
á fabrikk
Tónleikabólkurin Aldubáran
hevur sína árligu várkonsert
leygarkvøldið, og teimum líkt, so
royna tey aftur okkurt forkunnugt.
Hesuferð er konsertin í gomlu
fabrikkini hjá Østrøm á Skálatrøð.
Tónaskøldini Tróndur Bogason
Hansen og Andras Olsen eru á
skránni.
Aldubáran konsert
Østrøm á Skálatrøð í Havn
Leygarkvøldið 24/3 kl. 19.30
Tá tú stingur nøsina
fram viðhvørt og skapar eina
menning, so eru tað altíð nøkur,
sum vilja hava, at tað varð gjørt
øðrvísi, ella at einki skuldi verið
broytt, og hvat tað førir við sær
av slaturi og sleygi og royndir
av karaktermorði, má
verða harvið.
Rúni Róin, sum hevði gyltan
sáttmála við DONG
Viðkomandi spurningur
Ein facebook brúkari spurdi nú
um dagarnar hendan viðkomandi
spurningin: Kann ein graseinkja
giftast við einum strámanni?
Eg sjálvur misti
fullkomiliga luftina og
orkuna undan og í valstríðnum
– og hóast góð fólk royndu at
taka yvir, vóru mannagongdir
og avgerðargongdir ikki gjørdar
til at byrgja upp fyri hesum.
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi,
um valstríðið til løgtingsvalið í fjør