mánadagur 26. mars 2012síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. mars 2012 · Nr. 37
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Randi Jacobsen
Føroyar hava óivað heimsins
bestu rávørur, og tær kun
nu brúkast at draga fremm
andafólk til Føroya á uppliv
ingarferð, at eta góðan mat
og fara út í náttúruna.
Hetta sjónarmið hava Elsa
Maria Holm Olsen, maðurin
Bjørn Krog og dóttir teirra
Bjørt Olsen, sum hava stovnð
felagið Solea.
Í februar skipaðu tey fyri
einum kvøldi á Odd Fellow
Palénum í Keypmannahavn,
har føroyskir og útlendskir
kokkar borðreiddu við øllum
góðum. Allur maturin var úr
føroyskari rávøru.
Har vóru innbodnir gestir,
men eisini bar til at keypa
atgongumerki, sum vórðu
seld eftir lítlari løtu.
Journalistar vitja
Næsta tiltakið verður nú
um vikuskiftið. Ellivu kend
ir mat-journalistar úr Italia,
Týsklandi, Holandi, Írlandi,
Danmark, Svøríki og Finn
landi koma til Føroya. Hós
kvøldið, fríggjakvøldið og
leygarkvøldið verða serliga
gourmetkvøld á matstovun
um á Hotel Føroyum og
Hotel Hafnia.
Hesi borðhaldini ber til
hjá øðrum at keypa sær at
gongumerki til.
Umframt
at
borðreitt
verður við seks rættum
verða fyrilestrar hildnir um
mat og vín.
Útlendsku journalistarnir
fara runt í landinum at vitja
eitt nú alibrúk, sjógæti og
virki, sum framleiða ymist úr
føroyskari rávøru. Tey steðga
í Føroyum í fýra dagar.
Men Føroyar eru ikki
bara matur. Um viðrar verð
ur farið ein túr undir Vest
mannabjørgini og kanska við
Norðlýsinum eisini. Ætlanin
var at fara út at royna eftir
hemara, men tað liggur ikki
fyri. Gestirnir fáa tó høvi at
smakka hemara.
Tey fara eisin i at vitja í
Dúvugørðum í Saksun og
fara til onnur mentanarlig
støð og tiltøk
Elsa Maria Holm Olsen
sigur, at Solea vinnur ongan
pening við hesum átøkunum.
Av áhuga
Familjan ger tað bara av full
um huga fyri at vísa á, hvus
su nógv Føroyar hava at
bjóða bæðði innan fyri før
oysku rávøruna, og ferða- og
upplivingarvinnuna.
Tey vilja fyri, at føroysk
fyrstafloksrávøra
kemur
inn á tær bestu donsku mat
stovurnar og harvið skapa
ein eftirspurning eftir før
oyskari rávøru.
Løtan er tann rætta, tí
tað er eitt rák við matu
pplivingum.
Tað
ber
væl
til
at
samantvinna
matuppliv
ingarnar við ferðavinnuna,
eru Elsa Maria Holm Olsen
og familjan samd um.
Nógvir aktørar eru í ein
um slíkum átaki, framleið
arar, fiskaseljarar, heilsølur,
túrfyriskiparar og onnur.
Hetta er eisini eitt gott høvi
hjá hotellunum at royna at
selja pakkaferðir til Føroya.,
sigur Elsa Maria Holm Olsen.
Vitja Føroyar og
eta góðan mat
Um vikuskiftið kemur ein heilur herur av útlendskum journalistum til Føroya at royna føroyskan
mat úr bestu rávøru og síggja landið. Ferðavinnan kann gerast til upplivingarvinnu, sigur Elsa
Maria Holm Olsen, sum saman við manninum og dóttrinum stendur fyri átakinum