mánadagur 26. mars 2012síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 26. mars 2012 · Nr. 37
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Heilsaði upp á havsins
vandamiklasta ránsdýr
Eg havi ongantíð ivast í, at tað
skuldi nokk fara at eydnast einaferð
KAVING Tá ið Ingi Sørensen á Argjum kavaði við Eystnes í gjár, fekk hann eitt upplivilsi, hann aldrin gloymir aftur
Áki Bertholdsen
– Eg eri ikki komin niður
aftur á jørðina enn!
Tá ið vit hittu Inga Søren
sen í gjárkvøldið, var hann
framvegis heilt upp í loft.
Ingi er kavari og fyrr
um dagin hevði hann eitt
upplivilsi, sum er ómetaliga
fáum beskorið.
– Eg eri fullvísur í, at ongin
kavari í Føroyum hevur upp
livað nakað líknandi og eg eri
eisini fullvísur í, at tað eru
ógvuliga fáir kavarar í allari
verðini, sum hava upplivað
nakað líknandi, sigur hann.
Saman við Benjamin Holo
way í Kirkjubø og Niclas R.
Jacobsen var hann farin
undir Eystnes at kava við
bátinum
hjá
Tórshavnar
Froskmannafelag, Njørði.
Hvørja ferð Ingi kavar,
skrivar hann upp, hvar hann
hevur verið, hvussu djúpt
hann kavaði, hvussu nógva
luft, hann brúkti og hvussu
hitin í sjónum var.
Hetta var kavaraferð num
mar 1159 hjá Inga.
– Benjamin og eg kavaði
ímeðan Niclas R. Jacobsen
var eftir í bátinum, greiðir
Ingi frá.
Kundi nert við hann
Teir høvdu eina fína ferð
niður á 25 metrar, men tá ið
teir vóru á veg upp eftir aftur
sá Ingi brádliga nakað, sum
fekk blóðið at frysta til ís.
– Benjamin var undan
mær og eg var beint í hølu
num á honum, tá ið eg brád
liga sá eitt langt skepilsi koma
glíðandi spakuliga ígjøgnum
sjógvin beint frammanfyri
mær.
Tað var ein stórur bóg
hvítuhvalur.
– Eg bleiv eg heilt ræðuliga
kløkkur, men tað gingu bara
eini tvey sekund, so bleiv eg
róligur aftur.
– Onkusvegna føldi eg, at
hetta var ikki nakað at verða
bangin fyri og at teir ikki
vildu mær onki ilt.
– Hvalurin svam beint
fram við mær so tætt við, at
eg kundi strekt armin út og
nert við hann.
– Faktiskt hugdu vit beint
inn í eyguni á hvørjum øðr
um, tí eg sá, at hann fylgdi
mær við eygunum.
Ingi er ikki bara kavari.
Hann er eisini tikin úr leik
um sum undirvatns mynda
maður og er vorðin kendur
fyri eitt ótal av fantastiskum
myndum, hann hevur tikið
av lívinum í sjónum í Føroy
um.
Hann hevði eisini mynda
tólið við sær hesuferð og
tað eydnaðist honum at fáa
nakrar myndir av hvalinum.
– Benjamin var undan
mær og eg prikaði hann á
beinið at vísa honum bóg
hvítuhvalirnar.
Men hann gjørdi ikki mæt
ari enn at hann skundaði sær
upp og smoygdi sær upp í
bátin við fullari útgerð.
– Tá ið eg brádliga var
einsamallur við hvalunum,
helt eg, at frægast var eisini
at sleppa mær upp, so eg
svam upp, so skjótt og kann
og leyp inn í bátin við fullari
útgerð.
Ingi Sørensen sigur, at
annars eru luftfløskurnar,
blýggið og restin av útgerðini
hja einum kavara so tung, at
tað eigur næstan ikki at lata
seg gera at sleppa upp í bát
við fullari útgerð.
– Men tað sigur kanska
eitt sindur um, hvussu yvir
nátúrligar kreftir ein fær, tá
ið tað veruliga á stendur.
Tá ið kavararnir vóru kom
nir í aftur bátin, stimaðu teir
aftan á hvalunum eina løtu,
til teir hvurvu.
Heilt rúsaður
Hann sigur, at tá ið teir vóru
komnir upp í bátin, vóru teir
eina kenslu av at vera heilt
rúsaðir.
– Hetta var eitt heilt ótrú
ligt upplivilsi. Hetta er eitt
upplivilsi, sum kavarar fara
til Noregs og gleðiliga rinda
50.000 krónur fyri at royna,
uttan nakra sum helst trygd
fyri, at tað eydnast.
Ingi sigur, at hetta er eitt
upplivilsi, hann altíð hevur
droymt um.
– Eg havi altíð droymt um
at hitta ein bóghvítuhval. Eg
veit ikki, hvussu ofta, eg ikki
havi ynskt mær tað, tá ið eg
liggi í seingini um kvøldið og
eru við at sovna.
– Eg havi ongantíð ivast
í, at tað skuldi nokk fara at
eydnast einaferð, so kanska
ber til at siga, at sálarliga var
eg fyrireikaður upp á hetta
upplivilsi.
Ingi Sørensen sigur, at
hann hevur eisini ein bóg
hvítuhval tatoveraðan á arm
in við einum kavara niðri
undir.
– Nú kann eg so bera hesa
tatoveringina
við
fullum
rætti, sigur hann.
Ingi er greiður yvir, at
bóghvítuhvalir eru havsins
vandamiklasta ránsdýr.
Men hann sigur, at tað
er ongantíð enn staðfest, at
bóghvítuhvalur er lagstur á
ein kavara.
– Eg veit ikki um tað er
nakað í tí, men eg havi lisið,
at bóghvítuhvalum dáma
ikki luktin av gummidraktini,
kavarar eru í.
Eg eri ikki komin
niður aftur á jørðina
Onkusvegna føldi eg,
at hetta var ikki nakað at
verða bangin fyri og at teir
ikki vildu mær onki ilt.
Hesar myndirnar tók Ingi
av bóghvítuhvalunum,
hann heilsaði upp á
við Eystnes í gjár
Mynd: Ingi Sørensen