Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mars 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. mars 2012 · Nr. 37 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Aðalfundurin hjá Føroya Ar­beiðarafelag um viku­ skift­ið var ein dygg álitis­ vátt­an á formann felag­ sins, Georg F. Hansen úr Mið­vági. Hann stóð fyri vali hesu­ferð, ikki sum for­ mað­ur, men sum nevn­d­ ar­lim­ur. Hinvegin siga lógir­nar fyri Føroya Ar­beiðara­ felag, at formaður skal velj­ast ímillum teir sjey nevnd­ar­limirnar, so hevði Georg F. Hansen ikki verðið afturvaldur í nevndina, hevði hann eisini noyðst frá sum for­ maður. Annars skuldu til­ samans fýra nevndarlimir velj­ast á aðalfundinum Fleiri uppskot vóru til nevndarlimir, men tá ið avtornaði var ongin ivi, tí hvør einasti av teim­um 89, sum høvdu at­kvøðu­rætt á fundinum, at­kvøddi fyri Georg F. Han­sen og sostatt fekk hann fulla álitis­váttan frá aðal­fundi­ num. Annars vórðu Sunrid Vang og Elin Sørensen aftur­vald í nevndina. Nýggjur nevndarlimur í Føroya Arbeiðarafelag er Julia Hansen úr Æðuvík. Hon varð tiltakslimur, men hevur mestsum havt fast sæti í nevndini í seinastuni fyri Agnar Ol­ sen í Hósvík, sum er far­ in til sjós og tískil fór úr nevndini. Annars varð Elin Søren­sen í Havn afturvald til næstformann í Føroya Arbeiðar­afelag. Hinir nevndarlimirnir í Føroya Arbeiðarafelag, sum ikki stóðu fyri aftur­ vali hesuferð eru Suni Mortensen úr Hovi, Karla Einars­son úr Rituvík og Jógv­an Páll Johansen úr Haldórs­vík. Somuleiðis vórðu teir tríggir tiltakslimirnir aftur­valdir. Dora Mikkel­ sen úr Syðrugøtu er fyrs­ti tiltakslimur, Leila Harald­ sen úr Miðvági er annar og Heidi Olsen úr Leirvík er triði tiltakslimir. Áki Bertholdsen - Arbeiðsfólk fara at missa einar 1500 krónur um mán­ aðin í pensjón. Hetta er avleiðingin av skatta­politikkinum hjá sam­ gongini. Tað hava teir báðir fak­ felags­leiðararnir, Hans Joen­sen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, og Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, rokn­ að seg fram til. Tað er avgerðin um, at he­r­eftir skulu pensjónir skatt­ast við inngjald, sum er orsøk­in til missin, tí nú skulu allar pensjónir rinda 40% í flat­skatti. Higartil hava pensjónir ver­ið skattaðar, tá ið tær hava verið útgoldnar, og tá var skatturin 35%. - Sostatt er tað verka­ fólkið, sum skal fíggjað skatta­lættan, sum tey við høgari løn, skuldu hava, sigur Georg F. Hansen, nú Føroya Áki Bertholdsen - Eg vóni ikki, at nakar av tykkum so mikið sum umhugs­ar at velja nakran í hesi samgonguni aftur á næs­ta løgtingsvali. Tað var heilsanin frá Son­ ju Jógvansdóttir, sam­skip­ara í Samtaki, á aðal­fundi­num í Føroya Ar­beiðara­felagi um vikuskiftið. Samtak er eitt fakfelags sam­starv ímillum Fiski­ manna­felagið, Føroya Arbeiðara­felag, Havnar Arbeiðs­mannafelag og tey bæði Arbeiðarafeløgini í Klaks­vík. Sostatt umboðar Samtak fleiri túsund løntakarar um alt landið. Og á aðalfundinum í Før­ oya Arbeiðarafelag brúkti sam­skiparin høvi til at loysa eina rættiliga skotríð av ímóti sitandi samgongu. - Samgongan er í ferð við at knúsa allar skipanir, sum okkara vælferðarsamfelag bygg­ir á, staðfesti Sonja Jógvans­dóttir. Í knús Sonja Jógvansdóttir vísir á, at søguliga hevur neyvt samstarv verið ímill­um fakfeløg og sosial­demo­krat­ iskar flokkar og aðrar flokk­ ar á vinstraveinginum. Men hetta samstarvið er so líðandi fánað burtur og nú er tað mest sum heilt slitnað. Men nú heldur hon, at stundin er komin til at fak­ feløgini aftur taka upp sam­ starv við ávísar polit­iskar flokkar. Tað, hon sipaði til, er tað sum samgongan gjørdi fyri jól við at samtykkja flat­ skattin og broyta pen­sjóns­ skattin. Hon sipar eisini til aðrar politisk­ar avgerðir. - Samgongan hevur sam­ tykt og arbeiðir framvegis Fult álit á formannin Tá ið avtornaði var ongin ivi Sostatt er tað verkafólkið, sum skal fíggjað skattalættan, sum tey við høgari løn, skuldu hava Eg vóni ikki, at nakar av tykkum so mikið sum umhugsar at velja nakran í hesi samgonguni aftur á næsta løgtingsvali. Arbeiðsfólk missa 1500 krónur um mánaðin RÆND ARBEIÐSFÓLK Arbeiðsfólk verða rænd, tá ið tey skulu pensjónerast, staðfesta bæði formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag Fakfeløg skulu aftur FAKFELØG OG POLITIKKUR Fakfeløgini eiga at verða meiri partapolitisk sigur Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki Julia Hansen úr Æðuvík er nývald í nevndina í Føroya Arbeiðarafelag NÝTT ANDLIT