Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mars 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. mars 2012 · Nr. 37 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hammershaimb hevur sum kunnugt røtur í hesum hes­um húsum, Fútastovu, eins og í grannahúsunum, Nýggju­stovu, sum var han­s­ a­ra barnaheim. Tað fyrsta vit vita um Hammershaimbsættina í Føroyum er, tá Fríðrikur fjórði kongur í 1723 set­ir Jørgen Frantz Hammers­ haimb í embætið sum fúta í Før­oyum. Hann er oldurabbi og langabbi okkara V. U. Hammers­haimb. Einkja er tá í Fútastovu, og sum sið­ ur mang­an var, so gift­ist nýggi fút­in við fúta­einkju­ni. Tey fingu tvey børn. Kon­ an doyði tó longu í 1727, og tá gift­ist hann teirri fimtan ára gomlu Elisa­beth Kris­tine Samuels­datt­er Weyhe, dóttir Samu­el Pedersen Lam­hauge, løg­mann, og Arm­gard Mariu Wey­he, sum eisini hava búð í Nýggju­stovu. Tað fyrsta eg veit um fólkini í Nýggjustovu, er at mið­skeiðis í 1600 talinum búgva Peter Sørensen Bro­ berg og Birgithe Bøgvad har. Tey eru foreldrini hjá Bente Christine Broberg – Beintu, ella Barbaru, sum Jørgen Frantz Jacobsen kallar hana. Beinta er fødd í Nýggjustovu í 1667 ella 68. Vit vita eisini, at í 1727 ar­var Frederik Severinsen Schou­gaard Jonasen, sonur Bein­tu og harra Jónas, Nýggju­stovu, og at hann tá býr har. Hann fær húsini við gávubrævi frá Peder Arrhe­ bo, sum nú var triðji maður Beintu. Í 1766 arvar Jørgen Frants Hammers­haimb, fúti, húsini frá verforeldrunum. Síðani eru húsini í Ham­ mer­s­haimbs­ætt­ini fram til 1896 – men í 1813 giftist Jørgen Frantz Hammershaimb, yngri, við Armgard Mariu Eg­holm úr Nýggjustovu. Hann er altso abbasonur tann fyrsta Jørgen Frantz Hammers­haimb, og er sonur eldra V. U. Hammershaimb, sum tók við fútaembætinum eftir pápan. Hetta er aðru fer, at familjubond hjá Hammers­haimb knýtast mill­um Nýggjustovu og Hvør dagur er móðurmálsdagur Á móðurmálsdegnum, sum varð hildin í Fútastovu og Nýggjustovu í gjár, greiddi Eirikur Lindenskov, sum býr í Nýggjustovu, frá um tey bæði grannahúsini í Gongini og ættina hjá Hammershaimb Eirikur Lindenskov Á føðingardegi V. U. Hammers­haimbs í gjár fekk Høg­ni Djurhuus, journ­al­ist­ ur, Móður­máls­virðis­løn­ina 2012. Tað var Bjørn Kalsø, lands­stýris­mað­ur í menta­ málum, sum hand­aði honum virðislønina á hátíðarhaldi, sum var í Fúta­stovu og Nýggjustovu í Gongini í Havn – í um­hvørvi­num, har V. U. Hammers­haimb vaks upp. Tað eru Sosialurin, Dimma­lætting, Kringvarp Før­o­ya, Føroyska mál­nevnd­ in, NÁM og Mentamálaráðið sum í felag skipaðu fyri til­ taki­num. Tað var íslendski aðal­ konsulin í Føroyum, Þórður Bjar­ni Guðjónsson, sum beyð vælkomin í Fútastovu. Íslends­ka aðalkonsulátið held­ur til í Fútastovu, og á íslendskum máli talaði hann um málrøkt og »dag íslenskr­ ar tungu«. Brynja Ósk Birgis­ dóttir, sum starvast í aðal­ kon­su­láti­num, týddi so hvørt til føroyskt. Þórður Bjarni Guðjónsson helt tað vera serstakan heið­ur at sleppa at húsast í hugna­ liga umhvørvinum í gom­lu Havnini og at vera so nær sjónum, sum hevur havt so stóran týdning fyri tjóðir­nar báðar. Hann greiddi frá um móðurmálsdagin í íslandi, sum verður hild­in 16. november, sum er føðingardagur hjá tjóðar­skaldi íslendinga, Jónas Hall­grims­s­onar. Íslendski móður­máls­dagurin hevur ver­ ið hildin síðani 1996. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, fegn­að­ist í røðu síni um móður­máls­ dagin. Hann helt tað vera tekin um, at vit eru til­vit­að Høgni Djurhuus fekk Móðurmálsvirðislønina MÓÐURMÁLSDAGUR Á føðingardagnum hjá V. U. Hammershaimb varð móðurmálsvirðislønin 2012. Tað eru miðlarnir, málnevndin, Nám og Mentamálaráðið, sum skipa fyri, og virðislønin verður framyvir nevnd »V.U. Hammershaimbs virðislønin« MÓÐURMÁLSVIRÐISLØN HØGNI DJURHUUS FÆR MÓÐURMÁLS­VIRÐISLØNINA 2012 Á móðurmálsdegnum 25. mars verður Móðurmálsvirðislønin 2012 latin Høgna Djurhuus fyri klummur, sum hann í mong ár hevur skrivað og borið fram í føroyskum miðlum. Klummurnar eru nýskapandi við sniðfundiga hugsaðum vinklum og málsligum snildum, fyrst í Útvarpi Føroya, síðan í bløðunum Fregnum, Vinnuvitan og Sosialinum. Høgni Djurhuus er hendinga snildur við penninum og dugir at spæla sær við málinum. Í klummunum bjóðar hann málinum av, gevur tí flog, samstundis sum hann krevur nógv av sínum lesarum. Lesarin, ið gevur sær stundir, varnast nógv tekstløg, sum hvørja viku gera miðlarnar fjølbroyttari. Fyri at hava ríkað móðumálið á henda hátt fær Høgni Djurhuus Móðurmálsvirðislønina 2012, sum Dimmalætting, Sosialurin, Kringvarp Føroya, Føroyska málnevndin, NÁM og Mentamálaráðið lata. Bjørn Kalsø Landsstýrismaður í mentamálum