mánadagur 26. mars 2012síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 26. mars 2012 · Nr. 37
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
um, at málið er livandi og vísti
á, at tað setir krøv til okkum,
nýta málið. Hann helt tað vera
sera hóskandi at hátíðarhalda
móðurmálið á føðingardegi
Hammershaimbs, sum hevur
havt so stóran týdning fyri
móðurmálið.
Bjørn Kalsø vísti eisini á,
at hóast vit ikki halda málið
verða hótt, so eiga vit at vanda
okkum væl um málið.
– Tí málið er so stórur part
ur av mentan okkara, málið er
livandi og liðiligt, og soleðis
skal tað vera, segði Bjørn
Kalsø.
Hann vísti eisini á tvær
yvirskriftir, sum vóru í bløð
unum um dagarnar. Onnur
var um nýggja airbussin hjá
Atlantsflog, hin um álit um
føroyska bátin.
– Hetta eru tvær útsagnir,
sum eru eyðkennandi fyri ta
tíð, vit liva í. Vit vilja fevna
um alt, bæði tað hátøkni
liga og framkomna, og so tað
næstan útdeyða eisini. Hetta
gera vit fyri at ganga í takt við
øll hini, sum vit samanbera
okkum
við.
Bátasmíð
er
útdoyggjandi, tí skriva vit eitt
álit. Men hóast airbussurin
kostar 250 milliónir krónur,
so keypa vit hann uttan at
skriva álit. Ein airbussur og
bátasmíð sama dag. Hetta
sigur eitt sindur um, hvussu
livandi føroyskt mál er. Vit
kunnu bara ímynda okkum,
hvat V. U. Hammershaimb
hevði sagt um airbussin, segði
Bjørn Kalsø.
At enda segði landsstýris
maðurin, at Mentamálaráðið
helt tað vera hóskandi, at
móðurmálsvirðislønin verður
nevnd »V.U. Hammershaimbs
virðislønin«
Ein maður, sum eg skrivi
um viðhvørt, plagar at siga,
tá heiðurslønir sum hendan
verða latnar fyri hetta ella
hatta:
“Harragud, er hatta tað
besta á hasum økinum.....
hvussu fanin er so alt hitt?”
Eg plagi at siga við hann,
at hatta er ein avgerð, sum
ikki kann kærast. Hon er
endalig.
Sum tey plaga at spyrja
flogbóltsspælarar:
“Høvdu tit roknað við at
vunnið í dag?”
Higartil
hevur
eingin
svarað ja. Enn minni, ja,
sjálvandi. Sjálvsálit er ikki
júst okkara tjóðareyðkenni.
Vit eru smæðin og lítillátin.
Hevði eg roknað við hes
um her? Bæði ja og nei, men
sjálvandi ikki, ja, sjálvandi.
Tí eg skilti tíðindini
um hendan máldagin, at
ætlanin var at heiðra góðum
máli í tíðindaflutningi.
Eg havi verið tíðinda
maður í 35 og hálvt ár, men
tað hevur eingin givið sær
far um enn.
Eg havi skrivað klummur
í okkurt um helvtina av
teirri tíðini. Og tað eg
fyri tær, at eg fái hendan
heiðurin.
So spyr onkur ítróttar
journalistur
í
Trimum
tveimum meg, um eg hevði
roknað við hesum her, so
svari eg “ja, sjálvandi. Eg
havi roknað við tí í nógv ár.”
Eg siti ikki á feysbukkuni,
so eg veit ikki, hvat fólk
halda um meg og tað, eg
fáist við.
Eg eri asosialur og tosi
ikki so nógv við fólk, og so
als ikki um meg sjálvan.
Tí er óført at fáa ein dóm,
eitt ummæli, sum grundgev
ingin í heiðurslønini er.
Tað byrjaði av álvara við
Náttarravnum í 1993. Tað var
ein semisadistisk fragd at
siga klokkan fýra minuttir
yvir midnátt leygarkvøld, at
í gjár var leygardagur, í dag
er sunnudagur og í morgin
er mánadagur. 80 prosent av
teimum, sum lurtaðu, vóru
stødd í einari uppgangandi
kenning, so tað dámdi teim
um lítið at hoyra, at í morgin
er mánadagur.
Nú er tað vorðið sjavin
istiskt at seta dupult kyn
á orð, ella skeivt kyn á orð,
sum umfata okkum øll.
So móðurmál, tað kunnu
vit menn ikki góðtaka. Eg
havi skotið upp at kalla mál
ið foreldramál, so ganga vit
ongum ov nær.
Móðurmál, ja, og føroysk
ur móðurmálsdagur. Eitt
sindur ørkymlandi, tí móðir
mín er donsk og tey 14 árini,
eg gekk í skúla, gekk eg í
skúla í Íslandi í tey tíggju,
hini
fýra
í
Svartaskúla
í Havn. Hann er reyður
uttan, men hann var svartur
innan.
Nú dagurin í ár er halg
aður fjølmiðlunum, fari eg
at nýta høvið til at siga mína
hugsan, og hon er sjálvandi
skilagóð, um fjølmiðlar og
málið.
Tað verður kravt av fjøl
miðlunum, meira enn av
nøkrum øðrum, at teir hava
eitt gott mál.
Gamaní. Men fjølmiðla
fólk hava gingið í somu
skúlum sum allir aðrir før
oyingar.
Og tað er ein sannroynd,
at føroyski skúlin megnar
ikki at læra føroyingar før
oyskt. Men hatta við máli
num er onkursvegna viðføtt,
so vit eiga ikki at deila
skúlan ov nógv. Eg hevði
til dømis rokning tey flestu
árini, eg gekk í skúla, men eg
dugi ikki at rokna.
Eg ræðist tann dagin, og
hann kemur, at eingin fær
starv sum fjølmiðlafólk utt
an at duga stavsetingina og
orðabókina uttanat ella utt
an at duga at benda Trónd.
Tað verður ein vanlukka
fyri føroyskar fjølmiðlar. Tí
tað eru fólk, sum eru fram
úr góðir journalistar, sum
veruliga duga tað yrkið, men
sum siga ella skrivar Svein
ur í hvønnfalli. Eg stemmaði
upp á Svein. Vit kunnu ikki
útihýsa teimum frá fjølmiðl
unum.
Eg veit, eg veit. Málið er
amboðið hjá miðlafólkið.
Nógv valaverk eru gjørd við
vánaligum amboðum. Til
dømis pyramidurnar.
So lat tað verða staðfest
eina
ferð
fyri
allar:
journalistikkur
er
ikki
mállæra.
Næsta vikuskiftið verður
so ræðuliga tómt her í Før
oyum, eingin luftbussur,
einki X-Factor. Hvat skulu
føroyingar tá gera annað
enn lesa Umafturafturum...
Eg takki fyri heiðurin.
Fútastovu, og tí er tann
gamli
Jørgen
Frants
Hammershaimb langabbi V.
U. Hammershaimb í faðirætt
og oldurabbi í móðurætt.
Pápi
Armgard
Mariu
Egholm,
Samuel
Egholm,
sum búði í Nýggjustovu
og sigldi úti, gekk burtur í
Miðalhavinum í 1796. Arm
gard Maria og Jørgen Frantz
fingu tvey børn, dreingin
Vensil og eldru gentuna
Maria Louvisu.
Jørgen Frantz Hammers
haimb var løgmaður á Steig
í Sandavági, og hann var
løgmaður, tá embætið varð
niðurlagt í 1816. Hann slapp
tó at sita á garðinum eina tíð,
men doyði í 1820, árið eftir at
lítli Vensil varð føddur. Eftir
tað flutti konan til Havnar
við børnunum, og tá flutti
hon inn til mammuna í
Nýggjustovu. Hon gjørdist
gomul, og livdi í 68 ár, eftir
at maðurin varð deyður og
doyði í 1888.
Tá Vensil kom til Havnar
og búði í Nýggjustovu, so
lá væl fyri at vitja abban,
fútan og navnan í Fútastovu,
sum læs við abbasoninum.
Hammershaimb
hevur
skrivað, at mentamaðurin,
hvalbingurin, Jens Davidsen,
eisini læs við honum. Jens
Davidsen
hevur
verið
framman fyri sína tíð á
nógvum økjum. Hann var
ikki lærdur maður, men hann
virkaði fleiri ferðir bæði sum
fúti og amtmaður og hevur
havt stóran mentanarligan
týdning. Hann kom ungur
til Havnar, hann læs hjá Jens
Christan Svabo (sum var
ommubeiggi V. U. Hammers
haimb, svágur fútan) – og var
ikki meira enn fjurtan ára
gamal, tá hann fór at arbeiða
á amtskrivstovuni. Hann var
eisini við til at stovna bóka
savnið, og eitt av álitisstørv
um hansara var at vera bóka
vørður.
Her kunnu vit so nevna,
at
Evensenbrøðurnir
úr
Hvalba, Jens Christian Even
sen, sum seinni gjørdist
próstur (pápi A. C. Evensen,
sum eisini var próstur), og
Joen Peter, sum gjørdist
keypmaður, vuksu upp hjá
Jens Davidsen. Teir vóru
presasynir úr Hvalba, og tá
bæði foreldrini doyðu frá
teimum, tók Jens Davidsen
teir til fosturs. So hansara
mentanarliga ávirkan kann
valla undirmetast.
Havnin var ein lítil býur
tá á døgum. Gongin var
høvuðsgøtan, og tá nýggj
kirkja varð reist í 1788 var
hon løgd norðan fyri býin.
Hendan býlingin, vit nú eru
í, nevndu tey »heima í Havn«.
Hin býlingurin – »úti í Havn«,
var úti á Reyni, har kirkjan
og prestagarðurin vóru.
Tað
er
í
hesum
umhvørvinum, at lítli piltur
in Vensil hevur dvælst síni
barnaár. Tað er her, hann
hevur fingið tann mentan
arliga førningin, sum hann
hevur havt við sær, tá hann
er farin víðari til Danmark
ar at nema sær útbúgving.
Og tað er kanska júst her,
at hann hevur skrivað sínar
fyrstu stavir og sett saman
orð – orð, sum kanska ikki
hava verið tey somu, sum
muðurin mælti á móður
málinum.
At velja føðingardagin
hjá V. U. Hammershaimb til
okkara móðurmálsdag haldi
eg vera eitt frálíkt hugskot.
At lata eina virðisløn – eina
móðurmálsviðrisløn hendan
dagin, haldi eg eisini er eitt
frálíkt tiltak.
Fyri okkum, sum dagliga
nýta málið, er hetta eisini
eitt frálíkt høvi at varpa nýtt
ljós á týdningin at brúka eitt
gott og livandi mál í almenna
rúminum.
Og at kenna til upprunan
og tær umstøður, sum málið
er ment undir kann bara
styrkja málsligu tilvitsku
okkara.
Latið okkum taka orðini
hjá Námi til okkara, at »hvør
dagur er móðurmálsdagur«.
Journalistikkur
er ikki mállæra
Vit prenta her røðuna, sum
Høgni Djurhuus helt, eftir at
hann fekk Móðurmálsvirðis
lønina 2012 á føðingardegi
Hammershaimbs 25. mars: