mánadagur 26. mars 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. mars 2012 · Nr. 37
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Føroyska oljufelagið, Atlantic
Petroleum, hevði aðalfund
leygardagin, og í tí sambandi
vórðu viðtøkurnar broyttar.
Upplýst var, at størsti
partabrævaeigarin, Eik Banki
Føroya, fríggjadagin seldi
3,3% av sínum partabrøvum í
felagnum, soleiðis, at bankin
nú eigur 6,705% av samlaðu
partabrøvunum í Atlantic
Petroleum.
Talan var um eina sølu
av
176.130
partabrøvum,
allarhelst til kursin, sum
var galdandi fríggjadagin,
á 169,5. Hetta merkir, at Eik
Banki Føroya fekk smáar
30 milliónir fyri hesi parta
brøvini.
Tað merkir samstundis, at
ognarparturin hjá Eik Banka
Føroya fór úr 10,02% niður í
6,705%.
Eisini
varð
samtykt,
at stjóri og leiðsla skuldi
lønast fyri gott úrslit við
partabrøvum.
- Hetta hendir yvir eitt
tríára tíðarskeið, og slíkt
skal
fráboðast
børsinum
framman
undan.
Hetta
virkar á tann hátt, at vit
verða sammettir við ein bólk
á 25 feløg, og megna vit at
liggja í miðjuni úrslitarliga,
merkir tað, at vit fáa útgoldið
25% av sonevnda »Grant of
Options«, sigur Ben Arabo,
stjóri.
Megnar felagið at liggja í
ovasta fjórðinginum í hesum
tríára tíðarskeiði, útloysir tað
100% av Total Shareholder
Return (TSR).
Hetta
merkir,
at
Ben
Arabo fær 8.849 partabrøv,
meðan starvsfólk og leiðsla
fáa samlað 13.503 partabrøv
at deila eftir einum nærri
løgdum leisti.
Fyri Ben Arabo merkir
tað eitt virði á beint undir
1,5 milliónir krónir, og fyri
starvsfólk og leiðslu eitt
samlað virði á smáar 2,3
milliónir krónur.
Avtaka markið
Ein onnur samtykt á aðal
fundinum var at avtaka 20%
markið, sum annars skuldi
forða fyri, at ein einstakt
felag ella einstaklingur kann
eiga meira enn 20% av felag
num.
Hetta hevur tó í fyrsta
umfari ongan praktiskan
týdning, tí størsti eigarin var
Eik Banki Føroya við 10,02%
av
partabrøvunum.
Men
hesin ognarpartur er mink
aður viður í 6,705%, eftir at
bankin fríggjadagin seldi
176.130 av teimum 263.130
partabrøvunum, sum bankin
átti í Atlantic Petroleum.
Eik Banki Føroya eigur
tískil nú 187.000 partabrøv í
føroyska oljufelagnum.
Avtøkan av 20% marki
num merkir, at ein einstakur
partabrævaeigari nú kann
keypa meirilutan av Atlantic
Petroleum, men sum longu
nevnt eru partaeigararnir
spjaddir, og eingin eigur
longur so nógv sum 10% av
felagnum.
Atlantic Petroleum kunn
gjørdi fyrr í mánaðinum
ársúrslitið, sum vísti eitt
avlop á góðar 126 milliónir
krónur, sum var heldur lakari
enn roknað var við framman
undan. Felagið roknar tó við
einum størri avlopi í ár.
Tað eydnaðist ikki at
fáa orðið á Birgir Durhuus,
nevndarformann í Atlantic
Petroleum, áðrenn evsta
mark hjá blaðnum.
Leo Poulsen
Hesin djúphavsbrunnur ligg
ur á Corona rygginum nær
við Rosebank fundið hjá
Chevron, og nær við føroyska
markið. North Uist leitimiðið
er stórt, og eru møguleikar
fyri, at fleiri jarðgoymslur
finnast á loyvinum. Ein av
teimum møguligu ovaru jarð
goymslunum liggur á kanti
num á Cardhu leitimiðinum,
har møguleiki er fyri at finna
oljuberandi sand.
Fyri
at
minka
um
kostnaðin á einum øki, har
leitikostnaðurin er høgur,
hevur tað eydnast felagnum
at fáa onnur oljufeløg at
»farma inn«, og bera ein lut
falsliga størri part av kost
naðinum.
BP er fyristøðufelag á
loyvinum og eigur 47,5%;
Stena Carron boriballurin
er leigaður at bora á loyvi
num. Hini oljufeløgini, sum
luttaka, eru CIECO Explora
tion and Production (UK)
Limited (6,25%), Idemitsu
E&P Limited (5%) og Nexen
Petroleum
U.K.
Limited
(35%).
Felagið er sera fegið um,
at nú verður borað aftur á
einum av okkara kjarnuøk
um. Stórir møguleikar er á
North Uist leitimiðinum, ið
liggur nær við fleiri týðandi
fund á Corona rygginum, so
sum Rosebank og Cambo.
Hildið verður eisini fram
við leitiboringum á norskum
øki, har Clapton brunnurin
skal borast í norska partinum
av
Norðsjónum,
Faroe
Petroleum er fyristøðufelag
og eigur 40%, og síðani skal
Cooper leitibrunnurin borast
á Halten Terrace í Norska
Havinum.
Faroe Petroleum
borar nú á
North Uist
North Uist verður nú boraður
Faroe Petroleum boðar frá, at felagið nú er byrjað at bora á North Uist
leitimiðinum vestanfyri Hetland. Felagið eigur 6,25% av loyvinum
Atlantic Petroleum
avtekur 20%-markið
Á aðalfundinum leygardagin hjá
føroyska oljufelagnum var ein
av samtyktunum, at tað 20%
markið, ið avmarkaði ognarpartin
hjá einum einstøkum felag ella
einstaklingi, er tikið burtur
Klárar Ben Arabo, stjóri í
Atlantic Petroleum, saman
við starvsfólki sínum at fáa
eitt gott úrslit komandi trý
árini, fellur ein bonus til hann
og starvsfólk og nevnd upp á
ávikavist 1,5 og 2,3 milliónir
krónur – í partabrøvum