mánadagur 26. mars 2012síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
11
Sosialurin
Effodeildin farin á rull
Alt um fyrsta umfar har føroya
meistararnir vunnu í evstu løtu
Fótbóltur s18-21
Mjølnir fyri trettandu ferð
Mjølnir setti eina tjúkka striku undir, at kvinnurnar eru tær mest vinnandi av øllum
ígjøgnum árini, tá tær annað árið á rað dugdu at seta Fleyr upp á pláss í FM-finalunum
Flogbóltur s14-15
Ítróttarblaðið
Í morgin verða tað fýra mánaðir,
inntil olympisku leikirnir verða
settir í London. Føroya fremsta
ítróttarfólk
nakrantíð,
Pál
Joensen, fór fyri fleiri árum síðani
undir niðurteljingina til størstu
avbjóðingina, sum tað ber til hjá
ítróttarfólkum at fáa, og í vikuskift
inum talaðu úrslitini fyri, at Pál er
á rættari leið.
Hvussu tað fer at hilnast í
London um gott og væl 120 dagar
fer tíðin at vísa. Frá hósdegnum
og inntil í gjár luttók Pál í Danish
Open, sum var í Keypmannahavn,
og har var einki at rafla um. Pál
vann tríggjar kappingar, og hann
var høvuðsmaðurin fyri, at tað
leygarkvøldið eydnaðist dønum at
kvalifisera seg til liðkappingina í
200 metra frísvimjing.
Í hesi síðstu kappingini setti
danska liðið norðurlendskt met.
Tað var merkisvert, tí higartil
hevur tað verið soleiðis, at í mann
fólkasvimjingini hava sviar átt
øll tey norðurlendsku metini í lið
svimjingini.
Nú er vent í holini, og tað er
fyrst og fremst okkara Pál Joensen
fyri at takka!
joannes@sosialurin.fo
Pál telur niður