Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. mars 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 43 - 3. mars 2004 Nr. 43 - 3. mars 2004 3 Tað kom óvart á hjá 34 ára gamla Jarvin Feilberg Hansen, tá hann leygardagin gjørdist formaður fyri 1400 starvs- felagar, harav fleiri enn níggju av tíggju eru kvinnur Jón Brian Hvidtfeldt Mánadagin var fyrsti ar- beiðsdagur hjá nýggja for- manninum í Føroya Peda- gogfelag. 34 ára gamli Jarvin Feilberg Hansen hevur nógv um at vera, tá Sosialurin roynir at fáa orðið á hann eftir døgurða. Sum nýggjur í nevndini er nógv at seta seg inn í, og tveir fundir eru á skránni seinnapartin. Fyrst skal hann á fund við Starvs- mannafelagið og síðan við Tórshavnar Býráð. Til viðgerðar er nógv umrøddi spurningurin, nær starvs- fólk í høvuðsstaðarkomm- ununi kunnu loyva sær at fara frá arbeiði, millum annað til jarðarferð. – Eg má siga, at tað kom rættuliga óvart á hjá mær, at eg skuldi gerast formað- ur. Nakrir limir í Klaksvík skutu meg upp sum for- mansevni, og endin var so, at eg varð valdur, greiðir Jarvin Feilberg Hansen frá og heldur fram: – Dagin eftir heitti eg á Ann Elisabeth Hansen, ið var næstformaður í gomlu nevndini, um at hjálpa mær við at seta meg inn í við- urskiftini, og hon hevur verið mær ein stór hjálp, greiðir Jarvin frá, tá vit hitta hann aftur eftir loknan arbeiðsdag í nýggja starv- inum. Á aðalfundinum leygar- dagin vóru tað júst Jarvin og Ann, ið stríddust um for- manssessin eftir at Carita Bjørklund valdi ikki at stilla upp aftur. Tá avtorn- aði fekk Jarvin 100 at- kvøður fleiri enn Ann. Men formaðurin leggur dent á, at valstríðið er av, og at tað nú snýr seg um at arbeiða saman. – Eg kenni meg væl í starvinum og havi nógvar ætlanir, greiðir Jarvin Feil- berg Hansen frá og nevnir millum annað, at pedagog- felagið eigur at gerast meira sjónligt í samfelag- num. Føroya Pedagogfelag hevur ikki færri enn 1400 limir, og hesir eiga at gerast meira virknir innan felagið, heldur nývaldi formaðurin. Sum liður í hesum skal fe- lagið skipa fyri limafund- um kring landið, har lim- irnir fáa høvið at siga sína hugsan og annars kunna seg um felagið. – Okkara limir skulu í størri mun merkja, at teir eru limir í einum fakfelag, sigur Jarvin Feilberg Han- sen. Harumframt skal heima- síða felagsins byggjast út við fakligum tilfari og eisini gerast eitt kjakforum fyri limirnar. Ein onnur uppgáva verður at saman- tvinna ymsu fakbólkarnar í Føroya Pedagogfelag. Her verður serliga hugsað um serstovnaøkið og dag- stovnaøkið. Eisini skal felagið arbeiða fyri at betra um arbeiðsumstøðurnar hjá teimum, ið arbeiða sum stuðul. Fleiri menn Higartil hevur pedagog- fakið verið merkt av sera ójøvnum kynsbýti, har kall- kynið einans eigur sera lítlan brotpart. Men hetta má broytast, heldur Jarvin Feilberg Hansen. – Mong hava framvegis ta fatan, at pedagogfakið er fyri kvinnur, men hetta mugu vit fáa broytt, tí stór- ur tørvur er á mannligum pedagogum, vísir formað- urin á. Hann leggur afturat, at í so máta kann valið av ein- um mannligum formanni kanska skunda undir til- gongdina av mannfólki til fakið. Men samtíðis er tað eing- in loysn at seta kvotu á út- búgvingarplássini fyri at tryggja javnari kynsbýti á tann hátt, heldur formaður- in. – Nei, tað má altíð vera førleikin, ið er avgerandi fyri, um tú sleppur á skúla. Harafturímóti mugu vit royna at eggja monnum til at søkja plássini, vísir Jarvin Feilberg Hansen á. Í farloyvi Seinastu árini hevur Jarvin Feilberg Hansen verið leið- ari í sambýlinum á Bónda- heyggi 14 í Havn. Men for- manssessurin í Føroya Pedagogfelag er fulltíðar- starv, og tískil fer hann í farloyvi úr hesum starvi, fyribils til formansval aftur verður á skránni um tvey ár. Jarvin Feilberg Hansen hevur ikki áður sitið í nevndini í Føroya Pedagog- felag, men hann hevur ar- beitt innan pedagogøkið síðan 1989. Harumframt hevur hann seinastu trý árini verið virkin í felag- num Javna. Peda- gogarnir fingið formann - Mong hava framvegis ta fatan, at pedagogfakið er fyri kvinnur, men hetta mugu vit fáa broytt, tí stórur tørvur er á mannligum pedagogum, sigur nývaldi formaðurin í Føroya Pedagogfelag, Jarvin Feilberg Hansen Mynd: Álvur Haraldsen Umleið 450 limir vóru møttir til aðalfundin hjá Føroya Pedagogfelag leygardagin. Spenningur var um formansvalið, men tá avtornaði fekk Jarvin Feilberg Hansen 100 atkvøður fleiri enn Ann Elisabeth Hansen Mynd: Finnur Justinussen Í sínum roknskapum fyri 2003 hava stóru peningastovnarnir tilsamans burturlagt og avskrivað yvir 400 milliónir krónur, í høvuðsheitum orsak- að kreppuna í ali- vinnuni, sum stendur á einum vegamóti. - Vit hava burturlagt stóran part av tí, sum vit hava í alivinnuni, sigur Marner Jacob- sen, stjóri í Føroya Sparikassa, ið heldur tað vera alneyðugt við útlendskum kapitali, skal vinnan hóra undan Jón Brian Hvidtfeldt Gongdin í alivinnuni seinnu árini fekk Føroya Sparikassa at burturleggja og avskriva stóran part av tí, sum Sparikassin hevur útistandandi í hesi vinnu. Sparikassin kom í síðstu viku við einum roknskapi, ið vísti 128,8 milliónir krónur í halli, og peninga- stovnurin setti heilar 309 milliónir av til burturlegg- ingar og avskrivingar. Hóast Marner Jacobsen, stjóri í Føroya Sparikassa, vísir á, at størsti parturin er burturleggingar, tað vil siga pengar, ið Sparikassin ikki reelt hevur mist, men sum vandi er fyri verða mistir seinni, so er myndin ikki til at fara skeivur av. – Alivinnan hevur verið í djúpari kreppu í fleiri ár, og sum útlitini eru nú, er lítið sum bendir á, at gongdin vendir, sigur Marner Jacob- sen. Stjórin í Føroya Spari- kassa vísir á, at í fjør var út- boðið av laksi á evropeiska marknaðinum umleið 80.000 tons størri enn frammanundan væntað, og av hesum áttu norðmenn 82 prosent. Og seinastu met- ingarnar vísa, at norðmenn eisini fara at seta nógv út í ár, og at stóra útboðið tískil eisini er væntandi komandi árini. Tað ávirkar so prísin skeiva vegin. Eingin eginpeningur Fyri føroysku alivinnuna er trupulleikin, at eginpen- ingurin er burtur. Og við ongum eginpeningi er ógjørligt hjá alarum at fáa fígging til at seta nýtt smolt út. Fyri at lýsa gongdina higartil kann nevnast, at Sparikassin í 2001 fíggjaði útseting av 7,3 milliónum smoltum, í 2002 var talið 6,7 milliónir smolt, og í fjør fíggjaði Sparikassin einans útseting av 2,2 milliónum smoltum. Sparikassin hevur somu- leiðis havt omanfyri hálva milliard útistandandi í alivinnuni, men upphæddin er støðugt minkandi, so hvørt sum laksurin í ring- unum verður tikin og seld- ur, sigur Marner Jacobsen. Tí Sparikassin fíggjar sum er ikki nógva útseting av smolti. - Eg vænti, at í heyst, tá fullbúni laksurin er tikin, standa bert útlánini í "an- leggunum" eftir, sigur Marner Jacobsen. Hann vísir á, at frá tí, at avgera um at framleiða smolt til laksurin verður tikin, ganga millum tvey og hálvt triðja ár, og hetta tíðarskeið eru pengar bund- nir í fiskinum. Tí er alivinn- an trupul at stýra. Sparikassastjórin metir tað vera av alstórum týdn- ingi, at útlendskur eginpen- ingur kemur inn í ali-vinn- una. – Vit hava sæð eitt dømi um eina "rekonstruktión" av einum alibrúki í Suður- oynni (Faroe Farming, blm.) við føroyskum kapi- tali, men hetta er eitt ein- dømi. Marner Jacobsen vísir á, at kemur ikki útlendskur kapitalur í alivinnuna, so er mest sannlíkt, at vinnan verður á sera lágum støði komandi árini. – Í næstum skal avgerð takast um, hvørt smolt skal setast út í ár ella ikki. Hendir einki, og kemur ikki nýggjur kapitalur inn í vinnuna, so verður lítið og einki sett út, sigur Marner Jacobsen. Skaðin hendur Sigurð Poulsen, stjóri í Landsbankanum, sigur at vánaligu úrslitini hjá pen- ingastovnunum fyrst og fremst vísa støðuna, sum hon hevur verið. – Í alivinnuni er skaðin hendur, og spurningurin er, hvussu langa tíð tað tekur at byggja vinnuna uppaftur. Hvussu skjótt fáa vit tam- arhald á ILA, hvussu verð- ur prísurin, og fær alivinn- an nýggjan eginpening? Viðvíkjandi tí seinasta metir Sigurð Poulsen, at tað er gott fyri búskapin, um útlendingar fáa loyvi at keypa seg inn í alivinnuna. – Men tað er ein fortreyt, at ein vísir ein vilja og trýr uppá, at útlit eru fyri ali- vinnuna. Tí trúgva vit sjálvi ikki uppá hesa vinnu, so er tað ein spurningur, um útlendingar vilja seta pen- ing í alivinnuna, sigur landsbankastjórin. Dregur á luftina Sigurð Poulsen sigur, at út- litini fyri føroyska búskap- in eru ikki so góð sum tey hava verið, men at støðan ikki er "katastrofal", sum hann málber seg. - Vøksturin í inntøkunum steðgar og fer helst at venda til eina afturgongd, og arbeiðsloysið fer at vaksa. Sambært nýggjastu útlit- unum hjá Landsbankanum verður talan um eitt fall í bruttotjóðarúrtøkuni uppá eitt prosent. Hvat peningastovnunum viðvíkur vísir Sigurð Poul- sen á, at teir eru væl fyri, og tola eina afturgongd. – Sjálvur haldi eg, at fólk hava álit á bankunum, og tað hava tey eisini orsøk til at gera. Eisini eri eg sann- førdur um, at peningastovn- arnir hava sett nóg nógv av móti tapi í alivinnuni, sigur Sigurð Poulsen. Kalt vatn í blóðið Hóast úrslitið hjá Spari- kassanum fyri 2003 gjørd- ist vánaligt, so væntar Marner Jacobsen at úrslitið fyri í ár verður gott. – Vit hava burturlagt stóran part av tí, sum vit hava í aliv innuni, og tískil fer kreppan í hesi vinnu neyvan at ávirka árið í ár stórvegis, sigur Marner Jacobsen. Hann væntar, at tá av- tornar verður úrslitið betri enn í 2002, tá Sparikassin hevði 66 milliónir í yvir- skoti. Fyrsta januar í ár vóru liðin 10 ár síðan Føroya Sparikassi fór at fíggja vinnulívið. Í dag umboðar fiskivinnan, alivinnan íroknað, 13 prosent av samlaðu útlánunum hjá Sparikassanum, ið við árslok vóru 3,9 milliardir krónur. – Hóast niðurgongd í fiskivinnuni, bæði á sjógvi á landi, og hóast aðrar vinnur á landi eisini merkja eina afturgongd, so eiga vit ikki at vera ov døpurskygd, metir stjórin í Sparikass- anum. Hesum er stjórin í Lands- bankanum, Sigurð Poulsen, samdur í. Hann vísir á, at vinnulívið í stóran mun hevur nakað at standa ímóti við, og tískil tolir eina aft- urgongd í búskapinum. Alivinnan á einum vegamóti Føroya Sparikassi setti í fjør yvir 300 milliónir krónur av móti tapi. Burturleggingarnar og avskrivingarnar skyldast í høvuðsheitum kreppuna í alivinnuni, sigur Marner Jacobsen, stjóri í Føroya Sparikassa, ið eftirlýsir útlendskan kapital í vinnuna, skal hon hóra undan – Peningastovnarnir eru væl fyri og tola eina afturgongd, sigur Sigurð Poulsen, stjóri í Landsbankanum C M Y K 3 2