mikudagur 3. mars 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 43 - 3. mars 2004
Nr. 43 - 3. mars 2004
5
Fíggjarlógin fyri í ár
fer at hava eitt undir-
skot upp á hundrað-
tals millliónir, sigur,
Bárður Nielsen,
fíggjarmálaráðharri
FÍGGJARLÓG
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Fíggjarlógin fyri í ár, fer
at hava eitt undirskot upp á
hundraðtals milliónir.
Tað váttar Bárður Niels-
en,
landsstýrismaður
í
fíggjarmálum nú fyri Sosi-
alinum.
Samgongan hevur arbeitt
av øllum alvi við at snikka
eina fíggjarlóg fyri í ár til.
Men nú er so langt útlið-
ið, at tað verður trupult at
gera nakrar serligar tillag-
ingar á fíggjarlógina, legg-
ur hann afturat.
Hann sigur, at hann miðj-
ar ímóti at leggja uppskotið
til fíggjarlóg fyri Løgtingið
um 14 dagar.
Hann vil ikki siga nakað
um, hvussu botnreglan á
fíggjarlógini fer at síggja
út.
Men at talan verður um
eitt stórt, reytt tal, er hann
sannførdur um.
– Talan verður um eitt
stórt undirskot, sigur hann.
Framskrivingar hava víst, at
sum gongdin er nú og onki
verður gjørt, fer undirskot-
ið at verða yvir 400 milli-
ónir.
Men so stórt verður tað
ikki, leggur landsstýris-
maðurin afturat.
Men hann sigur, at talan
verður um eitt undirskot
uppá hundraðtals milliónir.
– Tað er eitt gott boð at
siga, at undirskotið fer at
verða onkustaðni ímillum
einar 200 til 300 milliónir,
sigur hann.
Hann sigur, at undirskot-
ið skal fíggjast við tí, sum
stendur í landsbankanum.
– Innistandandi í lands-
bankanum skal brúkast
fyrst, tí at taka lán verður
avgjørt síðsti útvegur, sigur
landsstýrismaðurin.
Trupult at skerja
útreiðslurnar
Hann sigur, at landsstýrið
arbeiðir nú fyri at gera
ymsar tillagingar fyri at fáa
útreiðslurnar niður.
– Men tað er ógvuliga
trupult, tí flestu útreiðsl-
urnar eru lønir og nógvar
aðrar útreiðslur eru lógar-
bundnar. Tað merkir, at tað
tekur langa tíð at fáa tillag-
ingar at virka.
– Tað tekur langa tíð at
broyta lógirnar og tí verður
tað ikki í ár, at vit koma at
merkja nakað stórvegis til
tær tillagingar, sum vit ætla
at gera og sum krevja lógar-
broytingar.
– Men ætlanin er so at
fremja hesar lógarbroyting-
ar í ár so at vit fáa fulla
nyttu av teimum næsta ár.
Hann vil ikki siga, hvørj-
ar tillagingar, ella sparing-
ar, samgongan hugsar um,
vil hann ikki siga, tí enn er
samgongan ikki liðug at
viðgera málið.
Men hann sigur, at ætlan-
in er ikki at skerja tað, sum
vit vanliga skilja við væl-
ferðartænastur.
– Men tað eru tænastur,
sum ikki virka eftir ætlan
og tær eiga at verða broytt-
ar.
Hann vil heldur ikki
nevna, hvat hann hugsart
um, tí samgongan er ikki
liðug at viðgera málið.
– Kunnu vit vænta okk-
um, at samgongan fer at
hækka avgjøld, ella at seta
fleiri avgjøld í gildi?
– At hækka avgjøld er tað
sama sum at hækka skattin,
so tað er ikki ætlanin. Men
vit skulu aldrin siga aldrin,
soleiðis sum støðan er, tí vit
vita ikki, hvussu búskapar-
liga støðan verður.
Bárður Nielsen sigur, at í
Føroyum gongur búskapur-
in ógvuliga skjótt hvønn
vegin.
– Allur búskapurin er
bundin at fiskaprísinum,
Lækkar hann, versnar støð-
an í samfelagnum ómeta-
liga skjótt. Men hækkar
hann aftur, batnar støðan
líka skjótt aftur og eg ivist
ikki í, at fiskaprísirnir fara
at hækka aftur. Vit hava ein
ótrúliga viðkvæman bú-
skap og trupulleikarnar nú,
fáa vit onki gjørt við, tí or-
søkirnir til prísfallið eru
virðið á dollaranum og
støðan á heimsmarknaðin-
um og tað fáa vit onki gjørt
við.
Tú tosar um at gera til-
lagingar í fíggjarlógini og
at spara. Verður talan um
uppsagnir?
– Nei, tað er heldur ikki
ætlanin, tí tað vildi verið at
skumpa undir eina aftur-
gongd og sostatt kann tað
verða við til at skapa eina
óneyðuga kreppu, sigur
Bàrður Nielsen.
– Vit ætla at halda fast
um skattalættan til
tað síðsta, men sum
útlitini eru nú, verður
tað trupult, sigur
Bárður Nielsen,
landsstýrismaður í
fíggjarmálum
SKATTALÆTTI
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Vit fara at halda fast um
skattalættan til tað síðsta.
Men sum støðan er í løtuni,
verður tað trupult.
Bárður Nielsen, lands-
stýrismaður í fíggjarmál-
um, sigur, at sum støðan er,
kann tað verða ómetaliga
trupult hjá samgonguni at
røkka ætlanini um at lækka
skattin.
Samgongan hevur sett
sær fyri at lækka skattin 60
milliónir um árið, ella 240
milliónir
tilsamans
tey
næstu fýra árini.
Samstundis var skatta-
lættin høvuðsboðskapurin
hjá sambandsflokkinum í
valstríðnum.
Men hóast ein sambands-
maður er settur á kassan, er
tað als ikki sagt, at sam-
gongan megnar at halda
lyftið um skattalætta.
Herfyri váttaði Jóannes
Eidesgaard, løgmaður, fyri
sosialinum, at sum støðan
er í løtuni, verður tað sera,
sera trupult at veita skatta-
lætta.
Og Bárður Nielsen er
heldur ikki longur so heilt
vísur í, at tað fer at eydnast
samgonguni at seta skatta-
lættan í verk.
– Bæði undir valstríðnum
og tá ið samgongan varð
skipað, vistu vit ikki at
støðan í samfelagnum var
so vánalig, sum hon er og
sum útlitini eru nú, kann
tað vera trupult at lata
skattalætta, sigur Bárður
Nielsen.
Men hann leggur dent á,
at samgongan fer at halda
fast um fráboðaða skatta-
lættan til tað síðsta.
– Vit hava skrivað í sjálvt
samgonguskjalið, at vit
skulu lækka skattin og tað
halda vit fast um til tað
síðsta.
Skattatrýstið hækkar
Bárður Nielsen sigur, at
verður skatturin ikki lækk-
aður 60 milliónir, førir tað
við sær, at skattatrýstið í
veruleikan um hækkar.
Tað kemst av, at eftir sátt-
málunum fara lønirnar at
hækka og tí flyta nógvir
løntakarar upp í ein hægri
skattastiga.
Bara fyri at halda skatta-
stigan óbroyttan hjá skatt-
gjaldaranum, kostar 60
milliónir. Lækka vit ikki
skattin, er talan sostatt um
eina skattahækking upp á
60 milliónir.
– Lækka vit ikki skattin,
fer
skattainntøkan
hjá
landskassanum sostatt at
hækka 60 milliónir, um so
er, at ongar aðrar fortreytir
broytast.
– Talan er sostatt um eina
skattahækking hjá fólki.
Tí heldur Bárður Nielsen,
at tað er ikki meiri enn
rímiligt at lækka skattin 60
milliónir.
– Lækka vit skattin 60
milliónir, hevði tað sostatt
eisini ført við sær, at lands-
kassin hevði fingið tað
sama inn í skatti, sum árið
fyri, um annars ongar aðrar
fortreytir broytast.
– Tað fer ikki at minka
um skattainntøkurnar hjá
landskassanum, tí samstun-
dis hækka lønirnar.
Men landsstýrismaðurin
sigur, at sum útlitini eru nú,
er
búskaparliga
støðan
versna og spurningurin
verður, hvat ber til.
Fáa einar 200-300
milliónir í undirskoti
Antin lata við skattalætta ella hækkar skattatrýstið
Tá ið samgonguskjalið varð undirskrivað, var ein hin fremsti boðskapurin til Føroya Fólk, at skatturin skuldi lækka. Men
grundarlagið undir hesum lyftinum er longu farið at ridla, tí samgongan sigur, at búskaparliga støðan samfelagnum er verri enn
hon væntaði
Lívið stóð ikki til at bjarga
Mánamorgunin small
skiparin á Kvikki,
Hans Oluf Johannes-
sen, um umborð á
skipinum, sum var 21
fjórðingar norður úr
Kallinum. Tyrlan hjá
Sjóbjargingarstøðini
fór eftir honum, men
tíverri var ov seint.
Lívið hjá honum stóð
ikki at bjarga
DEYÐSFALL
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Mánadagin andaðist 50 ára
gamli Hans Oluf Johannes-
sen úr Klaksvík. Hann var
skipari umborð á Kvikki,
sum var í fiskiskapi.
Torleif Sigurðsson, reið-
ari, sigur, at Hans Oluf
legðist sjúkur við fepri um-
borð. Men hann versnaði
skjótt, og manningin av-
ráddi tí, at ikki var ráðiligt
at hava hann verandi um-
borð.
Reiðarin sjálvur boðaði
alarmsentralinum frá, sum
koyrdi boðini víðari til
Sjóbjargingarstøðina.
Tyrlan fór úr Vágunum
klokkan 10.40 og góðar 20
minuttir seinni var hon á
staðnum. Skjótt varð borið
at og eitt korter seinni fór
tyrlan avstað við skipar-
anum.
Hon kom til Klaksvíkar,
beint áðrenn klokkan var
hálvgum tólv, og Hans Oluf
varð fluttur beina leið á
Klaksvíkar sjúkrahús. Men
tað var tíverri ov seint, og
hann var deyður, tá hann
kom fram.
Bóru skjótt at
Torleif Sigurðsson sigur, at
bjargingararbeiðið
gekk
sera skjótt og professionelt
fyri seg, og hann rósar
teimum fyri teirra arbeiði.
– Eg haldi, at tað er sera
týdningarmikið at gera vart
við, at bjargingararbeiðið
gekk bæði skjótt og væl,
men tíverri stóð lívið hjá
honum ikki til at bjarga,
sigur Torleif Sigurðsson,
reiðari.
Hann heldur fram, at
Kvikk kom inn á Klaksvík
um áttatíðina týsmorgunin.
Veiðan verður løgd upp, og
so síðani verður Kvikk
lagdur, inntil viðurskiftini
eru fingin uppá pláss.
Skiparin á Kvikki Hans Oluf
Johannessen gjørdist sjúkur
umborð á skipinum. Hóast
skjótt varð borið at, stóð lívið
hjá honum ikki til at bjarga
Árliga várframsýn-
ingin hjá Listasavni
Føroya bjóðar ikki
fleiri listafólk enn
vanligt. Men nógv
fleiri verk eru við á
framsýningini, sum í
ár tekur væl meiri
pláss enn undanfarin
FRAMSÝNING
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Kári Svensson, sum er ein
av limunum í úrvalsnevnd-
ini, sigur, at várframsýn-
ingin í ár, er væl meiri um-
fatandi enn undanfarin ár.
Her hugsar hann serliga
um, at tey í ár hava lagt seg
meiri eftir at geva hvørjum
einstøkum listaverki betur
pláss.
Verkini eru eisini væl
fleiri í tali í ár. Vanliga
plaga tey at vera millum 80
og 100 í tali, men í ár verða
heili 111 listaverk við á
framsýningini, sum letur
upp fríggjadagin 6. mars
klokkan 16.
Tað er somuleiðis nakað,
sum er øðrvísi í ár. Vanliga
letur framsýningin upp
leygardag, men í ár hava
tey so valt at hava ferniser-
ing fríggadagin. Meðan
várkonsertin
tó
verður
leygarkvøldið klokkan 20.
Færri professionell
Kári Svensson sigur, at
nakað væl yvir helvtina av
teimum, ið sendu inn, eru
tikin burtur. Men hóast tað,
so saknaðu tey í úrvals-
nevndini fleiri av teimum
professionellu limunum.
– Tað er eitt sindur av
einum vónbroti, at tað letur
til, at fleiri av okkara meira
professionellu her á landi,
ikki hava lagt seg so nógv
eftir at stilla fram til
várframsýningina í ár, sigur
Kári Svensson, sum sam-
stundis eftirlýsir nakað av
nýskapanum
frá
somu
fólkum.
Men hann nevnir tó eina.
Rannvá Mortensen, sum
hevur nakað nýskapandi og
spennandi við á framsýn-
ingini.
– Tað eru sjálvandi fleiri
við, men tað er ikki fjøldin,
sigur Kári.
Várframsýningin
letur
sum sagt upp fríggjadagin
klokkan 16, og hon verður
hangandi uppi til tann 28.
mars.
Hugnakvøld í
Skálanum
Stórt hugnakvøld við
borðhaldi og dansi í
Skálanum verður
leygarkvøldið 6.
mars klokkan 20
TÍÐINDASKRIV
post@sosialurin.fo
Seinasta vár skipaði Stuð-
ulsfelagið "Dragin" fyri
einum
hugnakvøldi
í
Skálanum, og av tí at
undirtøkan var so góð, er
ætlanin at royna tað aftur
og at hava eitt slíkt
hugnakvøld
leygar-
kvøldið 6. mars .
Kl. 20 byrjar borðhald-
ið við smyrjubreyði við
føroyskum viðskera. Síð-
ani verður sangur við tón-
leiki og vónandi eisini
okkur skemtiligt undir
borðhaldinum.
Eisini
verður ein stutt fram-
sýning, har "Dansihugni"
fer at vísa fram nakar
fólkadansir.
Kl. 23 lata hurðarnar
upp
fyri
almennum
gamlamannadansi. Í ár er
tað tann kendi bólkurin
"Lagamenn" úr Hvalba,
sum fara at spæla sín
frálíka góða, gamla dansi-
tónleik.
Tey, ið ynskja at til-
melda seg til borðhaldið
og dansin kunnu ringja á
tlf 456661 ella 456282.
Tað er ikki neyðugt at
tilmelda seg, um ein bert
kemur til dansin, sum
byrjar kl. 23.
Kostnaðurin fyri borð-
haldið og dansin er 180
kr, men fyri dansin er tað
120 kr.
Aftur í ár skipar stuðlafelagið Dragin fyri borðhaldi og
dansi í Skálanum í Klaksvík
Úrvalsnevndini til várframsýningina í ár: Bárður Jákupsson, Kári Svensson og Jóna Rasmussen
Mynd: Álvur Haraldsen
Størri várframsýning
C
M
Y
K
5
4