Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. mars 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 43 - 3. mars 2004 Nr. 43 - 3. mars 2004 7 Mánakvøldið var samkoma í Ung- mannafelagnum Eydnuni á Oyrar- bakka í samband við, at Lions Club Eystur- oy handaði felagnum ein kekk uppá 30.000 krónur. Peningurin verður nýttur til nýtt ljóðanlegg til felags- húsið, og á samkom- uni fingu tey, sum møtt vóru, rættiliga at hoyra, at hetta er ein góð íløga, sum Eydnan hevur gjørt SAMKOMA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Ljóðanleggið er sett upp og tey, ið standa aftanfyri fe- lagið, eru væl nøgd við úrslitið. Væl av fólki vóru møtt til samkomuna í Eydnuni mánakvøldið, har borðreitt varð við fiskasuppu við eitt nú rækjum og jákupsskel uppi í. Afturvið vóru bollar og smør. Alt sera væl smakkandi. Hóast formað- urin í Lions Club Eysturoy er kendi fuglfirðingurin, Poul Rustin, sum rekur matstovuvirksemi á Muntra og er kendur fyri sína frá- líku fiskasuppu, var tað ikki hann, ið hevði evnað hesa fiskasuppuna, men húsakokkarnir í Eydnuni. Líkamikið; ein frálíka vælsmakkandi og væl kryddað fiskasuppa, sum kom væl við uppundir end- an av einum longum arbeiðsdegi. Tað var Harley Joensen, ið áður hevur verið formað- ur í Lions Club Eysturoy, sum handaði Connie Joen- sen, ið umboðaði Eydnuna, kekkin. Connie var formað- ur í Eydnuni, tá ið umsókn- in um stuðul varð send Lions, og nú løtan var kom- in, har kekkurin skuldi handast, tók hon ímóti stór- fingnu gávuni. Sangur og tónleikur Saman við Lions Club Eysturoy, hevði ungmanna- felagið syrgt fyri, at øll, ið møtt vóru, sluppu at hoyra, hvat komið er burtur úr hesi íløgu. Sundalagskórið, sum hevur eitt ár á baki og er undir leiðslu av tónleika- læraranum, Hans Olivur Joensen, legði fyri við tveimum sangum, "Sófðu unga ástin min" og "Har du visor, min ven". Vælljóðandi og hugtak- andi sangur. Uppundir endan av kvøldinum sungu tey eitt eykalag, "Deep River", sum eisini fall væl í oyruni. Einir 30 limir eru í Sundalagskórinum, sum hvørt mánakvøld venur í barnaskúlanum á Oyrar- bakka. Í kórinum, sum má sigast at hava fingið nógv burtur úr hetta eina árið, eru bæði mannfólk og konufólk, ung og tilkomin hvørt um annað. Kórleiðarin, Hans Olivur, eru ættaður úr Sundalag- num. Hann býr í Havn og er tónleikalærari í Hoydølum. Tvær ungar gentur, Víg- dis Fjallstein og Sonja Johannesen, sungu eisini tveir vakrar sangir við klaverfylgispæli av Ann- Kristin Nilsson, sum er svensk, men hevur búð og undirvíst í sangi og tónleiki kring um í Føroyum í fleiri ár. Vígdis og Sonja sungu sangirnar, "Mítt land" og "Killing me softly". Ungu genturnar sungu óføra væl afturvið vøkru klavertón- unum hjá Ann-Kristin, sum bæði skilir og tosar væl føroyskt. Seinasta tónleikatiltakin- um í Eydnuni á Oyrarbakka mánakvøldið stóð tónleika- bólkurin, Í-Cast, fyri. Bólkurin er mannaður við fýra monnum og einari kvinnu, sum øll eru av Oyri og úr Kollafirði. Tey framførdu stillisligan tónleik, sum ljóðaði væl í oyrunum. Tey spældu og sungu temalagið í sjón- varpsrøðini, S.O.A.P, "Far- in fólk" og "Sum tað regn- ar". Tey bæði seinnu løgini hava limirnir í tónleika- bólkinum, Kári Andreassen og Árni Joensen, smíðað. Ein hugnalig løta á Oyrarbakka mánakvøldið við stórum blíðskapi. Sangur, tónleikur og fiska- suppa í Eydnuni Sundalagskórið undir leiðslu av Hans Olivur Joensen. Kórið hevur bert eitt ár á baki, og sigast má, at væl er komið burtur úr Mynd: Vilmund Jacobsen Harley Joensen handar vegna Lions Club Eysturoy Connie Joensen, umboðandi Eydnuna, kekkin uppá 30.000 krónur Mynd: Vilmund Jacobsen Live Trio, Vígdis Fjallstein og Sonja Johannesen. Andriása Dam Joensen, sum eisini er við í trio’ini, hevði forfall mánakvøldið Mynd: Vilmund Jacobsen Ann-Kristin Nilsson, sum er svensk, men hevur verið í Føroyum í fleiri ár, undirvísir í tónleiki og sangi á skúlunum kring landið. Live Trio eru næmingar hjá henni í Sundalagnum Mynd: Vilmund Jacobsen Útróður: Bót til likams og sálar – Vit plaga at fáa ein- ar 10 krónur í miðal fyri kilo av toski, og tað er hampiligur prísur. Hinvegin kann hýsuprísurin fara heilt niður í lítið og lætt, sigur Hans Ed- vard Hansen, sum er lærari við Eystur- skúlan í Havn Á FLOTI Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Mangir eru møguleikarnir hjá teimum, sum vilja ríka sær tilveruna, um hon er vorðin ov keðilig. Ymiskt man tó vera, hvussu stórur tørvurin er á hesum. Flestu eru ivaleyst nøgd við at vera til arbeiðis hvønn dag og annars njóta heimligu tilveruna, tá ið arbeiðsdag- urin er lokin. Kanska ein gongutúrur fyri songartíð er tað, sum restar í. Øðrum tørvar onkrar ítøkiligar aktivitetir at fara til ein part av frítíðini. Tað kann vera ítróttur, felags- virksemi av ymiskum slagi, kvøldskúli, ella hvat tað nú kann vera. Summir menn fjasast í einum báti, og kon- urnar ganga á bingo, í bindiklubb ella á kvøld- skúla. Møguleikarnir eru líka nógvir sum hugflogið. Ert tú troytt ella troyttur av dagsins resi, stríði og strevi, kann vera hent, um tú dugir at skapa tær eitt hvørt, sum áhugi nú eina- ferð er fyri. Á floti… Tá ið Sosialurin seinnapart- in mánadagin var fram við á Fiskamarknaði Føroya á Toftum, stevndi ein lítil útróðrarbátur inn um pierin og legði til bryggju. Vit hugdu oman á bryggju- kantin. Jú, tveir tilkomnir menn høvdu verið sær ein túr við seks línum. Annar, Hans Edvard Hansen, er lærari á Eystur- skúlanum og hin, Jens Pet- ur Johansen, starvaðist í mong ár á skrivstovu í timburhandli í Havn. Teir eru á floti, tá ið stundir eru, og tá ið veður og streymur eru til vildar. Hendan dagin høvdu teir roynt suður úr Borðuni. Teir lótu ikki serliga væl at fiskiskapinum, og hann hevði eisini frískað lotið eitt sindur, sum dagurin leið. Veiðan var minni enn 100 pund á línuna, men meginparturin var gráur fiskur, sum hevur væl betri prís enn hýsan. Hýsan ongan prís Hans Edvard sigur, at van- liga er lítil fiskur at fáa um hesar leiðir hesa tíðina av árinum, og tí vóru teir ikki so vónsviknir av túrinum kortini. Hýsuna, teir fingu, tímdu teir ikki at avreiða, tí so lítið fæst fyri hana. Hana høvdu teir heim við. – Vit plaga at fáa einar 10 krónur í miðal fyri kilo av toski, og tað er hampiligur prísur. Hinvegin kann hýsu- prísurin fara heilt niður í lítið og lætt. Hans Edvard sigur, at teimum báðum dámar ógvuliga væl at fara á flot, tá ið ein løta er, og tíðin loyvir tí. Spurdur, hvussu fiskurin er fyri, heldur hann, at toskurin í løtuni ikki er verri fyri enn hýsan. – Eg haldi, at toskurin er á leið tann sami til dygdar, sum hann hevur verið nú í eina tíð. Meðan Hans Edvard syrgir fyri, at fiskurin kem- ur uppá bryggjuna, spular Jens Petur bátin bæði væl og virðiliga. Tað tók stutta tíð hjá Hans Edvardi og Jens Pet- uri at sleppa av við fiskin hendan dagin. Eingin annar bátur avreiddi um somu tíð. Eftir lítlari løtu, var fiskur- in hivaður upp á land, slept- ur niður í ein fiskakassa og rognaposin lagdur omaná. Síðan stevndi glastrevja- báturin út um aftur pierin… Jens Petur syrgir fyri, at báturin er reinur og nossligur til næsta túr Mynd: Vilmund Jacobsen Hans Edvard syrgir fyri, at fiskurin kemur uppá pláss. Áðrenn farið verður aftur í bátin, verður rognaposin lagdur omanyvir fiskin Mynd: Vilmund Jacobsen Hans Edvard og Jens Petur. Teir eru á floti, tá ið veðrið er til vildar, og tíðin loyvir tí Mynd: Vilmund Jacobsen VESTMANNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í hesum døgum fer stór- arbeiði fram í kirkjuni í Vestmanna, sum bæði verð- ur umvæld og útbygd. Birgir W. Høgnesen tók myndirnar, sum vit prenta á hesi síðuni. Tornið er tikið omanav kirkjuni, sum tískil stendur "høvuðleys" – um vit so kunnu siga. Tað er ikki á hvørjum degi, vit síggja eitt kirkju- torn standa á vegnum, og tað er heldur ikki á hvørjum degi, at vit síggja eina kirkju uttan torn. Ein undarlig sjón í Vest- manna. Tornið við heimsins enda… C M Y K 7 6