mikudagur 3. mars 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 43 - 3. mars 2004
Nr. 43 - 3. mars 2004
9
ast", sigur hon.
Mia Pedersen heldur, at
tað eigur at verða gjørd ein
skipan, so skipini gjalda
fyri burturbeiningina av
ruskinum, men at tað ikki
skal kunna merkjast.
"Tað er ikki sjálvt gjaldið,
sum er trupulleikin. Vit
skula gera eina skipan, so
tað gerst lætt og bíligt fyri
skipini at sleppa av við
burturkastið. Man kundi til
dømis lagt gjaldið omaná
eitt annað gjald, sum skipini
verða noydd til at gjalda, til
dømis havnagjaldið.
Aðrastaðni hava tey gjørt
tað sama. Kolding Havn í
Jútlandi í Danmark hevur
sett havnagjaldið eitt kvink
upp fyri at gjalda fyri
móttøkuskipanina. Úrslitið
er, at kostnaðurin er tann
sami fyri skip við og uttan
burturkast. Á heimasíðu
teirra sæst, at mongdirnar
av móttiknum burturkasti
eru nógv øktar, síðani tey
valdu hesa skipan. Við
hesari skipanini gerst tað
ikki ein meirútreiðsla fyri
skip at hava rusk við.
Ein túrur í fjøruni
Undir brúnni við Streymin
brúsar sjógvurin avstað við
13 míla ferð. Rákið, sum
annars spakuliga rørir hav-
ið, verður her kroyst sum
gjøgnum ein fløskuháls, og
tí fær sjógvurin veruliga
ferð á. Tað sama ger alt,
sum liggur og flýtur í tí.
Nakrar hundrað metrar
sunnan fyri brúnna hevur
nakað
av
menniskjans
íkasti til havið funnið sær
veg á land. Har liggja olju-
dunkar, trolstykkir og gørn.
Slitnir
arbeiðshandskar,
sum vitna um hørðu við-
ferðina, teir hava havt,
áðrenn
teir
endaðu
í
havinum. Plastikkpettir og
reip hevur eisini verið ein
túr
gjøgnum
streyma-
sjógvin. Øll merki og skrift
eru slitin av.
Vanta kunngerð
Føroyar yvirtóku lóggávu-
valdið fyri havumhvørvið
frá Danmark tann 1. mai ár
2003. Áðrenn tað skuldu
allar kunngerðir undir hav-
umhvørvislógini fyri Før-
oyar góðkennast av danska
umhvørvismálaráðnum.
Eftir
yvirtøkuna
hevur
landsstýrismaðurin í um-
hvørvismálum heimild til
at seta krøv til flotan.
Tann 3. februar varð
Jógvan við Keldu til-
nevndur landsstýrismaður í
innlendismálum. Tað vil
siga, at hann hevur um-
hvørvismál undir sær, og
hann leggur dent á, at hann
ikki hevur havt tíð til at seta
seg rættiliga inn í málið.
"Eg eri akkurát gjørdur
varugur við málið, men eg
dugi at síggja, at hatta er
nakað, vit eiga at gera nak-
að við", sigur Jógvan við
Keldu.
"Hetta er eitt mál, sum er
ein óvanliga stórur trupul-
leiki, men tað er umráðandi
hjá mær at tosa bæði við
landið og við kommunur-
nar um tað. Vit mugu hoyra
allar partar í málinum",
heldur landsstýrismaðurin
fram.
Sostatt er væntandi, at
tað gongur ein rúm tíð,
áðrenn málið verður við-
gjørt, og ein lóggáva kemur
á økinum.
Fyri yvir fýra árum
síðani varð Havum-
hvørvislógin fyri
Føroyar viðtikin á
Fólkatinginum, og
lógin skuldi tryggja,
at skipaflotin tók alt
burturkast við í land.
Hóast hetta heldur
dumpingin ótarnað
fram
DÁLKING
Rógvi Borðoy
bordoy@mail.djh.dk
Havið um Føroyar verður
brúkt sum eitt ruskpláss.
Sambært
serfrøðingum
verða umleið 500.000 kilo
af
húsarhaldsburturkasti
blakað fyri borð av teimum
føroysku fiskiskipunum til
stóran skaða fyri fugl og
havumhvørvi. Bert heilt
fáir bátar taka ruskið við í
land, og avleiðingarnar eru
týðuligar í føroysku fjøruni.
Jónsvein Joensen hevur
verið fiskimaður í tíggju ár
við umleið 12 ymiskum
fiskiskipum.
"Havumhvørvispolitikku
rin á skipunum er hesin:
koyr alt í havið", sigur
Jónsvein Joensen.
"Eg skammist yvir, at
Føroyar reklamera við tí
reinu luftini og reina hav-
inum. Tað sum gongur fyri
seg á havinum er reint sagt
nakað svínarí", heldur hann
fram.
Fiskimaðurin fortelur, at
hann á bátunum hevur
blakað plastikk, pappír,
oljudunkar, flamingo og
spraydósir beint fyri borð.
Fleiri av skipunum leka
olju, og tað verður heldur
ikki gjørt nakað við tað.
"Eg var við einum línu-
báti úr Vestmanna í 2002,
sum lak hydraulikkolju, og
tað hendi ofta, at fiskurin
bleiv smurdur inn í olju. Eg
klagaði um tað í eitt ár, men
einki bleiv gjørt við tað.
Eigararnir hava onga sam-
vitsku", heldur Jónsvein
Joensen.
Hann var tó við einum
nýggjum trolara, Stelki,
sum hevði eina skipan til
burturkastið. Einki fór fyri
borð.
"Faktiskt var tað lættari
fyri fiskimenninar, tí teir
annars skula út á dekkið við
ruskinum", sigur hann.
Stórar avleiðingar fyri
umhvørvið
Umleið ein millión fuglar
doyggja árliga sum fylgja
av dumpingini av ruski. Tað
sigur ein umfatandi rapport
frá
umhvørvisfelags-
skapinum KIMO. Tað er
Kommunernes
Inter-
nationale Miljø Organisa-
tion, har allar kommunur í
Føroya Kommunufelag eru
limir. Djórini verða fløkt
inn í burturbeind gørn og
trol, og 1/3 av fuglinum
heldur, at plastikktilfar er
matur, og etur tað. Í Føroy-
um er tað serliga havhestin,
tað gongur út yvir. Hann
etur flamingo og plastikk,
og sodningarlagið megnar
ikki at niðurbróta tað. Til-
farið gevur eina falska
kenslu av mettheit, og til
síðst doyr fuglurin av
hungri.
Sambært umhvørvisser-
frøðingi Karen Hall úr
Scotland National Heritage
í Hetlandi, kann fiskur eis-
ini
hugsast
at
síggja
plastikk og annað burtur-
kast sum mat, og tað doyr
hann av. Eisini eru bú-
skaparligar avleiðingar fyri
sjálvan fiskiflotan, tí bát-
arnir fáa um skrúvuna. Fyri
havumhvørvið
í
allari
verðini eru tey 500 tonsini,
sum føroyski flotin blakar
fyri borð, ikki ein stórur
trupulleiki, men Karen Hall
slær fast, at altjóða lóg
forbjóðar allari dumping av
ruski, og at Føroyar eisini
eiga ein part av heims-
umfevnandi ábyrgdini av
havumhvørvinum.
Reiðararnir vilja ikki
gjalda
Føroya Reiðarafelag er
klárt at gera nakað við
trupulleikan. Formaðurin
Jákup Sólstein sigur tó, at
har eru fleiri ting, sum
skulu fáast upp á pláss,
áðrenn tað kann fremjast í
verki.
"Fyrst og fremst skulu vit
hava eina móttøkuskipan í
havnunum, og eisini skulu
vit hava eina goymslu-
skipan á skipunum, áðrenn
tað kann lata seg gera at
taka alt við í land", sigur
Jákup Sólstein.
"Tað er nokk meira ein
spurningur um at broyta
hugburð og framferð, og
tað verður torført. Vit muga
í øllum førum arbeiða sam-
an við manningarfeløgun-
um, heldur hann fram.
Hann greiðir frá nøkrum av
tingunum, sum verða blak-
að fyri borð í dag.
"Húsarhaldsrusk, slitin
klæðir, pakningar, maskin-
lutir, oljudunkar og nakað
av fiskireiðskapinum verð-
ur blakað út", sigur hann.
Harafturat kemur fiski-
reiðskapurin, sum av ym-
iskum
orsøkum
verður
mistur á havinum.
"Fyri Reiðarafelagið er
tað eisini ein spurningur
um pengar, tí onkur skal
gjalda fyri móttøkustøðir-
nar og burturbeiningina av
ruskinum. Fyri Jákup Sól-
stein er tað givið, at allar
útreiðslur verða álagdar
reiðarunum at gjalda, og
tað kann gerðast ein trupul-
leiki fyri til dømis rækju-
flotan, sum longu er í djúp-
ari búskaparligari kreppu.
Krevur felagsskap
Føroya
Kommunufelag
heldur, at nakað skal gerast
við trupulleikan skjótast
gjørligt. Formaðurin í fe-
lagnum er Mia Pedersen,
og hon ger greitt, at tey ikki
beinleiðis hava viðgjørt
burturkastið frá skipum
enn.
"Tað, eg meini, vit hava
brúk fyri er, at landsstýrið
meldar út, hvørji mál vit
hava, og hvussu vit skula
fremja málini", heldur Mia
Pedersen.
"Landsstýrið og komm-
unurnar skula síðani loysa
uppgávuna í felag, og allir
partar skula sjálvandi hoyr-
Skuldi tað hent, at
øll føroysku fiski-
skipini taka
skrellið við í land,
hevur IRF ikki
orku til at brenna
tað
DÁLKING
Rógvi Borðoy
bordoy@mail.djh.dk
Einasta brennistøðin hjá
I n t e r k o m m u n a l a
Renovatiónsfelags-
skapinum IRF - tann í
Leirvík - brennur so gott
sum 24 tímar um døgnið
- alt árið. Tað sigur um-
hvørvisleiðarin Ingvard
Fjallstein. Brennistøðin
verður einans sløkt einar
tvær vikur um árið, tá
ístandsetingar og um-
byggingar verða framd-
ar. Tá liðugt er at seta í
stand, er mongdin av
ruski vaksin so nógv, at
brenniovnurin aftur má
vera í gongd restina av
árinum fyri at koma upp
undan aftur.
"Í teoriini vil alt burt-
urkast, sum kemur aftr-
at, blíva til ein bunka
uttanfyri. Vit kunna tó
goyma træ og annað,
sum ikki forgongur, í
longri tíð", sigur Ing-
vard Fjallstein.
IRF samstarvar við
Tórshavnar kommunu,
sum hevur egna brenni-
støð á Hjalla. Orsakað
av yvirlessinum hjá IRF
senda teir ein part av
ruskinum til Hjalla, so-
leiðis at eisini brenni-
støðin á Hjalla koyrir í
døgndrift.
"Einasta orsøkin til, at
vit eru farnir í holt við at
endurnýta er, at tað er
lættasti mátin at frígera
brennitíð til vaksandi
nøgdirnar av burtur-
kasti", sigur Ingvard
Fjallstein.
Um skipaflotin skal
taka alt skrell við í land,
fer IRF at krevja, at
ruskið verður skilt sund-
ur á skipunum. Fyritøk-
ur, sum ikki skilja rusk-
ið, verða í dag noyddar
at gjalda stóran eyka-
kostnað. Tað er við til at
tryggja endurnýtsluna,
og í síðsta enda, at IRF
framvegis hevur orku til
at taka ímóti øllum burt-
urkasti.
Landsstýrismaðurin í
orku- og umhvørvismál-
um, Jógvan við Keldu,
er
greiður
yvir,
at
avmarkaða orkan hjá
IRF møguliga kann geva
trupulleikar í samband
við eitt krav til skipini
um, at tey skula taka
rusk við í land.
"Fyri fáum árum síð-
ani mettu vit, at tað var
nokk við einari brenni-
støð. Nú síggja vit, at
tvær heldur ikki eru
nokk", sigur Jógvan við
Keldu.
Hann leggur dent á, at
hann júst er settur í
landsstýrið, og at hann
ikki rættiliga hevur sett
seg inn í málið, men at
hann hevur ætlanir um
at gera nakað við trupul-
leikan skjótast gjørligt.
Føroyar ikki
klárar til meira
burturkast
Brennistøðin í Leirvík brendi 26,7 % meiri burturkast í
2002 enn í 1998. Vøksturin fer at halda fram, sigur
Heilsufrøðiliga Starvsstovan.
Kelda: IRF
Atlantshavið – eitt ruskpláss
hjá føroyska fiskiflotanum
Hvat sigur lógin?
Í Føroyum er galdandi "Anordning nr 646 af
12.04.1999, og hon sigur millum annað:
§ 21. På færøsk søterritorium må udtømning af
affald bortset fra frisk fisk og dele deraf ikke finde
sted.
Kelda: www.logir.fo
Við Sundalagið liggja stórar
mongdir av burturkasti og
flóta.
Mynd: Rógvi Borðoy
Trolpetti. Umleið ein millión havfuglar doyggja hvørt ár á hendan hátt um allan heimin.
Mynd: Alterra-Franeker
Sambært IMO skula hesar reglur vera á øllum skipum. Her
stendur millum annað, at alt plastikk skal takast við í land.
Bert heilt fá av skipunum nýta reglurnar
Mynd: Rógvi Borðoy
C
M
Y
K
9
8