Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. mars 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 43 - 3. mars 2004 Nr. 43 - 3. mars 2004 11 Loksins kom hon – Reyðabók, sum kortini als ikki er reyð. Og kanska er nettupp tann sannroyndin eisini eitt sindur symptomatisk fyri bókina, nú tað kemur fram, at so lítið kemur fram um, hvat veruliga fór fram her heima og í Ruslandi undir Kalda krígnum. Danski rithøvundin Bent Jensen skal ikki vera sloppin í tey mongu loyniligu arkivini í Ruslandi og møguliga øðrum londum eystan fyri við. Tí eru so fáar sensatiónir og avdúkingar í bókini. Hví so er kunnu vit so bert gita um. Hann er annars ikki maðurin, ið leggur fingrarnar ímillum og hevur hann tí eisini verið rættiliga í meldrinum í Danmark, har hann við líknandi bókum um fortíðina hjá vinstrahallum dønum hevur verið eirindaleysur. Og tá tað frættist, at hann skuldi skriva okkara Reyðubók mundu tað ivaleyst vera mong, sum ímyndaðu sær eina sanna ”heksajakt”. Nú fór hann eftir áheitan frá ultra høgravonginum her heima at húðfletta vinstrahall. Tað man tí uttan iva koma eitt sindur óvart á mangan føroying, at so lítið ”kjøt” er á, nú tað hevði so stóran týdning fyri eitt nú høgrakreftirnar í Føroyum at finna fram til teir føroyingar, sum man heldur hava ”samarbeitt” við Ruslandi undir Kalda krígnum. Vit minnast øll, hvussu ein fyrrverandi fólkatingsmaður og blaðstjóri nærum uttan íhald skuldsetti tey vinstrahallu fyri at ganga ørindi fyri kommunistiska stýrið í Kreml. Har hvør javnaðar- og tjóðveldisveljari varð skýrdur kommunistasympatisørur. Og har teirra politikarar vórðu skýrdir handlangarar og entá njósnarar hjá kommunista- stýrum. Tað var ikki lukkuligt, sum øll hesi fólk fingu yvir sín kropp. Var tú partur av eini friðargongu ella hevði tú sjónarmið, sum gingu ímóti USA og Nato, so var tú stemplaður sum stuðlul og proselyttur hjá einaræðinum í Moskva. Tann tíðin er so farin og tey, sum sympatiseraðu við kommunistiska stýrið í Ruslandi ella fyri tað í Kina og Albania, hvat var sera populert eitt skifti, kunnu so antin stillisliga standa við sína fortíð ella taka avstand frá henni. Nú at finna syndabukkar tænir so ongum endamáli, um so er at hetta er ætlað at brúka/misbrúka politiskt í dag. Hinvegin er ikki rætt at leggja lok á ein part av okkara søguligu fortíð, og tí eiga øll skjøl, sum til ber at fáa hendur á og sum siga nakað um okkara fortíð, at finnast og vera partur av tí náttúrligu gransking, sum okkara egnu søgufólk professionelt og sakliga eiga at takast við. Er tað so at einstaklingar, felagsskapir oo. í loyndum hava verið við til at viljað framt ein ávísan útvikling her á landi og í okkara relatiónum við umheimin, so eigur slíkt ikki at koyrast undir teppið, men at vera ein náttúrligur partur av søgugranskingini og harvið søguskrivingini. Tá løgmaður líkasum leggur upp til, at síðsta kapittul í Reyðubók er skrivað við hesi bókini fara vit ikki at geva honum rætt. Um onnur fáa møguleikan í framtíðini at fáa atgongd til skjøl, sum lýsa fortíðina betri, so eiga hesi at sleppa framat. At man frá politiskari síðu ikki ynskir at skapa nakra øsing ella at leita eftir syndabukkum fyri farnar gerðir kann vera skiljandi, men vit mugu virða søguliga yrkið, og vit mugu seta sum fremsta mál, at einki verður dult, sum fram er farið. Men fyribils mugu vit so siga: hetta var so tað. DAGSINS MEINING Sosialurin Reyðabók og fortíðin VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Tormóð Stenberg 25. februar 2004 So hendi tað aftur. Enn einaferð mistu Føroyar ein ungdóm í ferðsluni. Eftir sita familja og vinir í stórari sorg. Eini sorg, ið toyggir seg yvir ta tíð, ein hevur eftir her á fold. Tað gongur long tíð, til sólin aftur sæst skína. Saknurin er har hvønn dag - alla tíð- ina. Onnur síggja tað kanska ikki á tær, men tey, ið kenna teg, vita betur. Soleiðis er støðan hjá nógvum fólkum kring land- ið í dag, og enn fleiri eru tey, ið føldu tann ísakalda gjósturin, men akkurát sluppu undan. Djúpar samkenslur havi eg við tykkum, ið mist hava og vil eg lýsa frið yvir tey, ið so brádliga vóru tikin frá okkum. Samfelagið »Meiningsleyst«, siga okur øll við ein munn, tó fullvæl vitandi um, at tað bert er ein spurningur um tíð, til sorgarleikurin endurtekur seg. Tað sær út sum um hetta er nakað, ið okur før- oyingar hava góðtikið sum eina av lastunum í okkara nútíðar samfelag. Tað gongur bert stutt tíð, so er hendingin gloymd av fjøld- ini. Tey flestu hugsa allar- helst, at »ná hatta rakar nokk ikki meg«, men vinur mín, áðrenn tú varnast tað, so kann deyðin trína inn um tínar dyr, og hann er náði- leysur. Hetta verður sagt, tí eg, sjálvt við mínum besta vilja, ikki dugi at fáa eygað á tær átroðkandi ábøtur og tann proaktiva hugsunar- háttin, ið krevst til fyri- byrgjan av slíkum vanlukk- um. Ikki tí, eg veit væl at tað eru tey, ið ganga á odda fyri at bøta um verandi viður- skifti. Spurningurin er bert um tað er munagott, ið gjørt verður, og um tey, ið vísa vilja at bøta um ver- andi støðu, náa sínum mál- um? Vøksturin: Ferðslan er í dag fleirfaldað í mun til fyri bert fáum árum síðani. Nøgdin av akførum økist á hvørjum ári, og hetta sæst sjálvandi aftur í tí dagligu ferðsluni kring landið. Akførini, ið koma til landið, hava væl av nýggj- ari trygdarútgerð. Fram- leiðararnir gera nógv burt- ur fyri at tryggja tey, sum í akførunum eru. Bilasølurnar gera muna- gott upplýsingararbeiðið um hesa trygdarútgerð og haldi eg, at flestu familjur hugsa serliga um trygdina, tá nýtt akfar skal útvegast. Vegakervið er nógv út- bygt og kann skjótt koyrast frá enda í annan av landin- um. Men er hetta nokk? Ábyrdaraviðurskiftini: Eftir mínum tykki, er tað fyrst av øllum ábyrdaravið- urskiftini av vegakervinum, ið mugu leggjast á rætt stað. Og ikki minst verða góðtikin av teimum, ið starvast á hesum stað, áðrenn føroyingar koma víðari við ferðslutrygd á ein munagóðan hátt. Tað er ikki gott nokk at siga ja, lat okkum gera nýggjar vegir og tunnlar gjøgnum fjøll og undir sund, og ikki hava projek- terað trygdina inn í verk- ætlanina. Eru eigaraviðurskiftini av vegakervinum í lagi? Ferðslueftirlitið: Munagott eftirlit er við ferðsluni á ávísum økjum og til ávísar tíðir. Hetta at løgreglan vísir seg í ferðsluni til dagligt, hevur stóra ávirkan á bilførarar og er mín vón at hesi tiltøk halda fram og enntá verða fleiri sum frálíðir. Tað er gott at bilførarar verða revsaðir fyri at koyra ov skjótt, og eisini um trygd- arbeltið ikki er fest, ella annað brot verður gjørt á ferðslulógina. Vert er at nevna, at bótin er uml. 300 kr. verður tú steðgaður av løgregluni uttan fest trygd- arbelti. Hvørjar kunna av- leiðingarnar ikki verða, um tú ikki verður steðgaður? Avlamni fyri eftirtíðina, ella kanska deyðin. Jú, dømini hava okur fleiri. Men er hetta nokk? Vegakervið: Tað er til dømis ikki nokk at seta akfarsverju í øðrum borðinum á einum vega- strekki, tí ólukkan kann verða líka stór um koyrt verður niðan av sum oman av vegnum. Verjan er til fyri at akfør ikki skulu fara av vegnum, og skuldi verið at sæð í báðum borðum allastaðni fram við lands- vegnum og ikki bert í onkr- um svingi ella har, ið bratt er omanav. Í summum før- um eisini sum sundur- skildran av ferðsluni, har óráð kunnu verða tikin við afturumlegging. Ella tunnlarnir, ið enn ikki hava fingið ljós. Tað er eitt undur, at ikki fleiri óhapp hava verið. Hugsi serliga um Norðskálatunn- ilin, har sera nógv ferðsla er til dagligt. Er hetta nøktandi? Koyrifrálæran: Frálæran er stórtsæð tann sama sum fyri 25 árum síðani. Nakrar dagføringar ella tilpassingar til okkara viðurskifti eru at síggja, men annars eru umstøður- nar ikki stórvegis broyttar. Her kundi tað kanska verið hóskandi við eini umlegg- ing, soleiðis at teori og koyriskúlin bleiv partur av verðandi skúlaskipan. Tá kundi størri dentur verði lagdur á frálæru í vandum, eins og tað pedagogiska og psykiska kundi fingið fast pláss í frálæruni. Ferðin: Tann stóri syndarin í ferðsl- uni er uttan iva ferðin. Tað kann prógvast. Og at tað eru ungir bilførarar, ið eru fyri flestu óhappum, er heldur ongin loyna. Tað kann so nógv verða sagt um hetta evni, men heilt stutt, so haldi eg, at størri orka skuldi verið løgd í at fingið ungdómin- um eina koyribreyt, meir enn nakað annað. Tá hevði ungdómurin sloppið av við ferðsjúkuna á øðrum stað enn á tí almenna vegakerv- inum. Ein koyribreyt kann eisini brúkast í frálæruni til koyriroyndina. Alt gott um tey tiltøk, ið eru frammi nú viðv. fyribils koyriloyvi ella klippikorti fyri brot á ferðslulógina. Vónandi vinnur okkurt av hesum frama. Samanumtikið: So um føroyingar, ella tey í ráða fyri borgum, halda, at væl stendur til við ferðslu- trygd her á landi, so kann upplýsast um, at okur eru langt í frá at verða komin á mál. Havi ferðast kring knøttin í nógv ár og er eyðsæð, hvussu langt aðrar tjóðir eru komnar í mun til okkum, tá hugt verður eftir tryggleikanum í ferðsluni. Vegakervið er komið fyri at verða, men vanlukkurnar góðtaka okur ikki. Tær skulu í nógv størri mun fyribyrgjast. Tað finst eingin einføld loysn, men uttan at fara í smálutir, so kann hetta gerast við munagóðum broytingum í koyrifrálær- uni, broytingum í ferðslu- lógini og betran av vega- kervinum. Og til síðst, men tó ikki minst, so má í øllum førum ein hugburðs- broyting til hjá okkum, fyri at hetta skal vinna frama. Her eftirlýsi eg eini ferðslumentan, sum føroy- Ferðsla – ferðsludeyði – ferðslutrygd Framhald á næstu síðu VIÐMERKINGAR Tormóður Stórá lækni Í farnu viku hevur útvarpið í tíðindasendingunum við- gjørt viðurskiftini hjá sálar- sjúkum í Føroyum, har tos- að hevur verið við for- mannin í felagnum Sinnis- bata og nýggja landsstýr- ismannin í almanna- og heilsumálum. Hvør er tað sum skal meldast ? Hví verður nú sagt, at tað ikki er neyðugt at lata fleiri pengar til psykiatriska viðgerð og hví skulu vit bíða í trý ár eftir eini aðrari psykiatri- lóg, tá málið kundi verið loyst skjótari og lættari ? Hevði kanska ilt við at fanga tráðin í summum av tí, sum varð ført fram, og sat góða løtu eftir við spurninginum, um nú „overdrivelsen fremmer forståelsen", ella øvugt. Veit ikki hvat hevur verið borið fram á nevnda norð- urlendska fundinum mill- um feløg fyri sálarsjúk og avvarðandi, men at við- gerðarhátturin í psykiatriini í Føroyum skal vera av slíkum slagi, at hann hevur skelkað og at tað uppfat- anin í grannalondunum, at tað eigur at verða "meld- að", tykist mær ikki rætt- víst. Tað er eitt sindur ógreitt hvat meint verður við, tá talað verður um viðgerðarhátt, men tá onkur ætlar at melda, so má hetta geva fólkið fatan av, at tað fyrigongur okkurt "krimi- nelt" í viðgerðini av sálar- sjúkum her heima. Tað er burturvið at leggja eftir viðgerðarskipanini á tann hátt. Í sama viðfangi at samanlíkna viðurskiftini hjá sálarsjúkum í Føroyum við viðurskiftini í londun- um eystanfyri, er so full- komuliga burturvið, og hoyrir ongastaðni heima, - og vitnar um manglandi kunnleika til viðgerðar- skipanina, antin her ella har. Politiski áhugin Tað hevur í fleiri ár á ymsan hátt verið arbeitt við at bøta um viðurskiftini hjá sálarsjúkum her heima, og tað fyriliggur eisini ein ætlan um hvussu hetta ar- beiði kann gerast. Ein ætl- an, sum avvarðandi politik- arar hava tikið undir við, og sum eisini var grundarlagið undir aðalorðaskiftinum á Tingi í fjør. Tá formaðurin í Sinnisbata nú førir fram, at ongin politikari hevur víst hesum máli áhuga, so er tað ikki rætt - og ikki rættvíst móti teimum politikarum, sum seinastu árini hava víst hesum máli bæði áhuga og ans, og eisini hava tikið stig til at fáa viðurskiftini at glíða rætta vegin. Tað eru gjørd tiltøk at bøta um við- urskiftini hjá teim sálar- sjúku, og tað gongur fram á leið, um enn ikki so skótt, sum ynskiligt er. Formaðurin í Sinnisbata setur sítt álit á, og fegnast um, at nýggja samgongan hevur felt í samgongu- skjalið, at nakað skal gerast við hesi viðurskiftini. Her er vert at minna á, at tað er ikki nakað nýtt. Undan- farna samgonga hevði hetta eisini í sínum samgongu- skjali (allarhelst fyri fyrstu ferð, at sálarsjúk tá vóru nevnd í einum samgongu- skjali). Ætlanir skulu fylgjast Samstundis, sum vit fegn- ast um, at pyskiatriska økið verður nevnt í nýggja sam- gonguskjalinum, so skulu vit eisini halda fast í, at tað sum verður nevnt, er at strembast skal eftir, at til- mælini í álitinum um Heildarpsykiatri skulu fylgjast. Tí undrar tað enn meira, at formaðurin í Sinnisbata síðani kemur við útmeld- ingum um, at "tað handlar ikki um at leggja pengar afturat", - at tað ikki verður neyðugt við meiri peningi, men at pengar bara skulu flytast av einum øki í eitt annað. Tað hevur alla tíðina verið ein av fyritreytunum, sum semja hevur verið um, at tað er alneyðugt at tað verða latnir fleiri pengar, um tað skal bera til at skipa eina framsókna psykiatri í Føroyum. Sinnisbati hevur eisini verið við til at gera álitið um Heildarpsykiatri. Meldingarnar um, at loysn- in er, at nøkur fá eru inn- løgd og restin skal við- gerast á eini skaðastovu á psykiatrisku deild, er heldur ikki í tráð við álitið. Tað verður beinleiðis farið frá skaðastovutankanum av orsøkum, sum eru útgein- aðar í álitinum. Psykiatri er meira enn bústaðir Í innsløgunum í tíðinda- sendingini kundi fáast tann fatan, at bara teir sjúkling- ar, sum eru "strandaðir" á psykiatrisku deild fingu nakað at búgva í úti í bý- num, so var málið loyst. At so talið av hesum sjúkling- um vaks úr 40 upp í 70 eftir lítlari løtu, var allarhelst eitt ótilætlað mistak. Tað er tó vert, heilt stutt at vísa á, at sjálvandi er um- ráðandi at fáa loyst viður- skiftini hjá hesum sjúkling- um, men at tað bara er ein lítil brotpartur av teimum, ið tørva psykiatriska við- gerð, sum eisini hava tørv á serligum bústaði. Ein part- ur av menningini av við- gerðarskipanini er eisini at skapa eitt viðgerðartilboð til tey, sum ikki fáa tað í dag. Tað fyrigongur eisini nógv dygdarmenningarar- beiði í viðgerðarliðnum. M.a. er farið undir eina eftirútbúgvingarrøð á psykiatriska deplinum, verkætlanir við t.d. sjúku- undirvísing eru settar í verk og arbeitt verður við fleiri tiltøkum í fleiri liðum. So tað hendir nakað tann rætta vegin. Onnur psykiatrilóg Tað er eisini at frøast um, at nýggi landsstýrismaðurin vísir málinum stóran ans og er hugaður at fylgja setn- inginum. Meldingin er nú, at um eini trý ár, so hava vit eina nýggja psykiatrilóg at halda okkum til. Spurning- urin er bara, um tað er neyðugt, at tað skal ganga so long tíð? Landsstýris- maðurin kann hava rætt í, at tað kann verða óheppið at gera danska lógir til før- oyskar, og tí hellir hann meiri til at vit skulu gera okkara egnu lóg á hesum øki. Hetta var eisini nakað, sum var til viðgerðar, tá arbeitt var við álitinum um heildarpsykiatri. Hugsanin var fyri so vítt tann sama, at skapa okkara egnu lóg. Samstundis vóru vit greið um, at hetta fór at taka langa tíð og vera sera orku- krevjandi á ymsan hátt. Tað eru jú nógvir spurningar, sum stinga seg upp, løg- frøðiligir, etiskir, lækna- frøðiligir, praktiskir, filo- sofiskir og annað við. For- arbeiðið til lógarbroyting- ina í Danmark seinast í 80unum tók nærum tíggju ár ! Alt var vent og snara, aftur og fram og umaftur. Hugt var eftir lóggávum í mongum londum. Farast skuldi frá tí lóg, sum er galdandi hjá okkum nú. Nýggja lógin var galdandi í knøpp tíggju ár, og varð síðani dagførd í 1999. Lógin er bert galdandi í Danmark, men kann setast í gildi í Føroyum við kongi- ligari fyriskipan og við teimum broytingur, sum eru neyðugar fyri at hon skal hóska til føroysk við- urskifti. Djúpi tallerkurin Tað er allarhelst neyðugt at brúka langa tíð til at venda hvørjum steini. Tá niður- støður vóru gjørdar í ætlan- ini um heildarpsykiatri vistu vit, at tað var ein stór uppgáva fyri framman, og at arbeiðast skuldi á nógv- um økjum, um náast skuldi á mál. Brúk var fyri øllum góður kreftum. Tí varð hildið, at vit kundu njóta gott av tí drúgva og neyva forarbeiðnum danir høvdu gjørt, og ikki brúka nógva góða orku og tíð til at "uppfinna tann djúpa tallerkin einaferð afturat", men heldur brúka orkuna til aðrar uppgávur í menning- ina av psykiatrisku skipan- ini her. Og so var vald prag- matiska loysnin um at mæla til at tillaga donsku lógina og seta hana í gildi her (nakað sum t.d. Sinnis- bati hevur kravt gjøgnum mong ár). Kanska komu vit til hesa loysn, tí varhugin var, at sjálvt um vit fara at gera arbeiðið umaftur, so verður úrslitið neyvan ser- liga langt frá tí, sum longu fyriliggur. UM skulu vit gera okkara heilt egnu lóg, so trúgvi eg neyvan, at ætlanin hjá landsstýrismanninum um at so hava vit nýggja lóg um trý ár, fer at halda. Tað tekur nógv longri tíð, um arbeiðið skal gerast ordiligt (og tað skal tað!) Sam- stundis hava vit tá brúkt eina rúgvu av orku til at koma fram til nøkunlunda tað sama sum onnur eru komin frammanundan, - orka, sum vit óivað kunnu brúka betri til annað. So kanska er vert at umhugsa hendan spurningin politiskt einaferð afturat. Og tað er sjálvandi ein politiskur spurningur, hvussu lóg- gávuarbeiði skal gerast. Sálarsjúk í gruggutum meldingum Illustratiónir frá projektinum »Art Against Stigma« - List móti fordómum Talan er um ein listaframsýning sum er á ferð kring knøttin - og har listafólkini eru fólk við sálarligum trupulleikum. Vísast kann til heimasíðuna www.artagainststigma.org ingar kunnu verða stoltir av, og har deyðin ikki er so stórur partur sum í dag. Kundi hetta ikki verði ein málsetningur hjá okkum øllum? Ikki tí at eg, í míni sorg, ætli mær at leggja eftir nøkrum, men eg kann ikki lata verða við at vísa á tað neyðuga samarbeiðið, ið tó ikki er serliga sjónligt í dag, og tann felags mál- setning, ið má verða mill- um landsins myndugleikar sum ábyrgdarar, - Lands- verksfrøðingsstovnin, Ráð- ið fyri Ferðslutrygd, Koyri- lærarar og Løgregluna, fyri at betra um ferðslutrygdina. Hugsi ikki bert um, hvussu órættvíst tað er fyri tey, ið fara og tey, ið missa. Munagott og málsøkið arbeiði skal til fyri at minka um vandarnar í ferðsluni, tað er eyðsæð, men latið nú ikki málið verða so stórt, at tað ikki kann røkkast. Latið okkum fáa gongd á, áðrenn sorgarleikurin end- urtekur seg, tí missin av okkara blómandi ungdómi kann ikki telvast um. - Eg skrivaði hesa grein 21. septembue í fjør, men kom hon ongantíð í blaðið. Tó haldi eg hana vera líka viðkomandi nú, sum tá. Síggi, at Ráðið fyri Ferðslutrygd er frammi við uppskoti um arbeiðsbólk, ferðsluni til frama. Alt gott um tað, og síggi eg hetta sum eina byrjan til at avvarðandi myndugleikar og onnur kunnu koma saman í forum at viðgera ferðslutrygd. Utta iva kann nógv gott spyrjast burturúr. Framhald av síðu 10 C M Y K 11 10