mikudagur 3. mars 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 43 - 3. mars 2004
Nr. 43 - 3. mars 2004
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Tann 30. des-
ember andaðist
Ismar Joensen úr
Fuglafirði. Ismar
gjørdist 84 ára
gamal. Um Ismar
kundi ein skrivað
eina stóra bók,
bók um hansara
ágrýtni, vitan og
um
kærleika
hansara til fólkið,
ið býr í hesum
landi.
Ismar
var
ágrýtin maður at
fáa gjørt nakað
vinnuligt,
tí
longu sum 11 ára
gamal fór hann at
seta sildagørn. Morgunin eftir var nógv
sild í, tí hann fekk 11,38 kr. í avrokning,
hóast prísurin einans var 8 oyru fyri
kilo. Eina aðru ferð drógu hann og ein
kammeratur hansara garnið á land. Har
var so mikið nógv sild í, at teir fingu 10
kr. í part. Hetta sigur okkum frá hansara
ágrýtni frá barni av.
Ismar hevði sera stóran áhuga fyri tí,
sum hevði við handil at gera. Hann var
einans 15 ára gamal, tá hann fór at ar-
beiða í handlinum hjá Jóannes Lambaa
í Havn. Jóannes var annars ættaður úr
Fuglafirði. Ismar dugdi væl at tosa
Guds orð, bæði á møtum og manna
millum. Hann var ein Harrans tænari
burturav.
Eg kom at kenna Ismar til fulnar, tá
val var til kommununa í desember 1966.
Vit vóru 3, ið komu inn á sama lista. Vit
tóku við í januar 1967. Ismar sat annars
í bygdaráðnum í 12 ár og var formaður
í 3 1/2 ár. Tað var skjótt, at ein legði til
merkis, at Ismar legði eina stóra orku í
at fáa mál ígjøgnum, sum kundu verða
til gleði og gavn fyri bygdina. Eg minn-
ist serliga hansara áhuga fyri at fáa sett
Havsild, nú Havsbrún, á stovn. Vit
høvdu fleiri fundir við landsstýrið og
peningastovnar um ymisk mál og har í
millum Havsild. Nakað aftaná fund, har
løgmaður Hákun Djurhuus sáli var við,
tá segði hann við okkum, at Ismar, hann
var ein gløggur maður í samráðingum,
tá tað snúði seg um Fuglafjørð. Hann
var vælorðaður og sakirnar vóru sera
væl undirbygdar.
Ismar var skald og hann var søguríkur
maður.
Eg
gloymi
ongantíð blaðið
Ljós á Leiðini,
ið hann gav út
frá
1945
til
1947.
L a n d s f e l a g
Pensjónistanna
hevur eina anda-
liga
grein
í
blaðnum Sólset-
ur við yvirskrift-
ini: Ljós á leið-
ini. Hana hava
vit tikið upp eftir
blaðnum
hjá
Ismari.
Annars so var
Ismar
uppi
í
fleiri
øðrum
málum. Til dømis var hann nevndarlim-
ur í Fuglafjarðar Arbeiðsmannafelag frá
1938 til 1942. Í 1942 var hann formað-
ur felagsins.
Góðu Elsa, Jóannes og Páll, tit hava
mist ein góðan mann og pápa, og bygdin
og landið ein góðan son.
Men eitt kunnu tit gleða tykkum til í
stóru sorg tykkara, tað er at tit øll koma
at møta Ismari aftur.
Gev mær tí ofta, Harri,
á lívsins tronga veg
hjá tær ein stillan tíma
at tala bert við teg.
At vera hjá tær, Jesus,
er hjartans djúpa trá,
á foldum og í himli
tín halgidóm at sjá!
Við hesum fáum orðum vil eg lýsa Guds
frið yvir minnið um Ismar.
Símun P. Poulsen
Ein kavaflykra er bráðnað, so hvít
so rein hon var
til láns vit hana fingu, so burt hon tikin
varð.
Burt úr vetrarkulda, frá øllum sum
nívdi her
heima í fjálga staðnum, nú kavaflykran
er.
Sitandi við vindeyga, starandi av kava-
flykrunum, ið júst eru farnar at falla og
mana góð gomul minni fram, brýtur
telefonin tøgnina: Randi er farin.
Settist hond undir kinn og aftur lítandi
at teimum lætt leikandi flykrunum renn-
ur Randi – Snow Flakes, tað var júst
navnið, vit valdu okkum, tá vit sum 16-
17 ára gamlar fóru niðan í Sjónleikar-
húsið at syngja, so ungar og óskyldugar,
í hvítum stuttum niðurdeilum, hvítum
blondublusum, hvítum skóm og við
hvítum rósum í hárinum – vit vóru jú
kavaflykrur.
Long tíð er liðin síðan tá.
Okkara vegir skiltust, men ongantíð
gloymdu vit hvørja aðra, ongantíð
gloymdu vit tað dýrabaru tíð vit høvdu
á Sjómansheiminum, vit hittust av og á,
ringdu til hvørja aðra og tílíkt.
Í 1998 hittust vit so aftur til at syngja.
Vit hittust fyrst úti á Argjum hjá Randi,
har vit skuldu eitast at venja, men satt at
siga gjørdist tað heldur ein hugnaløta
við venindusnakki, at hyggja at gomlum
myndum og ikki at gloyma døgurðan,
sum vit sluppu at velja - panerað flesk
og persillusós – sum Randi gjørdi, og
sum hon var tikin úr leikum til – hon var
jú kokkur á Sjómansheiminum tann tíð
tað var, tá vit arbeiddu saman. Sanniliga
ein rík tíð. So kom tann stóra løtan,
leiðin gekk niðan í Sjónleikarhúsið, har
vit skuldu syngja. Har stóðu vit so og
kendu okkum sum 16 ára gamlar aftur –
sum Snow Flakes.
Í morgun fái eg so boðini – Randi er
farin. Sanniliga, skjótt er Harranum um.
Ferð eftir ferð vera vit stegðað á, tá vinir
í besta aldri verða tiknir frá okkum –
ófatuligt.
Randi er farin heim. Vit koma ikki
aftur at syngja saman her á jørð. Í dag
syngur Randi í tí Himmalska kórinum,
har sangurin er brimduni líkur, sum
skaldið tekur til.
Fjálgt er at vita, at har skulu vit ein
dag aftur syngja saman í tí stóra hvíta
skaranum.
Góða Randi, hóast sorgina og saknin
kenni eg djúpt takksemi fyri tíðina vit
kendust og fyri alt vit høvdu saman.
Í djúpari samkenslu við tykkum øll-
um, ið hava mist so nógv, lýsi eg við
hesum frið yvir minnið um Randi.
Fríðbjørg
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum at
Thorstein Erenbjerg
andaðist 24. januar í Spania, 49 ára gamal.
Jarðarferðin verður fríggjadagin 5. mars
frá Nakskov kapel
Anna, Sissal og Tóki
Nøkur minningarorð um
Ismar Joensen
Til minnis um
Randi Heinesen
f. 23.9.1949 – d. 7.2.2004
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at okkara kæri maður og pápi
Hans Oluf Johannessen
andaðist mánadagin 1. mars 50 ára gamal.
Jarðarferðin verður lýst seinni í Útvarpinum.
Jóna, Katrin og John
Dagurin
3. mars. Húngunn, deyð í 1003. Føroysk eftirgerð av
týska navninum Kunigunde og varð skrivað
Kunigunn, tá ið álmanakkin kom á føroyskum. Hon
varð gift týska keisaranum Heindriki II og læt byggja
bæði kleystur og kirkjur.
Navnið merkir mæt stríðskvinna.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Týsdagin var sam-
koma á Skúlaheim-
inum við Marknagils-
vegin í Havn í sam-
bandi við at Arni
Clementsen, økisleið-
ari, og Eirikur Simon-
sen, lærari, høvdu 25
ára starvsdag.
Samstundis hevði
Yngva Skaalum,
skrivstovukvinna, 30
ára starvsdag
Arni Clementsen og Eirikur
Simonsen byrðjaðu báðir
sama dag á skúlanum.
Egon Øregaard, stjóri á
Tekniska Skúla, helt talu,
hann segði m.a. at Arni og
Eirikur høvdu hvør á sínum
øki verið við í menningini
av skúlanum hesi seinastu
25 árini, og at tekniska
menningin og framkomna
tøknin setur stór krøv til
starvsfólkini á skúlanum.
Egon nevndi eisini at
Petur Hentze, sum andaðist
í fjør, byrjaði eisini 1.
januar 1979.
Arni Clementsen er 53
ára gamal, hann er útbúgv-
in bygningssnikkari og
byggifrøðingur. Hann byrj-
aði sum lærari á timbur-
deild skúlans 1. januar
1979 og arbeiddi í nógv ár
sum lestrarvegleiðari á
skúlanum. Hann var við til
at
fyrireika
teknisku
assistentútbúgvingina og
undirvísti har. Hann var við
til at fyrireika og seta í
gongd byggiteknikaraút-
búgvingina, har hann eisini
undirvísti.
Í 2000 byrjaði hann sum
økisleiðari, og er hann
framhaldandi
í
hesum
starvi.
Arni er giftur Ellu Smith
úr Havn, og eiga tey tvey
børn.
Eirikur Ó. Simonsen er
52 ára gamal, hann er út-
búgvin bilmekanikari og
maskinmeistari. Hann varð
settur í fast starv sum lærari
á bildeild skúlans 1. januar
1979, og hevur hann í
mong ár virkað sum leið-
andi lærari á bildeildini.
Hann man vera ein av
teimum, sum hava størstu
vitanina innan framkomna
biltøkni í dag.
Eirikur er giftur Sigur-
laug, ættað úr Saksun, og
eiga tey tvey børn.
Arni og Eirikur fingu gávur
handaðar frá skúlastjór-
anum.
Eisini handaði skúlastjór-
in blómur til Yngvu Skaal-
um, skrivstovukvinnu, sum
hevði 30. ára starvsdag 1.
mars 2004. Fyri fimm árum
síðan, tá hon hevði 25 ára
starvsdag, var eisini mó-
ttøka á skúlanum.
Tekniski Skúli, Tórshavn:
Starvsfólk heiðraði á Skúlaheiminum
Egon Øregaard, stjóri á Tekniska Skúla, helt talu fyri
starvsfólkunum, sum høvdu rundu starvsdagarnar á
skúlanum
Mynd: Álvur Haraldsen
Eirikur Ó. Simonsen, lærari
á bildeildini, hevði 25 ára
starvsdag, Yngva Skaalum,
skrivstovukvinna, hevði 30
ára starvsdag, og Arni
Clementsen, økisleiðari,
hevði 25 ára starvsdag á
Tekniska Skúla
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
13
12