mánadagur 26. mars 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. mars 2012 · Nr. 37
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
FM-finala:
Mjølnir fyri tre
Kvinnuflogbóltur Mjølnir setti eina tjúkka striku undir, at
kvinnurnar eru tær mest vinnandi av øllum ígjøgnum árini, tá tær
annað árið á rað dugdu at seta Fleyr upp á pláss í FM-finalunum
Hilmar Jan Hansen
Síðani mitt í 80-unum hevur
Mjølnir runt roknað vunnið føroya
meistaraheitið aðruhvørja ferð, so
tí slepst ikki undan staðfestingini,
at felagið í Klaksvík er nógv tað
sterkasta í føroyskum kvinnuflog
bólti ígjøgnum tíðirnar. At tað so
eydnast at gera bragdið annað árið
á rað ímóti Fleyr og enntá bæði ár
ini vinnur greipuna, ger ikki heið
urin minni.
Eingin ivast í, at Fleyr hevur
havt og framvegis hevur eitt ser
stakliga evnaríkt lið, ið telur fleiri
landsliðsspælarar, men allíkavæl
er tað altíð Mjølnir, sum er við yvir
lutan, tá mest stendur á. So var eis
ini hesa ferð, tí FM-finalurnar hjá
kvinnunum vóru ein endurtøka
av í fjør, og hóast Fleyr fylgdi væl
við, so var eina ella aðrastaðni ein
avgerandi munur á, ið fall Mjølni til
fyrimuns.
Mest avgerandi munurin var so
í øllum førum mentala yvirskotið,
ið yvirstrálar øll hini liðini í
kappingini í vetur. Mjølnir hevur
tað, sum skal til, tá mest stendur á,
og tað skal altso nógv til at koppa
liðnum mentalt, so avrikini ikki
røkka til. Bara ein dystur er taptur
í vetur, og tað var í roynd og veru
tann dysturin, ið hevði mest týdn
ing av øllum, so sjálvt ikki tað
skalaði Mjølnir.
Eftir ein tættan fimmsettara í
fyrru FM-finaluni í Klaksvík fyri
viku síðani, kundi roknast við
einum jøvnum og spennandi dysti,
nú seinna finalan var á Eiði. So
bleiv eisini, men satt at siga, var tað
ikki fatanin, ið hekk eftir, tá fyrsta
sett var liðugt. Fleyr kom betur
– Vit hava ein sterkan vilja og
eitt gott lið. Og sum tað bleiv
sagt, so vóru allar í harðari
kapping um at gerast besti
spælari hjá Mjølni, segði lið
skiparin, Eina Kalsø, tá hon
hevði verið uppi og tikið ímóti
steypinum og fingið gull
heiðursmerkið um hálsin.
– Tað hevur koyrt ordiliga
væl hjá okkum í vetur, men eg
haldi, at SÍ og Fleyr hava givið
okkum ein skarpan gang, tí
nógvir dystir hava verið javnir.
Eg hevði tó viljað, at tað vóru
fleiri lið við í kappingini heilt
har frammi, men fleiri lið eru
í ferð við at byggja upp við
ungum spælarum, so um tvey
ella trý ár eru kanska átta góð
lið.
So er spurningurin, hvar tað
góða liðið hjá Mjølni er, tá hini
kanska hava tikið seg fram, tí
tað kundi hent seg, at meistara
liðið er á einum vegamóti:
– Ja, vit eru kanska í einari
hættisligari fasu, tí eingin av
okkum hevur verið burtur og
lisið, og allar eru í tí aldrinum,
so vit vita ikki, hvussu tað
verður næsta vetur. Hetta liðið
kann sjálvandi verða burtur,
áðrenn vit vita av, men so
mugu vit bara gera eitt »come-
back« eina ferð.
hilmarjan@sosialurin.fo
Vit hava
sterkan vilja
– Eg havi vunnið fimm ella seks
meistaraheiti, og tað kennist
líka gott hvørja ferð, segði
Lena í Buð, sum leygardagin
avgjørdi nógvar bóltar frammi
við netið, bæði í blokkinum og
við hepnari hond.
Hon heldur, at liðið hjá
Mjølni er gott, og at rutinan
nú ikki bara er nakað, sum er
galdandi fyri hana og tær, sum
hava verið í gongd í nógv ár, og
tað gevur Mjølni ein fyrimun
fram um hini liðini.
– Vit eru best samanspældar
og tað riggar altíð øgiliga væl,
og tá tað stendur á, er altíð
onkur, ið traðkar til og vinnur
bóltarnar, ið skulu vinnast. Vit
hava eitt nokk so rutinerað lið,
tí tær ungu eru eisini blivnar
rættiliga
rutineraðar,
sigur
Lena í Buð, ið júst nú er glað
fyri at fáa frí frá flogbóltinum
í eina tíð.
– Akkurát nú eri eg nokk so
troytt av flogbólti, so nú gleði
eg meg til at halda summarfrí.
Men eg veit av royndum, at tá
verður tað sum oftast til tað,
at eg gleði meg til at sleppa í
gongd við flogbóltin aftur.
hilmarjan@sosialurin.fo
Líka gott
hvørja ferð