mánadagur 26. mars 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 26. mars 2012 · Nr. 37
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Mjølnir - Fleyr 3-0 (25-14, 25-22, 26-24)
ettandu ferð
úr startholinum og liðini fylgdust
upp til 12-12, men so streyk Mjølnir
avstað og vann settið 25-13.
Eingin endurtøka
Tað var ikki sørt, at tankarnir
leitaðu aftur til finalurnar mill
um somu feløg í fjør, tá Fleyr full
komuliga gav upp í triðja setti og
tapti heili 25-6, so tað mestsum var
syndarligt at síggja. Og hóast Fleyr
ikki ordiliga var við í fyrsta sett
inum, bleiv allíkavæl ikki talan um
nakra endurtøku.
Í øðrum setti fylgdust liðini upp
til 7-7, áðrenn Mjølnir fór framum
og enntá kom upp á 21-16. Men so
svaraði Fleyr dyggiliga aftur og
mundi fingið spenning í, tí bara
tríggir bóltar vóru á muni, tá av
tornaði.
Uppaftur
meira
spenningur
bleiv í triðja settinum, har tað
ongantíð ordiliga bleiv leyst millum
liðini og Fleyr eitt nú var á odda 23-
22, áðrenn Mjølnir í evstu løtu tók
avgerandi takið, so tað frammi við
netið eydnaðist at fáa fatur í einum
bleytum bólti og avgera settið til 26-
24 og dystin til 3-0.
Enn eitt flott føroyameistaraheiti
hjá Mjølni, sum í finaluni á Eiði
leygardagin vísti seg at hava størri
slagstyrki, betri blokkspæl og í
løtum sera gott servutrýst. Fleyr
fylgdi væl við, men megnaði ikki at
gera nakað við klaksvíkskvinnur,
sum altso fingu staðfest sínar
dygdir og aftur í ár eru bestar av
øllum.
Hjartaliga tillukku við greipuni,
Mjølnir!
hilmarjan@sosialurin.fo
Føroyameistari í Eik-liguni hjá kvinnum: Mjølnir
Aftast frá vinstru: Lena í Buð, Ása Klein Olsen, Urd Traðará, Elisabeth Purkhús, Jastrið Sivertsen,
Sára Olsen, Berit Norðoy Vilhelmsen, Eina Kalsø, Sigrid Andreasen, Boba Ilic. Fremst frá vinstru: Turið
Højgaard, Sofía Purkhús, Birgit Guttesen, Katrina Akursmørk, Margit Joensen, Marjun Kalsø
Myndir: Niclas Joensen/FBF
Finalan hjá kvinnunum á Eiði
leygardagin var ein endurtøka
av finaluni í fjør, tí Mjølnir
vann og harvið tryggjað sær
meistaraheitið. Allíkavæl var
talan ikki heilt um eina endur
tøku, tí í fjør var Fleyr stórt
sæð ikki við, meðan liðið hesa
ferð fekk givið góða mótstøðu.
– Tað var bara gott, at tað
ikki endaði sum í fjør. Mun
urin tá var eisini, at vit endaðu
landskappingina sum nummar
eitt, og tí mistu vit eitt pláss,
men hesa ferð vóru vit á øðrum
plássi og endaðu á øðrum
plássi, so vit taptu ikki upp á
sama máta. Trýstið hevur held
ur ikki verið tað sama á okkum
í ár, sigur liðskiparin hjá Fleyr,
Rakul Dalsgaard-Jakobsen.
– Í dag var munurin heilt
klárt, at tær tordu nógv meira
enn vit. Tær slerdu bóltar,
sum ikki lógu heilt perfektir,
har sum vit afturímóti vóru
bangnari og tí heldur góvu ov
nógvar bóltar burtur. Tá vit
koma í aldudalarnar, eru vit
har ov leingi, og tá vit so koma
fyri okkum, koma tær inn við
einum góðum slagi, og so er
settið liðugt. Eg haldi, at tær
eru eitt sindur meira kaldar
enn vit, so tað mugu vit royna
at gera nakað við til næstu
ferð.
hilmarjan@sosialurin.fo
Eftir finaluna hjá kvinnunum
bleiv Sofía Purkhús kosin besti
spælari hjá Mjølni, men for
maðurin í Flogbóltssamband
inum, Magnus Tausen, undir
strikaði samstundis, at tað
hevði verið í harðari kapping, tí
so nógvar vóru góðar á liðnum
hjá Mjølni.
– Hetta hevur verið eitt
ordiliga gott kappingarár, har
vit hava vunnið allar dystirnar
uttan ein. Tað hevur verið so
stuttligt at spælt, og tað hevur
gingið ordiliga væl, sigur Sofía
Purkhús, ið var sera fegin
um at fáa heiðurin sum besti
spælari oman á tað at hava
vunnið greipuna.
– Finalurnar hava verið
spennandi, og sjálvt um tað
í dag endaði 3-0, var tað ein
harður dystur, har vit ikki
kendu okkum tryggar, fyrr enn
alt var liðugt. Vit kempaðu væl
og spæla væl saman, kenna
hvørja aðra væl og eru væl fyri
sálarliga. Vit royna at fáa tað
besta burtur úr øllum.
Hvussu so verður við Mjølni
næsta ár, torir hon einki at siga
um, tí tað veit hon ikki. – Men
eg kann so í øllum førum siga,
at nú flogbólturin er av, stendur
fótbólturin á skránni hjá mær,
sigur Sofía Purkhús, ið plagar
at vera ein av fleiri málslúkum
á meistaraliðnum hjá KÍ.
hilmarjan@sosialurin.fo
Stuttligt at spælt
Tær tordu
meira