mánadagur 26. mars 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. mars 2012 · Nr. 37
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
FM-finala:
SÍ sýndi sí
Mansflogbóltur Tað bleiv ongantíð av álvara
spennandi í seinnu mansfinaluni, hóast Mjølnir vann eitt
sett, tí SÍ vísti annars í dystinum, hví liðið í vetur hevur
verið tað sterkasta og eigur greipuna uppiborna
Hilmar Jan Hansen
Longu, tá SÍ fyri einari viku síð
ani sópaði Mjølnir av vøllinum í
fyrru mansfinaluni í Sørvági, fekst
varhugin av, at tað helst var neyð
ugt hjá klaksvíkingum at spæla
langt yvir evni, skuldu teir fáa gjørt
nakað við sørvingarnar. Soleiðis
vísti tað seg eisini at vera, og hóast
Mjølnir í øðrum setti á Eiði leygar
dagin fekk bitið frá sær, rakk tað
nóg illa til at skelka SÍ, sum vann
trygt, tá avtornaði.
Undan finalunum hevði eitt
sindur av spenningi verið um, um
tað bleiv Mjølnir ella ÍF, ið skuldi
koma í finalurnar ímóti SÍ, og tá
gjørdi Mjølnir tað bragd at vinna
tveir fimmsettarar á rað á útivølli
eftir bara tveimum døgum, fyrst í
Sørvági og síðani á Kambsdali. Men
nógv meira bleiv tað ikki til.
Hetta skyldaðist nú ikki, at
Mjølnir ikki hevur staðið seg
væl, men heldur tað, at SÍ hevur
havt klárt tað besta liðið, og hetta
bleiv eisini undirstrikað í finaluni
leygardagin, har SÍ hevði størri
slagstyrki, størri variatión í spæl
inum og ikki minst kundi gera sær
dælt av størru breiddini á liðnum
sum heild.
Í fyrsta setti var SÍ alla tíðina
tveir og tríggjar bóltar framman
fyri, men mitt í settinum fór ferð
Kenslan
altíð góð
– Kenslan er líka góð hvørja
ferð, og tað er altíð stuttligt, tá
tað gongur so væl, segði liðfor
maðurin hjá SÍ, Jón Joensen,
tá tað var greitt, at sørvingar
við greipuni hava staðfest sína
støðu sum besta mansliðið í
vetur.
– Vit sóu tað í dag, at tá vit
hava fingið móttøkurnar upp
á plás, hava vit fingið álopið
ordiliga at koyrt, og tá fara
vit frá teimum hvørja einastu
ferð.
Samstundis ásannaði Jón,
at í seinna finaludystinum
ímóti Mjølni vóru móttøkurnar
heldur svikaligar í teimum
báðum fyrstu settunum, og tað
setti sín dám á dystin.
– Tá teir fáa komið út til
kantarnar við blokkinum, so
vit verða ov ofta blokkaðir. Í
øðrum setti fóru vit eitt sindur
niður, men tað kemur altíð vend
í aftur, og so koyrir tað aftur.
Soleiðis var tað eisini í dag,
segði Jón, ið longu sær fram
ímóti næsta kappingarári.
– Nicola Kapric heldur fram
og vit vænta at hava sama
fólk næsta ár, umframt at
vit hava nógvar ungar á veg
upp. Dreingir 14 og 16 akkurát
vunnið FM, so tað sær gott út
fyri framtíðina hjá SÍ.
hilmarjan@sosialurin.fo
Hóast finaludysturin leygar
dagin kanska ikki var hansara
besti í vetur, so er eingin ivi um,
at 35 ára gamli serbin, Nicola
Kapric, man vera tann einstaki
spælarin hjá SÍ, ið hevur
havt størst ávirkan á, at liðið
kundi fara allan vegin í bæði
lands- og steypakappingini og
standa sum greipuvinnari, tá
avtornaði.
– Hetta er mítt fyrsta meist
araheiti í Føroyum, so saman
við sigrinum í steypafinaluni
havi eg rokkið nógvum saman
við hesum liðnum upp á henda
eina veturin. Hetta kennist
øgiliga gott, serliga tí tað er
fyrstu ferð, sigur Kapric, ið
heldur fram sum spælari og
venjari hjá yngri liðum í SÍ
komandi vetur eisini.
– Hetta er ein góð avbjóðing,
hóast tað er nógv øðrvísi enn
heima í Serbia. Liðini eru
javngóð her, men eg vildi ynskt,
at tað kundu verið fleiri enn
fýra ella fimm lið, tí so høvdu
vit havt eina betri kapping,
Nicola Kapric sigur, at sær
og familjuni dámar øgiliga væl í
Sørvági, har bæði bygdarfólkið
og liðið hevur tikið væl ímóti
teimum.
– Eg havi bara ikki fingið
vant meg við veðrið, men tað
gongur framá við tí eisini,
flennur hann at enda, áðrenn
hann fer aftur í trunkan av
fegnum sørvingum.
Kapric sera fegin