Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-26, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mars 2012síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 26. mars 2012 · Nr. 37 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið SÍ - Mjølnir 3-1 (25-17, 20-25, 25-21, 25-13) na styrki in upp og SÍ økti frá 15-14 til 19-14 og síðani bara leyp avstað og tók settið. Næstsíðsta bóltin fekk Mjølnir dømdan ímóti sær fyri feil í upp­stillingini, og serliga Boban Ilic gjørdi nógv burturúr at mótmæla, men avgerðin stóð við. Heilur vinnaravilji Tá hevði tú varhugan av, at her stóð ikki ov væl til hjá klaksvíkingunum, men so var ikki, tí í settinum aftaná var tað, at teir høvdu sína løtu í dystinum, tá teir tóku annað sett. Longu frá fyrsta bólti fór Mjølnir avstað, og hóast SÍ sá út til at revsa mistøkini, tá tey hendu, so svaraði Mjølnir alla tíðina væl aftur og helt SÍ eitt lítið petti aftan fyri seg allan vegin. Mjølnir helt fram í sama stíli at byrja við í triðja setti, men megnaði ikki at fullføra, og so skjótt sum SÍ var komið upp á javnt til 8-8 og so yvirhálaði, kom eitt glopp í, sum sørvingar megnaðu at halda allan vegin, hóast Mjølnir ímóti endanum var um reppið at fáa fatur í rætta endanum aftur. Nú var Nicola Kapric hjá SÍ ordiliga komin í gongd aftur, eftir at hann hevði fingið lítið burtur­úr í serliga øðrum setti. Í finaluni vóru tað ikki minst teir yngru hjá SÍ, ið gjørdu vart við seg, so har sær bara gott út fyri framtíðini vesturi í Sørvági. Og at vinnaraviljin var heilur, kom so í øllum førum til sjóndar í fjórða setti, tá SÍ byrjaði væl og bara økti munin, so tað til endans bleiv av­ smurn­ingur. Tá Jón Joensen serv­ aði sett- og matsjbóltin, fingu teir í Mjølni ikki bóltin uppaftur, og har­við var fjórða meistaraheitið og triðja greipan hjá sørvingum síðani 2008 veruleiki. Hjartaliga tillukku við greipuni, SÍ! hilmarjan@sosialurin.fo Føroyameistari í Eik-liguni hjá monnum: SÍ Aftast frá vinstru: Niels Erik Anderson, Martin Mikkelsen, Filip Gram, Nicola Kapric, Kasper Lorentzen, John Olivar Edcardson, Jón Falkvard, Rajko Petrovic. Fremst frá vinstru: Emil Mikkelsen, Jón Joensen, Sonni Zachariasen, Brandur Heinason, Ólavur Jensen, Jákup M. Hansen, Rúni Christiansen Myndir: Niclas Joensen/FBF – Eg havi tað ikki gott, og vit eru allir ótrúliga vónbrotnir, tí í dag spældu vit ikki ordiliga upp til okkara besta. Vit spældu væl í einum setti, sum vit vinnu, men hini settini mintu ov nógv um fyrru finaluna í Sørvági, segði Thorvald Danielsen, lið­for­ maður hjá Mjølni. – Men eg haldi allíkavæl ikki, at vit skulu vera so øgiliga keddir, tí tað hevði nokk verið eitt sindur órættvíst, um vit skuldu vunnið, tí SÍ hevur havt støðugt spæl allan vetur. Vit fóru eftir kjansinum, sum ikki var so stórur, so eg vil heldur siga, at vit hava vunnið silvur, enn at vit hava mist gull. Hópurin hjá Mjølni hevur verið heldur breiðari í vetur, enn hann var eitt nú síðsta vetur, og tað hevur gjørt tað hugaligari hjá monnunumn í Klaksvík. – Vit hava havt fleiri spæl­ arar við í vetur, samanborið við síðsta vetur, og tað er ótrúliga gott. Tað ber ikki til at enda við einum silvurheiðursmerki, so eg vænti ikki, at nakar av okkum gevst, sigur Thorvald. – Hetta er annars nøkulunda sama liðið, vit hava havt síðstu trý árini, men í ár hevur SÍ verið gott og í fjør var tað ÍF og so aftur SÍ. Kanska er tað tað, at vit ikki hava verið nóg kaldir í avgerandi løtunum. hilmarjan@sosialurin.fo Allir eru vónbrotnir – Vit hava kanska havt munin á hinum liðunum í allan vetur, sigur Ólavur Jensen, hevarin hjá SÍ, tá hann eftir dystin skuldi greiða frá, hví júst sør­ vingar vóru ovastir, tá alt var liðugt. – Kappingin var spennandi nokk so leingi, har tað ikki var avgjørt fyrr enn til allarsíðst, hvør kom í finaluna, so tað hevur ikki verið so galið. Hin­ vegin var tað ikki so fínt og polerað spæl í dag, men kanska heldur rótut, tí feilir avgjørdu nokk so nógvar bóltar. Og sjálvt um SÍ í vetur hevur verið besta liðið í bæði steypa- og landskappingini, so tað bleiv til greipuna, hevur Ólavur góð­ ar vónir um framtíðina. – Vit hava rættiliga breið­an hóp og ein ótrúliga góðan út­ lending, umframt góðar ungar spælarar, so samansetingin ger helst munin, sigur hann og leggur aftrat, at hann helst eisini er við, tá kappingin byrjar aftur tíðliga í heyst: – Hugurin at halda fram er altíð góður, tá tú vinnur. hilmarjan@sosialurin.fo Munin allan vetur