mánadagur 26. mars 2012síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. mars 2012 · Nr. 37
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Tað var bara ta fyrstu løtuna, at B68
var nakað serligt við í dystinum í
Gundadali í gjár, tá HB tók ímóti
og skuldi vísa, at kreppuárið 2011
var lagt aftur um bak. Samstundis
sum B68 vísa, at liðið við nýggjum
styrki var ført fyri at blanda seg
upp í tann endan á kappingini, har
tað er stuttligast.
Í so máta dumpaðu toftamenn
so
dyggiliga,
samstundis
sum
heimaliðið stóð royndina. Men
tað var tó ikki við toppkarakteri, tí
hevði HB veruliga havt hvest sær
vápnini undan dystinum, høvdu
fleiri av málunum verið komin
fyri steðgin. Tá tóktist tað tó, sum
vóru royndirnar hálvhjartaðar ella
bara ikki nóg góðar, tí hóast Hans
Jørgensen ofta kom fyri, var sjáldan
talan um stórvegis bjargingar.
Málmaðurin í hinum endanum,
Teitur Gestson, hevði ikki tað heilt
stóra at gera, tí tað var ikki fyrr enn
eina ferð í seinna hálvleiki, at B68
brádliga fekk ein málmøguleika, ið
var so einsamallur, at fáur minnist
hann í morgin. Og hinvegin munnu
teir brendu ella søplaðu hjá HB
heldur ikki koma í søgubøkurnar.
Eftir fyrstu trý korterini, har
HB stútt og støðugt setti seg á alt
spælið, men bara ikki fekk nakað
mál, lá líkasum í luftini, at nógv
skuldi broytast hjá gestunum,
skuldu teir sleppa upp í part eftir
steðgin, meðan tað hjá HB helst
bara ráddi um at vísa tol og halda
fram upp á sama máta.
2011 farið í søguna
Tað vísti seg eisini, at B68-liðið opin
bart hevði trupulleikar, ið ikki bara
kundu loysast við teimum røttu
orðunum í steðginum, tí støðan
bara versnaði, longur tað leið út
á dystin. Og sjálvt eftir at Fróði
Benjaminsen hevði fingið seinna
gula kortið og var farin av vøllinum,
megnaði HB enn eina ferð at skjóta
mál, so maktbalansan veruliga var
skorin í relieff. Hetta var sum at
síggja dreingir spæla grís upp á eitt
mál!
Ikki vóru meira enn tríggir
minuttir farnir av seinna hálvleiki,
so hevði Christian R. Mouritsen
snarað sær á á brotsteigarmarkinum
og sent bóltin í máli, dygst úti
við stongina. Og tíggju minuttir
seinni hevði Fróði seinasta fótin
á eftir hornaspark, eitt sindur av
trunkaspæli og eina hálvbjarging.
Og smáar 20 minuttir fyri tíð bleiv
sera væl upplagdi Andrew av
Fløtum blankafríur og skoraði til
3-0.
So var tað, at Fróði Benjaminsen
eitt korter fyri tíð fekk sítt seinna
gula kort fyri eina ófantaliga
takling, og av tí at hann hevði
brúkt seg til eitt gult kort nakað
frammanundan, mátti hann fara av
vøllinum og lata hinar um rest. Tað
kláraðu teir nú fínt, tí sjey minuttir
fyri tíð staðfesti Símun Samuelsen
4-0 sigurin hjá HB, ið lættliga kundi
verið væl størri.
Her var púrt eingin mótstøða,
og meðan toftamenn vóru tungir
og seinir, vóru havnarmenninir
lættir á fótum og funnu framúr
væl hvønnannan. Hóast styrkin
hjá HB neyvan kundi mátast púra
álítandi eftir hetta avrikið, bendir
alt á, at 2011 er farið í søguna sum
eitt ordans rakár, og at 2012 helst
verður spælt í hinum endanum á
stigatalvuni.
hilmarjan@sosialurin.fo
Grísur í Gundadali
Fótbóltur Tað sást longu í fyrra hálvleiki, hvønn veg tað gekk, og tá HB fekk hol á eftir
steðgin, megnaði tunga og seina B68-liðið einki at gera fyri at forða stórtapinum
– Hetta var ikki gott. Vit vóru
alt ov vánaligir í verjupartinum,
og álopið gekk heldur einki.
Her er nógv at arbeiði við hja
okkum, staðfesti ein av nýggju
spælarunum hjá B68, Jústinus
R. Hansen, ið saman við Einari
T. Hansen og Christian Høgna
Jacobsen er farin úr Runavík út
á Toftir at spæla.
– Tað er kanska ein í so bílig
umbering, at liðið ikki er nóg
væl samanspælt, men tað er
nokk ein orsøk til, at tað ikki
gongur hjá okkum, men tað
man fara at koma. Í dag fluttu
vit okkum ikki nóg nógv fyri
hvørjum øðrum og vóru heldur
ikki nóg tættir í HB-arum,
sum eru óførir og hava góðar
bóltspælarar. Vit mugu vera
tættari í mótstøðumonnunum
og arbeiða harðari.
Jústinus ásannar, at hetta
var slett ikki tað, sum B68 ætlaði
undan ferðini í Gundadal, men
at nú ræður um at koma víðari:
– Vit mugu bara koma
uppaftur
við
høvdinum
og
kempa víðari, so skal spælið
nokk koma. Hetta var ikki tað,
vit høvdu satsað uppá, men
hetta er tað, sum kann henda
ímóti HB, um teir sleppa at
spæla sítt spæl.
hilmarjan@sosialurin.fo
– Frá byrjan hava vit í ár valt
at spælt bólt, tí tað er tað, vit
duga best, meðan vit síðstu
árini hava gjørt í so nógv við at
finna avgerandi sendingina, ta
longu afturum. Í hálvleikinum
í dag kundu vit staðfesta, at vit
høvdu havt nógvar kjansir, og vit
samdust um at halda fram, tí so
skuldu vit nokk sleppa ígjøgnum
verjuna hjá teimum fyrr ella
seinni.
Tað
sigur
Vagnur
Mohr
Mortensen, ið er sera fegin um
góðu byrjanina, HB fekk hetta
kappingarárið, tá havt verður í
huga, hvussu illa tað gekst í fjør.
– Ja, hetta er ein dreymabyrjan
hjá okkum, men nú skulu vit eisini
í gongd aftur. Hatta í fjør er farið,
tí tað kunnu vit ikki brúka til
nakað. Vit skuldu vinna í dag, tað
var eitt krav, og hjá okkum ræður
um at vinna heimadystirnar og
royna at vinna útidystirnar eisini,
sigur hann.
–
Henda
dystin
var
tað
soleiðis, at í fyrra hálvleiki lógu
teir og bíðaðu eftir okkum, men
vit høvdu tol. Tá teir so í seinna
hálvleiki komu longur fram á
vøllin, blivu stór hol allastaðni,
so vit funnu væl hvønnannan
og kundu sleppa ígjøgnum. Vit
vunnu eisini teir næstu bóltarnar,
sum vit ikki vunnu so nógvar av
í fjør, so tað var bara gott. Hetta
krevur hart arbeiði, men eg havi
góðar vónir.
hilmarjan@sosialurin.fo
Ikki nóg gott
Hetta duga vit best
HB var við yvirlutan í øllum lutum, tá B68 í gjár varð sent heimaftur við einum 4-0 tapi
í skjáttuni, og alt bendir á, at HB av álvara hevur rist kreppuárið 2011 av sær