Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-26, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mars 2012síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 26. mars 2012 · Nr. 37 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Nýggj og gomul søga í Streymnesi Fótbóltur Heimamenninir kendu seg hava mist tvey stig, meðan klaksvíkingar fegnaðust um fyrsta stigið, sum teir yvirhøvur hava vunnið við Margáir Í EB/Streymi spenna teir vón­ar­ bogan høgt, og avrikið í fjør er orsøk hjá teimum at gera tað. Tá vunnu teir gull í steypakappingini og silvur í landskappingini. Tá restaðu tað sjey stig og tvey mál í at røkka metúrslitinum hjá B36. Tað var soltna gongdin tíðliga í kappingini, sum var stóra orsøkin til, at tað ikki eydnaðist. Í átta teimum fyrstu umførunum misti EB/Streymur ellivu stig. EB/Streyma venjarin, Heðin Askham, heldur ikki, at avrikið ímóti KÍ bar boð um, at tað fer ikki fer at roynast væl fyrstu umførini í ár: – Eg eri væl nøgdur við leik­ liga avrikið ímóti KÍ. Serliga í 1. hálvleiki høvdu vit orduliga tamarhald á teimum, og tað hevði einki forgjørt verið í tí, um vit høvdu verið frammanfyri við meiri enn málinum, sum Arnbjørn Hansen skoraði í síðstu løtu undan steðginum. Arnbjørn varð sera væl ansaður, men so megnaði hann kortini at skora eitt typiskt senturforvard mál, tá ið hann stakk høvdið upp um miðverjan og stýrdi bóltin í málið. Tíverri geva vit teimum eitt mál, tá ið talan er um stóra misskiljing í verjuspælinum hjá okkum, men tað sær gott út, heldur Heðin Askham. Trúgva KÍ viðhaldsfjøldin var fegnari um javnleikin, enn tey í heimaleguni vóru. Tað var ikki so undarligt. Eitt er, at tað var EB/Streymur, sum var omaná, tá ið spælararnir fóru at hvíla seg eftir 1. hálvleik. Eitt annað er, at klaksvíkingarnir høvdu verið eitt sindur sperdir í 1. hálvleiki, tá ið bæði Hans Pauli Samuelsen og Arnbjørn Hansen høvdu havt góðar møguleikar, og eitt triðja var, at hagtølini ikki góvu KÍ nógvar møguleikar at ogna sær stig. Tá ið KÍ í 2006 við 1-0 sigri í síðsta umfari spoleraði EB/ Streyma møguleikan at vinna fyrsta FM heitið nakrantíð, var heimavøllurin á Eiði. Síðani hevur verið spælt við Margáir, og undan gjárdegnum hevði tað ongantíð eydnast klaksvíkingum at vinna stig í Streymnesi. – Hetta var ein týdningarmikil javnleikur. Vit eiga nú tveir heima­ dystir ímóti B36 og HB, og úrslitið her norðuri gevur okkum treysti og áræði at fara undir fyrireikingarnar til tær uppgávurnar, staðfesti KÍ liðformaðurin Hjalgrím Elttør, sum stóran part av tíðini við Margáir átti leiklutin sum verjukendur miðvallari, har hann hevði Henry Heinesen undir liðini á sær, meðan Álvur F. Christiansen, Páll A. Sólstein og Andy Olsen vóru frammanfyri, og Bárður J. Heinesen var einsamallur heilt á toppinum, har hann serliga í 1. hálvleiki var rættuliga einsamallur. Andy Olsen hevur góð evni at vera á rætta plássinum í røttu løtuni, og tað var hann, tá ið málverjin og miðverjin fóru skeivir eftir KÍ innlegg, og so var 1-1. Rættan hugburð Leif Niclasen átti góða innleggið, sum Arnbjørn Hansen stutt undan steðginum umsetti til mál. Teir báðir vóru saman við klaksvíkinginum Niels Paula Danielsen í fremstu røð hjá heimaliðnum, meðan Hans Pauli Samuelsen hesa ferð – saman við sera væl upplagda Sorin Anghel - var á fremsta miðvallarplássi­num og hevði Pætur Dam Jacobsen aftanfyri seg. Heimaliðið hevur spælt meiri saman, enn unga KÍ liðið hevur gjørt, men klaksvíkingarnir vóru raskir og óførir. Páll Guðlaugsson hevur potað arbeiðssemi og vinnaravilja í teir. Teir arbeiddu nógv og hart, og tað bar við sær, at tað, sum 2. hálvleikur leið, eydnaðist teimum at megna væl meiri tyngd í álopspartinum, enn teir høvdu megnað undan hvíldini, tá ið teir vístu millum lítið og einki í framrættaða partinum. Andras Gango var nýggjur í KÍ málinum, og ágrýtni Gunnar Christiansen var nýggjur á høgra vongverja. Í hinum borðinum gjørdist veteranurin Heðin á Lakjuni sum frá leið alt meiri framsøkin, og Jógvan Isaksen og Sørmundur Kalsø høvdu gott tak á fremstu heimamonnunum. Gert Hansen og Jónleif Frede­ riksberg vóru fyri tað mesta tryggir á vongverjunum á heimaliðnum, og tað vóru miðverjarnir, super­vete­ ranurin Egil á Bø og liðformaðurin Marni Djurhuus, eisini. Eina ferð svipsaði tað, og tá tók KÍ av, og harvið varð tað, at úrslitið gjørdist 1-1, sum klaksvíkingar fegnaðust um, meðan teir í EB/Streymi vóru fegnari um leikliga avrikið, enn teir vóru yvir úrslitið.