Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-26, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mars 2012síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. mars 2012 · Nr. 37 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Hilmar Jan Hansen Tá eitt korter var eftir av dystinum í Vági, kom gamla TB-kempan, Óli Johannesen, á vøllin í sínum fyrsta dysti av týdningi í nøkur ár. Neyðugt var at fáa vent dystinum, so Óli varð sendur fram í álopið at leggja trýst á. – Hann er framvegis ein fínur fótbóltsspælarin og stóð seg væl har frammi. Satt at siga, byrjaði hann at skapa eitt sindur av órógv í verjuni hjá okkum, tá hann brádliga noyddist í málið síðstu løtuna, sigur venjarin hjá Víkingi, Jógvan Martin Olsen, ið kennir Óla serstakliga væl frá landsliðstíðini. Hendingin, har Ivan Stojkovic og ein verjuspælari hjá TB opinbart stoyttu saman, so málverjin fekk eitt knæ í høvdið og misti vitið eina løætu, hendi stutt fyri dystarenda, men tá TB onga útskifting hevði eftir, máttu teir tíggju á liðnum bara royna at verja skansan. – Tað var ikki so galið at vera við aftur, men tað endaði eitt sindur keðiligt, tá eg mátti fara í málið at standa til síðst, sigur Óli Johannesen, ikki tó fekk nógv at gera í málinum hesa løtuna, annað enn at senda bóltin fram í tunna álopið nakrar ferðir. TB byrjaði væl Tað var annars TB, ið byrjaði dystin betur og legði eitt ávíst trýst á Víking á lánta heimavøllinum í Vági. Størsta kjansin hevði Aron Sørensen, tá hann longu í fjórða minutti noyddi Geza Turi í gesta­ mál­inum at fara í fulla longd við hálv­bjarging, og heldur ikki Igor Grkajac, ið fekk fatur á returinum, fekk bóltin í málið. Hetta var nógv størsti kjansurin hjá TB allan dystin, men hann fór ikki inn. – Væl gekst hjá okkum fyrsta hálva tíman, har menninir koyrdu á og vóru øgiliga ágrýtnir. Onkrir kjansir vóru eisini, men tá einki kom burturúr, tók Víkingur spaku­ liga meira og meira yvir. Og tá TB so mátti satsa og tað gjørdist meira opið spæl, dugdi Víkingur at gera sær dælt av tí. Men hóast vit taptu, var innsatsurin í lagi, heldur Óli Johannesen. Fyrra málið hjá Víkingi var eitt brotsspark, tá Bárður J. Hansen bleiv feldur, og Atli Gregersen kundi skora trygt, og tað seinna kom eftir skotroynd frá Lasse Qvist og bólt­ urin kom útaftur til Bárð, ið var púra fríur fyri málinum. – Tá vit fyrst høvdu fótað okkum eftir vánaliga fyrsta hálva tíman, høvdu vit gott tamarhald á, og eg eri sera væl nøgdur við at vinna og fáa trý stig í einum dysti, har TB- ararnir trýstu okkum fyrstu løtuna, sigur Jógvan Martin Olsen. hilmarjan@sosialurin.fo Óli endaði í málinum Fótbóltur Fyri fyrstu ferð í sjey ár spældi TB aftur dyst í bestu mansdeildini, og hóast tað bleiv til tap á lánta heimavøllinum í Vági, var TB væl við og vísti stórt ágrýtni ímóti Víkingi Liðformenninir hjá TB og Víkingi, Martin Tausen og Atli Gregersen, heilsa upp á hvønnannan undan fyrsta dystinum hjá TB í bestu deildini síðani 2005 – tá var Víkingur enn ikki til… Mynd: Dagfinn Olsen NSÍ misti á stokkinum Fótbóltur Fuglfirðingar stórfegðust um fulla úrtøku eftir ikk serliga sannførandi avrik, og teir úr Runavík harmaðust um, at teir i síðstu løtu mistu eitt stig Jóannes Hansen Tað var sera gott lag í heimaleguni, eftir at ÍF í Fløtugerði hevði vunnið 2-1 ímóti NSÍ. Orsøkin var eyðsýnd: Eftir ikki serliga sannførandi avrik eydnaðist tað ein minutt undan leikloki at skora sigursmálið til 2-1. Málskjútti var nýggi danski álopsspælarin Simon Skibsted. Úr stuttari fjarstøðu sendi hann bóltin í málið, eftir at Clayton Soares sera hegnisliga eftir innlegg hevði spælt hann leysan við at temja bóltin til hansara. – Vit eru vónbrotnir. Tað sigur seg sjálvt. Vit komu á odda, tá ið bara eitt stórt korter var eftir. Miðvallarin Jann Martin Mortensen varð spældur leysur og skoraði. Nú aftaná kunnu vit iðra okkum um, at vit ikki tá vórðu serliga ansnir í verjupartinum. Tíverri fekk Bartal Eliasen høvi við høvdinum at umseta innlegg til mál, staðfesti nýggi NSÍ málverjin, Kristian Joensen, sum í ár er fluttur aftur í barn­dóms­felagið, eftir at hann í fjør var í Vágum. Fyri stuttum vann ÍF 5-1 í Eystur­ oyarkappingini á NSÍ. Sammett við ta ferðina var talan um framgongd hjá NSÍ, hóast tað framvegis er langt á mál. Men tað var heldur ikki talan um serliga sannførandi avrik hjá fulgfirðingum. Hjá heimaliðnum var ilt at síggja rætta hugburðin. Spælararnir fluttu seg ov lítið fyri hvørjum øðr­um, sendingarnar vóru ikki nóg neyvar, og teir vóru ikki avgjørdir í verju­ partinum. Kortini fegnaðust fuglfirð­ing­ arnir um fullu úrtøkuna. Leygar­ dagin skulu teir út á Toftir, og NSÍ eigur sunnudagin heimavøll ímóti TB. Oyggjauppgerðin var ikki ófanta­lig, og tí var tað merkisvert, at gula kortið var ikki færri enn sjey ferðir á lofti. joannes@sosialurin.fo