mánadagur 26. mars 2012síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. mars 2012 · Nr. 37
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Uni Holm Johannesen
Tað var í seinastu minuttunum,
at H71 staðfesti munin millum
oddaliðið og botnliðið í høllini á
Hálsi í gjár. Treisku heimamenninir
úr Kyndil vóru knáir, men orkan
gekk undan eftir steðgin, og tá
struku gestirnir úr Hoyvík avstað. Í
H71 vóna tey, at endaspurturin upp
á landskappingina fer at hilnast
eins væl sum í gjár.
KÍF, VÍF og StÍF. Tað eru liðini,
sum hoyvíkingar skulu royna at
basa næstu vikurnar. Treytirnar
eru í øllum førum greiðar. Eydnast
tað, so skulu hoyvíkingar spæla
finalurnar um føroyameistaraheitið
móti kollfirðingum. Tann mest
umráðandi dysturin, sum H71 hevur
illa ráð at tapa, er í Vestmanna móti
VÍF tann 5. apríl. Vestmenningar eru
á øðrum plássi við sama stigatali
sum hoyvíkingar.
Vunnu greitt
Men ein dyst í senn. Tað er mest sum
høvuðsreglan í ítrótti, um tú skal
trúgva ítróttarfólkunum, sum bera
síni sjónarmið fram í fjølmiðlunum.
Hesaferð var Kyndil, sum hevur
havt soltna stigaúrtøku í hesum
kappingarárinum, mótstøðuliðið.
Grønlittu havnarmenninir hava enn
ikki fingið stig móti teimum ovastu
liðunum, og avrikið í gjár vísti
eisini, at tað restar nakað í, áðrenn
Kyndil kann bjóða landsins bestu
av. H71 hevði neyðuga yvirskotið í
seinna hálvleiki, og tá var lítið um
heimamenninar.
Hoyvíkingar vunnu við sjey
málum, 29-22. Tað var serliga Dánjal
Tórgarð, sum skaraði framúr í
álopsspælinum hjá H71. Hann gekk
undan við sínum níggju málum.
Tað var serliga fyri hvíldina, at
Tórgarð stóð seg væl. Nakað, sum
var neyðugt, fyri at varðveita tepru
leiðsluna.
11 dagar
Bæði H71 og VÍF skulu spæla móti
KÍF í næstum. Kollfirðingar kunnu
sostatt eiga virkan lut í tætta stríð
num um hitt finaluplássið. Tapir
KÍF fyri øðrum av liðunum, so
fær tað vinnandi liðið ein stóran
fyrimun. Øll stig eru kærkomin.
Um seks dagar, tann 1. apríl, vitja
kollfirðingar í Hoyvík. Men tað er
fýra dagar seinni, tann 5. apríl, at
VÍF og H71 bresta saman. Tá verður
stóra brakið í Vestmanna.
Hondbóltur H71 greiddi sín setning hesaferð og vann við sjey málum á botnproppinum
Kyndil. Nú eru bara trý umfør eftir at spæla. Tað verður tó serliga ein landskappingardystur
í Vestmanna tann 5. apríl, sum verður avgerandi fyri vestmenningar og hoyvíkingar
Stóra brakið verður tann 5. apríl
Sjey stig skiltu Kyndil og H71 tá avtornaði. Hoyvíkingar hótta framvegis VÍF, sum er nummar tvey. Liðini eru ájøvn í stigum
Uni Holm Johannesen
KÍF hevur verið stórspælandi alt
kappingarárið, og tað eru nú nakrar
vikur síðani, at liðið vann sær sæti
í finalunum um føroyameistara
heitið. Jan Ottesen, venjari, hevur
tískil brúkt tíðina at fyrireika liðið
til avgerandi dystirnar um gullið.
Eftir dystinum í gjár at døma, so
eru kollfirðingar komnir væl áleiðir.
Teir vundu burturúr StÍF við at
vinna við heili 22 málum, 40-18.
Skrædnaði
móti endanum
Kollfirðingar vunnu sær greiða
leiðslu beinanvegin, og spurningurin
var allatíð, hvussu trivaligur sigurin
fór at vera. Hans Eli Sigurbjørnson
gjørdi sítt fyri, at heimaliðið skuldu
vinna størsta sigurin í hesum kapp
ingarárinum. Hann stóð fyri 10 av
málunum. Munurin øktist støðugt
millum liðini, men tað var ikki fyrr
enn miðskeiðis í seinna hálvleiki, at
tað av álvara skrædnaði millum
liðini. KÍF fekk 17 mál hesa løtuna,
og gestirnir fingu bara seks mál.
Kunnu ávirka
Tað verður annaðhvørt VÍF ella H71,
sum skal spæla finalurnar móti
KÍF. Og kollfirðingar standa ikki
heilt uttan ávirkan, nú mótstøðu
liðið skal finnast. KÍF skal spæla
móti báðum liðunum næstu vikur
nar. Bæði vestmenningar og hoy
víkingar hava stóran tørv á hesum
stigunum.
Hondbóltur Tað var lítið hugaligt at vera StÍF-viðhaldsmaður í Kollafirði í gjár, tá StÍF varð bukað av
KÍF. Kollafirðingar vunnu við heili 22 málum í gjár. Tað var størsti sigurin í hesum kappingarárinum
Kollfirðingar eyðmýktu StÍF
Kyndil – H71 22-29 (13-14)
Kyndil: Ken Zachariasen 5, Høgni Klein Olsen 4, Ludvík Súnason 4,
Andrias Sólsker 3, Julian Jónsson Johansen 2, Frank Askildsen 2,
Torvald Abrahamsen 1, Kristoffur Kristoffersen 1.
H71: Dánjal Tórgarð 9, Bogdan Florea 7, Rógvi Sørensen 4, Rúni
Højgaard 4, Hans Kári Hansen 2, Sigmundur Nolsø 2, Sigmundur Dahl 1.
KÍF – StÍF 40-18 (16-6)
KÍF: Hans Eli Sigurbjørnson 10, Nicklas Selvig 7, Jákup Trygvason 6,
Ási Dam 4, Andrias Nielsen 3, Teitur Joensen 3, Poul Finnur
Egholm 3, Rógvi Weyhe 2.
StÍF: Allan Norðberg 9, Steinar Prestá 2, Jørmund Joensen 2,
Fríði R. Djurhuus 1, Pætur Joensen 1, Jógvan G. Joensen 1,
Remus Petrea 1, Marius Joensen 1.