mánadagur 26. mars 2012síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 26. mars 2012 · Nr. 37
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Nú er stundin
Brandur Sandoy
Tinglimur og borgarstjóri á Sandi
Summi politisk mál hava tað
við at fara av sporinum, og
hetta kunnu vit av røttum
staðfesta um málið, viðvíkjandi
gjald fyri koyring ígjøgnum
undirsjóvartunlar, og fígging
av Sandoyartunlinum.
Øll orrustan byrjaði við,
at landstýrismaðurin spældi
út við hvørjar hugsanir hann
hevði um málið.
Hann vildi, at Skálafjarða
rtunnilin saman við teimum
verandi undirsjóvartunlunum,
skuldu fíggja ein komandi
Sandoyartunnil.
Útsøgnin
varð, at hann dugdi ikki at
síggja annan møguleika enn
henda, um Sandoyartunnilin
skuldi gerast veruleiki.
Hetta sjónarmið fall vest
ur- og norðurborgarstjórunum
fyri bróstið, og tey meldaðu út,
at tey vildu ikki fíggja hinar
tunlarnar.
Hetta fall suðurborgar
stjórunum fyri bróstið, og
teir meldaðu út, at um tað
skal verða frítt at koyra í
undirsjóvartunlum, so skal tað
eisini verða frítt at sigla.
Síðani hava partarnir ikki
flutt seg nevnivert.
Men er ósemjan nú so stór
hóast alt?
Eg ivist onga løtu í, at
suðurborgarstjórarnir kunnu
taka undir við, at Sandoyar-
og seinni Suðuroyartunnilin
kunnu
verða
fíggjaðir
á
sama hátt, sum hinir undir
sjóvartunlarnir hava verið,
nevniliga yvir skattin og við
nýtslugjaldi.
Heldur ikki ivist eg eina
løtu í, at norður- og vestur
borgarstjórarnir eru við uppá,
at sjóvegis farleiðirnar eis
ini verða ókeypis, um teirra
undirsjóvartunlar verða tað.
Sjálvur haldi eg tað verða
skeivt, at sjóvegis farleið
irnar verða ókeypis, men
rætt hevði verið at tær
gjørdust
kostnaðarminni.
Eisini haldi eg, at norður- og
vesturborgarstjórarnir eiga at
verða tilreiðar, at góðtaka eitt
lítið gjald fyri rakstur av teirra
undirsjóvartunlum, tá teir eru
útgoldnir.
Hvar er so ósemjan?
Jú, hon er um leistin ið
landsstýrismaðurin
hevur
borðreitt við.
Skálafjarðatunnilin eigur
helst at verða gjørdur av
privatum, um so er at hann er
ein so góð forrætning. Uttan
iva verða lánitreytirnar um
fá ár betri enn í dag, og sum
er, er tað eisini koyrandi av
Skálafjørðinum til Havnar.
Sandoyartunnilin
eigur
hinvegin at verða gjørdur av
landinum
beinanvegin,
og
hann eigur at verða fíggjaður
sum hinir báðir undirsjóvar
tunlarnir hava verið fíggjaðir,
yvir
landskassan
og
við
nýtslugjaldi.
Orsøkin til at Sandoyar
tunnilin eigur at verða gjørd
ur beinanveg eru fleiri.
Sandoyggin hevur verið
fyri stórari afturgongd í fólka
talinum seinastu 20 árini, eini
20-25%. Oyggin stendur enn til
at bjarga, men bert um skjótt
verður borið at.
Pengar hava við infla
tiónini lyndi at minka í virði.
Vágatunnilin varð ovurhonds
dýrur tá hann varð gjørdur,
hann kostaði 280 mió. kr.
Ongin hevði ivast í dag, at
brúkt 280 mió. kr at fingið
fast samband til Vágoynna.
Sandoyartunnilin kostar 700
mió. kr, og um 20 ár hevur
henda upphædd nógv minni
virði enn í dag, so tá fer ongin
at ivast í, at avgerðin um at
gera
Sandoyartunnilin
nú
varð røtt.
Somuleiðis hevur Sand
oyggin í dag eitt ferjusam
band, sum sambært kanning
kostar um 17 mió. kr á hvørjum
ári. Henda upphædd kemur at
vaksa í takt við herðing í IMO
krøvum, og um 15 ár skal nýtt
skip gerast til farleiðina, sum
kostar trýsifraða milliónaupp
hædd.
Nú er stundin
Landsstýrismaðurin
hevur
víst í verki, at útoyggjar eiga
pláss í huga hansara.
Nú vóna vit í Sandoynni,
at landsstýrismaðurin eisini
sær tann ótrúliga møguleika
hann hevur, at fáa Sandoynna
fram ájavnt við onnur; at
landsstýrismaðurin vísir seg
visioneran, og sær møguleikar
heldur enn forðingar.
Fíggingarmøguleikarnir
tørva ikki, vónandi heldur
ikki viljin.
Fyri stuttum varð lagt fram
álit um at skapa føroyskum
bátasmíði livilíkindi. Hetta er
áhugaverdur lesnaður, mangt
og hvat verður havt á lofti.
Men eg sakni ein høvuðstátt,
sum fyri mong man tykjast
vera høvuðstreytin fyri, at
føroyska bátinum skal vera
lív lagað.
Tað veit hvørt menniskja,
at fremsta fortreytin fyri, at
hetta handverk skal kunna
liva, er at báturin verður
brúktur. Neyvan verður tað
sum eitt amboð hjá teimum,
ið velja sær útróður sum liv
ibreyð, men hjá teimum sera
mongu, ið flota bát at fáa
sær eitt kók, dyrgja ella bara
til stuttleika ein summardag.
Mangur frítíðarflotari hevði
fegin viljað valt sær ein vakr
an og kimiligan føroyskan
bát, heldur enn ein lágfloygd
an glastrevjubát, um hetta
bar til. Kanska er hann eitt
lítið sindur dýrari, men so
flýtur hann eisini tryggari,
er minni livandi – og hann er
ein fragd fyri eygað.
Hvussu ber tað so til, at
eingin longur heitir á bát
asmiðin um at smíða sær
nýggjan bát? Jú, tað er eyð
sæð: Tilfarið hevur í eitt
langt áramál verið so at siga
ónýtiligt.
Viðurin
hevur
verið út av lagi vánaligur.
So seint sum í 1980árunum
vórðu bátar enn smíðaðir
víða hvar, men longu um
aldamótið minkaði smíðið
burtur í einki. Tí bátarnir
høvdu alt ov stutta livitíð.
Víða hvar sært tú 15-20 ára
gamlar bátar, ið eru fúnaðir
burtur, farnir upp í rot.
Tann,
ið
hetta
hevur
roynt, má sjálvsagt siga ”Ill
anstíð, føroyskan bát vil eg
ikki síggja aftur!” Fyri einum
tveimum ættarliðum síðan
var vanligt, at bátar slitu
einar tveir mansaldrar – ella
meir. Grindabátarnir í Vági,
hvussu gamlir munnu teir
vera?
At vandamálið við tilfari
ikki verður nevnt við einum
orði í álitinum um bátasmíð,
ið latið varð Mentamálaráð
num fyri stuttum, er mær
ein gáta. Og helst mongum
við mær.
Hvat er so at gera? Hvat
átti at staðið í tilmælinum?
Har átti at staðið, at finnast
skal tann serfrøðingur, ið
kann fara út í heim – til teir
sibirisku skógirnar kanska?
Amazonas ella Alaska? Ikki
veit eg, men tað átti at bor
ið til at funnið fram til tann
besta viðin, ið finst, tað til
farið, ið hóskar serliga væl
til føroyskt bátasmíð. Latum
okkum fáa til vega ein stóran
førning av hesum góða viði,
sum bátasmiðirnir so kunnu
fáa burtur av. Hvør skal
fíggja hetta? Eg loyvi mær at
skjóta upp, at teir stóru timb
urhandlarnir taka seg saman
og fáa hetta í lag. Kanska áttu
teir at kent eina ábyrgd?
Tá ið hetta er komið í lag,
kunnu bátasmiðirnir lýsa:
”Ognið
tygum
føroyskan
bát – vit halda okkum kunna
lova, at við rímiligari røkt er
honum tryggjað rættiliga
long livitíð”. Tá fer áhugin
at vaksa fyri at ogna sær
føroyskan bát. Einki at ivast
í!
Bárður Jákupsson
Føroyskt bátasmíð