Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-26, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mars 2012síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. mars 2012 · Nr. 37 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eitt má eg rósa løgmanni fyri. Hann hevur eini ein­a­stand­andi evni til støð­u­gt at gera okkum bils­in. Kortini ikki altíð fyri tað jaliga, tíverri. Hes­a­ferð snýr tað seg um ætl­an hans­ara at beina av­gerð­ir­nar um sam­sýningar til lands­ stýr­is­fólk - og kanska eisi­ni løgtingsfólk - í enn eina óhefta nevnd. Fyrst kunnu vit spyrja, hvussu nógv nevnd­ar­til­mæli vit skulu hava um hesi við­ur­skifti, og hvussu nógv skatt­ gjald­ar­in skal gjalda fyri at fáa hesi viðurskifti av­ greidd? Síðani Annfinn Kalls­berg í 2006 fekk løg­ting­ið at lóggeva fyri, at ein nevnd skuldi gera eitt tilmæli um løn­ir og samsýningar til lands­ stýr­is­fólk, hava vit fing­ ið ikki færri enn tvey til­mæli frá tveimum ym­isk­um nevndum. Tað seinna kom so seint sum í 2009 – tvs. í løgmanstíð núverandi løgmans – og fevndi um ikki færri enn 64 síður. Hvussu nógv­ar hundrað síður av til­ mælum skulu til, áðrenn nøkur avgerð kann verða tik­in? Tað, sum tíverri ó­rogv­ar enn meira við út­meld­ingum løg­mans um hesi við­ur­skifti, er at hann eftir øll­um at døma ætlar, at ein nýggj so­nevnd utt­an­hýs­is ó­heft nevnd skal taka avgerðir um løn­ir og sam­sýn­ing­ar til lands­ stýr­is­fólk – og kanska eisi­ni løgtingsfólk. Stýrisskipan Føroya ás­etur annars greitt í § 32 stk.2, at ”nærri reglur um set­ingarviðurskifti løg­mans og lands­stýr­ is­manna verða ásettar í løg­t­ings­lóg.” Ætlar lø­g­mað­ur í staðin at geva eini nevnd hesa heim­ild, noyðist hann at fáa stýrisskipanina broytta. Tað er ikki sum at siga tað, tí tað krevur sam­tykt frá tveimum fylgj­andi løgtingum – tvs. við einum løg­tings­ vali ímillum. Kenn­ir løgmaður ikki stýr­is­ skip­an­ar­lógina? Ella gloymdi hann bara at siga, at hann ætl­ ar at geva hesi utt­an­hýs­ is­nevnd­ini heimildarnar um nøk­ur ár ? Ella sigur løg­maður bara okkurt? Skulu lønir og sam­ sýn­ingar hjá løg­tings­ fólkum og lands­stýr­is­ fólk­um broytast, er tað bara løgtingið sum kann gera tað. Í álitinum – sum nú ligg­ur í tinginum - sæst, at sam­g­ong­u­meirilutin í fíggj­ar­nevndini sleppur sær und­an at taka støðu í mál­inum og sendir mál­ið víðari til løgmann. Løg­maður vil heldur ikki eiga málið og sendir tað víð­ari til eina uttanhýsis nevnd at avgerða. So væl spæl­ir klaveri ikki harra løg­maður – tí hesum er ikki lógarheimild er fyri. So um samgongan vil strika ella broyta sam­sýn­ingar lands­stýr­ is­manna, er bara at sam­ tykkja uppskotið, sum ligg­ur í tinginum ella boða frá, at uppskot um broyt­ingar er ávegis. Alt annað er und­an­ førsl­ur. Kennir løg­mað­ur ikki stýri­s­skipan­ inarlógina? Poul Michelsen, løgtingsmaður fyri Framsókn Undirgravar Tórshavnar Kommuna amboðsfimleikin? Anni Kyster Skal amboðsfimleikurin víkja fyri at aðrar ítróttargreinar kunnu venja styrki og smidig­heit í einastu serbygdu am­boðsfimleikahøll í land­in­ um? Hetta var tað fyrsta eg hugsaði, tá eg í síðstu viku sá eitt innslag í sjón­ varps­sendingini ‘3-2’, sum snúði seg um eina avtalu millum eitt hondbóltsfelag og eitt fimleikafelag, har hondbóltsspælarar kunnu koma inn í fimleikahøllina FIMI at venja styrki og smidig­heit. Gott hugskot - skeivt stað! Sjálv havi eg ikki nakað ímóti, at hondbólturin fær møguleikan at útnytta ta vitan um grundvenjing, sum finst innan fimleikin. Faktiskt haldi eg, at eitt slíkt tvørítróttarligt samstarv er eitt sera gott hugskot. Tí var eg eisini eina løtu eftir innslagið í ‘3-2’, eitt sindur ørkymlað av, at eg, sum havi brúkt stóran part av lívi mínum at arbeiða fyri fimleiki og breiða (vitan um) fimleik til øll, kundi loyva mær at reagera so negativt upp á slíkt samstarv. Kjarnin, fann eg útav var, at eg ikki haldi, at FIMI er rætta staðið at fremja slíkt samstarv, í hvussu so er ikki, so leingi amboðsfimleikinum vantar venjingartímar. Tí eri eg ímóti, at am­boðs­ fimleikurin skal svíða fyri, at aðrar ítróttargreinar brúka venjingartíðir í amboðshøllini í FIMI, at venja nakað, sum kann venjast stórt sæð alla aðrastaðni í Føroyum. Tað er einki, sum talar fyri at hetta skal fyriganga í FIMI. Tí er tað sjálvandi eyka keðiligt, at ein annars mennandi tvør­ítróttarlig avtala skal undirgrava amboðsfimleikin við at fyriganga í FIMI. – Amboðsfimleikurin, serliga úrvalsamboðsfimleikurin, kann nevnliga ikki fyriganga aðrastaðni. Hví styrkivenja í einastu amboðshøllini? Men hví haldi eg so, at tað ikki er neyðugt hjá hond­ bóltsspælarum at venja styrki og smidigheit í am­ boðshøllini í FIMI? Sum sagt kann styrki og smidigheit venjast stórt sæð allastaðni. Nógvar hallir eru í kommununi, bæði ítrótt­arhallir, har hond­bólt­ urin jú hevur forrætt, og fimleikahallir á øllum skúl­ unum, har flest øll sleppa framat. Eisini finst útgerð til styrkivenjing og aðrar venj­ ingar í flest øllum hallunum. Serfrøðin innan fimleikin, t.d. venjarin, kann væl fylgja við yvir í hesar hallir. Ja sjálvt stór-trampolinir finnast ymsa staðni runt í landinum, sum kunnu setast upp í nærum øllum hallum. – Tí er als ikki neyðugt at brúka amboðshøllina í FIMI at venja styrki og smidigheit hjá hondbóltsspælarum. Serliga tá hugsað verður um, at amboðshøllin í FIMI enn er einasta høll í Føroyum, sum er bygd og serliga útgjørd til amboðsfimleik. Í hesum sambandi er týdningarmikið at minnast til, at am­boðs­ fimleikur kanska er tann ítróttargrein, sum krevur flest venjingartímar fyri veru­liga at kunna mennast. Undirgravandi kommunalur hallarpolitikkur? Fyri mær virkar tað upplagt, at tað er amboðsfimleikurin, sum fyrst fær sín tørv nøktaðan í amboðshøllini í FIMI, áðrenn høllin verður brúkt til onnur endamál enn tað, sum høllin veruliga er bygd til. Tí siti eg eftir við einum spurningi: Er tað so, at Tórshavnar kommuna, við sínum hallarpolitikki, er í holt við at undirgrava am­ boðsfimleikin í Føroy­um? Eg havi ringt við at trúgva hesum, men tað var júst ta fatan eg fekk, tá eg sá ítróttatíðindi í sjónvarpinum fyrst í vikuni. Ávaringarljós blinkað – glíðibreyt hómast Nú, tá eg ikki longur eri so aktiv innan fimleikin, er tað ikki líka nógv, sum ‘fær mítt piss í kók’ á hesum øki. Tó má sigast, at júst hetta mál er eitt undantak. Eg haldi at hetta er so langt úti, at ein og hvør, sum er góður við amboðsfimleikin, ja við ítróttin sum heild, eigur at fara upp í tað ‘reyða feltið’. Vit eru tí fleiri, verið tað fimleikarar, hallarumsiting ella politikarar, sum eiga at seta okkum nakrar grund­ leggj­andi, prinsipiellar spurn­ing­ar: Skulu vit fimleikarar (fyrr­verandi og núverandi), sum í so nógv ár hava arbeitt fyri at fáa eina serliga am­ boðsfimleikarhøll, leggja okk­um skerfløt og góðtaka, at aðrar ítróttargreinar fáa fram­íhjárætt í hesi høll, fram­ um amboðsfimleikin? Skulu hallarmyndug­ leik­arnir, sum áður hava sett karmar fyri hallarbrúk, grund­að á serlig prinsipp um menning og javnstøðu, lata hesi prinsipp fara fyri bakka, og spakuliga máa grundarlagið und­an menn­ ingini av amboðs­fim­leik­in­ um? Kunnu politikarar, bæði teir, sum standa á odda fyri hesi kommunu og teir sum hava ábyrgdina fyri ment­anar- og ítróttarøki hjá kommununi, liva við at teirra eftirmæli verður, at teir hugdu passivt at, meðan grundarlagið varð tikið undan amboðsfimleikinum í Havn? Ávaringarljósini eiga at blinka hjá einum og hvørj­ um, sum hevur við am­boðs­ fimleikin at gera. Faktisk eiga tey at blinka so ógvusligt, at eingin fær frið fyrr enn henda glíðibreytin vit nú eru á veg inn á, verður beind burtur, skjótast til ber. Kjak