Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-26, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mars 2012síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. mars 2012 · Nr. 37 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rólant Waag Dam Jyske Bank Boxen, Herning: Er tað nakar, ið hevur verið eftir Sveini í X Factor, so er tað Thomas Blachman. Men umstríddi dómarin gjørdi í Sosialinum greitt, at honum hóast alt dámar væl 31 ára gamla havnarmannin. – Sveinur er bæði fittur og hevur talent. Eg ynski eisini, at hann hevur sína bestu framførslu í kvøld, ið fær meg at siga: »Hatta er feitt«, segði Blachman við Sosialin undan finaluni, og tað var júst hetta, ið hendi fríggjakvøldið. – Eg reisti meg, klappaði og fagnaði Sveini, tá hann hevði spælt saman við Oh Land. Tað var heilt fantastiskt. Super feitt var tað, fortaldi Blachman aftan á finaluna. Gloym rokkin Men hóast rósandi orð, kann hittinorðaði Blachman ikki lata vera við at koma við nøkrum góðum ráðum til Svein. – Sveinur toppaði við sanginum saman við Oh Land. Men tað hevði absolutt einki við rokk at gera. Hatta rokk tvætlið kann hann gott tveita oman av onkrum fjalli, sum tit hava har uppi, heldur Blachman. Sveinur skuldi ikki vinna Blachman so líkt, so hevði hann nógv upp á hjarta. Hann hevur fleiri ferðir sagt, at Ida skuldi vinna X Factor í ár. Tískil var hann ein fegin maður, nú ynski gekk út. – Men mær dámar væl Svein, og eg hevði unnað honum eitt annað pláss. Hinvegin er ørsøkin til, at hann yvirhøvur er í finaluni, at Nicoline Simone og Jean Michel fóru út. Annars høvdu tey sjálvsagt sett øll hini upp á pláss, metir Blachman, ið annars sigur seg vera ógvuliga fegnan fyri framførsluna hjá Sveini til finaluna. – Hann hevur allatíðina havt meiri at geva av, enn hann hevur víst. Men nú gav hann eitt sindur av kærleika. Og kærleika fært tú ikki uttan, at tú letur eitt sindur sjálvur og tað gjørdi Sveinur nú, eru rósandi orðini frá Blachman til Svein. Blachman:Sveinur var fan FINALAN Sjónvarpsmyndirnar vístu tað ikki, men inni í Jyske Bank Boxen sóu 15.000 fólk, at Blachman reisti seg og fagnaði Sveini eftir seinastu framførsluna. – Hann var fantastiskur, sigur Blachman Kærleika fært tú ikki uttan, at tú letur eitt sindur sjálvur og tað gjørdi Sveinur nú Mynd: Rólant Waag Dam KÆRLEIKI Cutfather bi Hann, sum ivaleyst hevur brúkt mest tíð saman við Sveini seinastu vikurnar, er Cutfather. Og Cutfather er eisini hann, sum best hev­ur fylgt menningini hjá Svei­ ni sum sangara. Tí er tað at meta sum ein sigur, tá Cutfather ikki bara sigur seg vera nøgdan, men meiri enn tað, tá tað var greitt, at Svein­ ur gjørdist nummar trý – Eg eri mega væl nøgdur. Eg hevði ongantíð roknað við, at Sveinur fór at koma so langt. Men hann hevur stríðst fyri hesum, so tað er fult uppiborið, sigur Cutfather. Í Sosialinum fríggjadagin greid­di Cutfather frá, hvus­su umráðandi tað var, at Svein­ ur var fokuseraður so­leiðis at hann fekk mest møguligt burt­ur úr løtuni á pallinum. Hetta megnaði Sveinur betri enn nakrantíð fríggjakvøldið, heldur Cutfather. – Hetta var ein ganga­ kend løta, ið gav mær gásar­ Bæði Kristel Lisberg og Linda Andrews vóru at síggja á X Factor pallinum og reyða løbaranum fríggjakvøldið í Herning Mynd: Rólant Waag Dam