Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-26, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mars 2012síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 26. mars 2012 · Nr. 37 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Meðan Blachman aðra­ stað­ni á hesum síðum hev­ur nógv gott at bera Sveini, so fær borgar­stjór­ in í Havn av at vita. Tá Blachman varð spurdur um nøkur góð ráð til Svein, kom hann í sínum orða­skvaldri inn á Heðin Mort­en­sen. – Hasin borgarstjórin hjá tykkum, hann skal líka slappa av eitt sindur. Og politikkararnir eisini. Hvat fanin er tað fyri nak­að, at hvørja ferð tað hendir okkurt, so skulu tit út at flúgva og upp­ føra tykkum sum amerik­ an­arar, har tit smíl­ast frammanfyri mynda­tól­ unum og taka lógva tak? Svein­ur má ansa eftir has­um borgarstjóranum, prik­aði Blachman og segði seg ikki vera heilt tryggan við at senda Svein til ein bý, har Heðin Mortensen rád­di fyri borgum. Torir ikki til Føroya Blachman endurtók eisini fleiri ferðir, at honum dám­di væl Svein. Hann gav eisini til kennar, at hon­um dámar væl Før­ oyar. – Eg havi verið í Før­ oy­um fleiri ferðir, mill­ um annað spælt í Norð­ ur­landahúsinum. Eg vil eisini fegin koma aftur, tí har er so ómetaliga vakurt. Men tað var áðr­ enn X Factor, og nú hata øll meg sikkurt har uppi. Tit hava ikki humor, og so ert tú um at lata lív, hvørja ferð tú skalt lenda har við einum flogfari. Men um tit byggja ein nýggj­an flog­vøll, so skal eg nokk koma, sigur Blach­man, áðr­enn hann leggur aftr­ at. – Nei, nú tvætli eg eitt sindur. Eg tori væl at koma og vitja tykkum. Tak teg saman Heðin! Blachman hevur í fleiri umførum argað føroyingar og eftir finaluna hevði hann sjálvandi eisini eina síðstu heilsan. Hesaferð gekk tað út yvir borgarstjóran í Havn og flogvøllin í Vágum tastiskur ...framhald FØROYSKIR AMERIKANARAR Hví skulu tit uppføra tykkum sum amerikanarar og taka lógvatak frammanfyri myndatólunum hvørja ferð okkurt hendir, spyr Blachman? Mynd: Álvur Haraldsen Hatta rokk tvætlið kann Sveinur gott tveita oman av onkrum fjalli lsin av Sveini hold, segði Cutfather beint eftir, at Sveinur og Oh Land høvdu framført lagið »Sun of a Gun«. Á tíð­inda­fundi­ num eftir finaluna endur­ tók dámligi dómarin hetta sjónar­miðið. – Sveinur endaði við at top­pa. Framførslan saman við Oh Land var hansara besta nakrantíð, gjørdu Cut­ fat­her greitt, sum at enda hevði hesa heilsan at bera Sveini. – Eg og Sveinur hava knýtt ógvuliga sterk bond, so har eg kann hjálpa hon­ um fari eg sjálvandi at hjálpa honum. Men eini ráð beint nú eru, at hann fram- yvir skal vera eins treiskur og viljasterkur, sum hann hev­ur verið, sigur Cutfather. hann hevur stríðst fyri hesum, so tað er fult uppiborið