mánadagur 26. mars 2012síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. mars 2012 · Nr. 37
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stóra sigurskvinnan leygar
kvøldið var eisini hon, fleiri
høvdu spátt sum vinnara
frá fyrsta degi av. Ida livdi
upp til favorittleiklutin og
Pernille, sum hevur verið
hennara vegleiðari í gjøg
num kappingina, var sjálv
sagt errin.
– Ida vil bara ganga sína
egnu leið. Tað er tað, sonn
listafólk gera. Hon letur seg
ikki trýsta av nøkrum, heldur
ikki eini sjónvarpssending
sum X Factor, og hon fer
eisini at ganga sína egnu leið
framyvir. Tí eri eg takksom
fyri, at hon sleppur at gera
eina fløgu nú, tí tað er hon
klár til. Og við hesum hava
vit eisini gjørt eina DR1-
sending til eina DR2-sending,
hugleiddi Pernille, áðrenn
Blachman breyt hana av.
– Vit hava gjørt eina
mainstream-sending til eina
DR2-sending við tveimum
milliónum hyggjarum, og
tað eru ikki nógvar av tí slag
num. Line kom inn við einum
orkumiklum popplagi, og tað
er tað skelkandi, at fólk held
ur atkvøða fyri einum lagi,
sum peikr meiri inn eftir, er
eitt sindur skeivt og undar
ligt. Hetta er ein stórur sigur
fyri alt tað, vit hava tosað um
og er ein søgulig løta, segði
Blachman.
Ein sigur fyri listina
Ida vil bara
ganga sína egnu
leið. Tað er tað,
sonn listafólk
gera
SIGURSRÚSUR
Ida og Pernille fegnast um, at 17 ára gamla songkvinnan fór við sigrinum
Mynd: Rólant Waag Dam