mikudagur 28. mars 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. mars 2012 · Nr. 38
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
í meldrinum
kravið um at duga føroyska málið
einans verður sett tíðindafólki
men ikki øðrum, sum eisini hava
stóra ávirkan á okkara málbrúk,
eitt nú lærarar.
– Fá fólk duga veruliga væl før
oyskt, og skúlar og lærarar, sum
eiga at læra okkum móðurmálið,
megna heldur ikki at læra okkum
føroyskt. Men hvar skulu vit læra
at málbera okkum, um vit ikki
læra tað í skúlunum, spyr Høgni
Djurhuus og vísir samstundis
á, at hann sigur ikki skúlarnar
ringar fyri tað.
– Tað snýr seg í stóran mun um
talent, tað vil siga viðfødd evni.
Summi duga væl mál, meðan
onnur als ikki. Til dømis dugi eg
ikki at rokna, og eg dugdi illa í
alis- og evnafrøði í skúlanum, tey
talentini havi eg bara ikki.
Mær dámar at provokera
Sjálvt um klummurnar hjá Høgna
Djurhuus aloftast eru um evni,
sum eru uppi í tíðini, og okkurt
hann sjálvur hevur upplivað, so
dámar honum væl at provokera.
– Mær dámar væl at provokera,
men eg haldi als ikki, eg eri nóg
provokerandi, sigur Høgni Djur
huus, sum eisini heldur seg hava
humor.
– Eg haldi eg eri stuttligur,
hittiniorðaður og speiskur. Tað
kann væl vera, at eg onkuntíð
gangi fólki ov nær, men tí royni eg
at ansa eftir, men samanumtikið
eiga vit ikki at hava mørk fyri,
hvat ein skal tora at siga, sigur
bersøgni journalisturin. Hann
heldur, at føroyingar ofta tora ov
illa at vera ærligir og vísa, hvat
teir veruliga halda um eitthvørt
evni. Sjálvur hevur hann ein
ávísan hugburð til religión og er
heldur ikki bangin at vísa, hvat
hann heldur um kristindóm.
– Eg havi eitt anti-christ merki
á jakkanum vælvitandi um, at tað
provokerar onkran, sigur Høgni
Djurhuus, sum ikki hevur fingið
stórvegis viðmerkingar frá fólki
um merkið á jakkanum.
– Fá siga nakað. Fólk vita ikki
reiðiliga, hvat hetta merkið er,
sigur Høgni Djurhuus og hygg
ur eftir merkinum, sum er í
knappastødd og sett fast á svarta
klædningsjakkan.
– Onkur hevur spurt meg, um
merkið sipar til, at eg eri ímóti
deyðanum, tí her er jú ein reyð
strika yvir krossin, greiðir Høgni
Djurhuus frá og flennir stillis
liga.
Valkort hanga í gongini
At hann ikki tímir at vera eins
og øll onnur og torir at vísa, hvør
hann veruliga er, sæst aftur í
heiminum hjá Høgna Djurhuus.
Í gongini hongur ein rúgva av
valkortum, sum hann hevur sett
í skiftirammur.
– Í gongini hanga valkort heilt
aftur til 1986, og skjótt koma tvey
afturat, sigur Høgni Djurhuus við
einum skálkabrosi. Hann dylir
ikki fyri, at honum ikki dámar
demokratisku skipanina í Føroy
um.
– Eg eri ímóti demokratii
í Føroyum, tí tað riggar ikki.
Vit skuldu avtikið løgtingið og
landsstýrið, og ístaðin fingið
ST at tilnevnt tríggjar kvinnur
at stýra Føroyum suverent.
Eina amerikanska, eina franska
og eina japanska, ímyndi eg
mær.
Tað eru fleiri orsøkir til, at
Høgni Djurhuus vil hava út
lendskar kvinnur at stýra Føroy
um.
– Høvdu vit útlendsk konufólk
at stýra landinum, hevði tað
verið nógv meira skil í og størri
fokus á bleytu virðini. Harafturat
eru kvinnur gløggari og minni
maktsjúkar enn mannfólk, sigur
Høgni Djurhuus avgjørdur.
Smæðin og asosialur
Høgni Djurhuus hevur starvast
í sløk 36 ár innan føroyska fjøl
miðlaheimin. Hann byrjaði at
skriva klummur til Náttarravnar
í 1993, og hevur annars skrivað
aðrar klummur millum annað til
Útvarpið og Sosialin, for síðani á
Fregnir og var eisini eitt skifti á
Vinnuvitan. Síðani 1. september
1990 hevur hann starvast í Kring
varpið Føroya. Men lívið sum al
mennur persónur dámar honum
lítið.
– Kanska havi eg tað, tey kalla
sosialfobi. Eg tími í hvussu so
er illa altíð at vera saman við
fólki og trívist best einsamallur
eftir loknan arbeiðsdag, for-
telur Høgni Djurhuus og heldur
fram:
– Eg fari sjálvdan út millum
fólk, júst tí at eg eri ein almennur
persónur. Onkursvegna skulu
fólk altíð práta um mítt arbeiði,
og øll hava ein hugburð til kring
varpið. Alt tað tími eg ikki at
hoyra um, sigur Høgni Djurhuus,
sum lýsir seg sjálvan um ein
smædnan persón.
– Tað hongur allarhelst saman
við, at eg eri ótrúliga smæðin.
Faktisk eri eg so smæðin, at eg
mangan veruliga má manna meg
upp, tá eg í samband við okkurt
tíðindainnslag skal ringja til
persónar, eg ikki kenni, avdúkar
Høgni Djurhuus, sum heldur ikki
fylgir samdøgrinum sum flest
onnur.
– Eg plagi at fara upp klokk
an hálvgum fimm, tí tað melur
skjótast hjá mær tá. Tað merkir
eisini, at eg fari tíðliga í song,
men tað passar mær væl, greiðir
morgunmaðurin frá, sum tó ikki
situr á Facebook frá morgun
stundini.
– Facebook tími eg ikki
at hava, tí har er nógv tvætl.
Gamaní hevur tað onkrar fyri
munir eisini sum miðlafólk at
vera á Facebook, men har brúki
eg gamla mátan og ringi til fólk,
sigur Høgni Djurhuus.
Tá hann ikki skrivar klummur
ella er til arbeiðis á tíðindadeildini
í útvarpinum, sæst hann við ey
kenda hestalanum javnan ganga
túr í langum frakka.
– At ganga túr er ógvuliga
gott fyri sál og likam. Serliga fyri
sálina, tí tað er tá, tú veruliga
hevur tíð til at hugsa um tilver
una, sigur Høgni Djurhuus.
rannva@sosialurin.fo
– Fá fólk duga veruliga væl føroyskt, og skúlar
og lærarar, sum eiga at læra okkum móðurmálið,
megna heldur ikki at læra okkum føroyskt
Høgni Djurhuus byrjaði at skriva
klummur til útvarpssendingina
Náttarravnar í 1993
Mynd: Álvur Haraldsen
FAKTA
Navn: Høgni Djurhuus
Aldur: 61 ár
Bústaður: Tórshavn
Útbúgving: Sjálvlærdur
journalistur
Starv: Tíðindadeildin í
Kringvarpinum