Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. mars 2012síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 28. mars 2012 · Nr. 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Nú verður minstulønin hjá fiskimonnum hækkað. Samstundis verður minsti­forvinningurin hjá út­ róð­rarmonnum eisini hækk­ að. Og harafturat verður illa umstrídda inntøkumarkið hjá útróðarmonnum fyri at sleppa upp i skipanina við minstaforvinningi, lækkað. Jacob Vestergaard, lands­stýrismaður í fiski­ vinnu­málum, sigur, at hann hevur fingið eitt til­mæli frá stýrinum fyri trygd­ar­ gunnin sum umsitur inn­ tøkutrygdina um at bøta um skipanina. Tað tilmælið fer hann at taka til eftirtektar. – Tá ið eg fái eitt tilmæli frá stýrinum, ætli eg mær at fylgja tí, uttan meiri viðgerð, sigur hann. Hann leggur afturat, at nú arbeiðir umsitingin í Fiski­ málaráðnum við at broyta upphæddirnar í kunngerð­ unum og so verða tær lýstar. Hann sigur, at tað eru ikki nógv bein í tí og tískil verða kunngerðirnar lýstar fyrsta dagin. Bundu um heilan fingur Alfred Petersen, sum er formaður í nevndini, sum um­situr inntøkutrygdina, sigur, at tað verður mett at kosta skipanini einar fimm milliónir krónur um árið, at hækka útgjaldið. Men sum gongdin hevur verið, metir nevndin, at hetta hevur skipanin ráð til. Hann sigur, at tá ið landsstýrið legði inntøku­ trygd­ina undir partarnar í fiski­vinnuni at umista, var stór óvissa um, hvussu gongdin fór at vera. Grunnurin hevði bara eitt stovnsfæ upp á 50 milliónir og sjálvandi mátti útgjaldið leggjast soleiðis, at grunnurin ikki skuldi tømast. Tískil gjørdi avgjgørt at binda um heilan fingur og sostatt av at vera sera varis­ lig, tá ið útgjaldið úr skipanin skuldi ásetast. Men nú heldur nevndin, at stundin er komin at hækka útgjaldið og tað hevur hon nú mælt landsstýrismanninum til. Galdandi í eitt ár Kortini hevur nevndin tað fyrivarni, at fyribils er hækk­ ingin í gildi í eitt ár. Hesa tíðina skal stýrið fyri Trygdargrunnin brúka til at lýsa og viðgera skipanina út í æsir og at leggja hana í fastari karmar. Samstundis hevur stýrið gjørt av, at fyri 1. november í ár skal nevndin hava eina skipan, sum forðar kann fyri, at Trygdargrunnurin verður misbrúktur. Tað merkir, at tær eftir­ litsskipanir, sum longu eru, skulu skerpast munandi. Alfred Petersen sigur, at tey hava hildið, at gamla skip­ anin kundi elva til misbrúk. Men hann viðgongur, at hann hevur ongi prógv fyri hesum og hevur annars onki at hava tað í. – Nú eru tað so partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum umsita skipanina og vit vilja brúka nógva orku upp á at tryggja, at avmarkaða fíggjar­liga orkan í skipanini kemur í rættar hendur og ikki verður misbrúkt, sigur hann. Betri løn til fiskimenn og útróðrarmenn INNTØKUTRYGD Nú fara fiskimenn og útóðrarmenn at fáa hægri minstuløn og betri inntøkutrygd Skeita til Noregs Stýrið fyri trygdar- grunnin fer nú at brúka hetta næsta árið at kanna skipanina út í æsir fyri at leggja hana í eina fastari legu. Tá ið partarnar á ar­beiðsmarknaðinum yvirtóku ábyrgdina av inntøkutrygdini, var tað nakað spildurnýtt og tey hava brúkt rúma tíð at finna ta røttu skipanina. Alfred Petersen, for­ maður í stýrinum fyri Trygdargrunnin, sigur, at eitt, sum tey fara at hyggja eftir, er, hvussu tey hava skipað seg í Noregi. Har er skipanin ógv einfaldari enn hon er í Føroyum. Í Noregi rindar reið­ arin manningini fulla hýru, men er mangl­ ar í, fær reiðarin so end­urgjald frá teirra trygdargrunni. Tað merkir, at Trygd­argrunnurin ú Noregi hevur nógv færri viðskiftafólk enn trygdargrunnurin í Før­oyum hevur, tí er er tað hvør einstakur fiskimaður, sum er við­ skiftafólk hjá grunn­ inum. – Tað hevði gjørt skipanina einfaldari, so tað er nakað, vit fara at kanna, sigur Alfred Petersen. Men um úrslitið verð­ur, at føroyska skip­anin verður um­ skip­að, so at hon líkist teirri norsku, er alt ov tíðliga at siga, leggur hann afturat. 833 krónur Um nakrar dagar fer minstulønin hjá fiski­monn­ um at hækka 133 krónur um dagin. Hetta er tað, sum stýrið fyri trygdargrunnin hevur mælt landsstýrismanninum í fiski­vinnu­ málum at seta í gildið og hetta er tað, sum landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at hann fer at seta í gildið fyrsta dagin. Í løtuni er minstulønin 700 krónur um dagin og statt fer hon at hækka 133 krónur, upp í 833 krónur um dagin. Annars verður minstiforvinningurin hjá útróðrarmonnunum eisini hækkaður. Minstiforvinningurin er í løtuni 12.000 krónur um mánaðin, men nú hækkar hann upp í 13.200 krónur um mánaðin. Hinvegin er tað eitt krav, at útróðrarmenn skulu avreiða fyri minst 400.000 krónur um árið fyri at sleppa undir inntøkutrygdina. Hetta hámarkið hevur verið fyri hvøssum atfinningum. Ført hevur verið fram, at hetta er so høgt, at nógvir útróðrarmenn detta niður ímillum og ikki kunnu fáa minstaforvinning, tí teir avreiða ikki fyri so nógv. Men nú lækkar markið niður í 300.000 krónur, ella niður í 150.000 krónur fyri hálvárið. Tá ið eg fái eitt tilmæli frá stýrinum, ætli eg mær at fylgja tí Betri trygging Inntøkugrundarlagið hjá bæði fiskimonnum og útróðrarmonnum verður nú betri enn tað hevur verið Tað verð­ur mett at kosta skip­anini ein­ar fimm milli­ónir krónur um árið, at hækka út­ gjaldið