Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. mars 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. mars 2012 · Nr. 38 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hoyvík: Í døgunum 26. til 29. apríl verður eitt serstakt høvi at fáa størri kunnleika til kirkjuklæði í Føroyum. Hetta hendir í sambandi við eina framsýning og fyri­ lest­ur í Hoyvíkar kirkju. Her fer Paulina Eliasen av Syðradali, Kalsoy at greiða frá stóra áhuga sínum fyri kirkju­klæðum seinastu 30 árini. Við hetta høvið fer somu­leiðis Jógvan Fríð­riks­ son at vísa fram biskups­ kápu sínum, eins og fýra prest­ar vísa fram messu­ aklar. Skipað verður ein al­ mennari framsýning í kirkju­kjallaranum, har kvinn­ur seyma og greiða frá ymsum seymihættum. Tað eru Havnar kirkja, Felagið fyri kirkjuráðslimir, Før­oya stiftsstjórn og Tórs­ havn­ar kvøld og ung­dóms­ skúli sum stuðla tiltaki­ num. snorri@sosialurin.fo Bispur vísir fram kápu sína Strendur: Farna fríggjadag hittust fleiri kvinnur til ein dag í Bygdarhúsinum, har hand­arbeiði var á skránni. Hetta tiltakið er partur av einum átaki at fáa størri triv­na og samanhald millum bygd­ar­fólkið. Henda dagin var hand­ arbeiði á skránni, har fleiri kvinn­ur høvdu maskinur sínar við, meðan aðrar bundu og hugnaðu sær saman við hin­um. - Henda fyrsta royndin eydn­aðist rættiliga væl, sigur stig­tak­arin, Lis í Selvindi við heimasíðuna hjá Sjóvar kommu­nu. Óhugsandi er tí ikki, at eitt slíkt tiltak verður aftur – kanska longu í hesum mánað­inum. snorri@sosialurin.fo Fuglafjørður: Á fundi mána­dagin avgjørdi menta­mála­nevndin at ár­sins mentanarvika verð­ur í døgunum 17. til 23. september. Fyrireikingarnar eru longu farnar í gongd, og er Brynhild Næs Petersen sett sum samskipari av til­tøk­ unum. Vónin hjá nevndini er, at fólk fara at taka væl ímóti hesum tiltakinum og øllum tí sum verður á skrán­ni hesar dagarnar. - Vit vóna eisini, at eldsálir og felagsskapir, sum hava áhuga í til­ taki­num, koma við góð­ um hugskotum – og her hevur aldur einki at siga, verður sagt úr Fugla­ firði. snorri@sosialurin.fo Kanska skal veljarin ikki seta spurnartekin við nakað, ið fyrigongst í politiska leik­ húsi­n­um. (Við­merking eftir Sólvit Nolsø á Sandoyar­ portalinum) Vágur: 0,3 mió krónur meiri komu inn í skatti ársins fyrstu tveir mánaðir enn somu tíð í fjør. Eisini aðrar kommunur í Suðuroy hava øktar skattainntøkur. Klaksvík: ”Hvussu skipar tú ein urtagarð?”, er ein av spurningunum sum anleggsgartnarin, Heðin Askham fer at svara á fyrilestri á bókasavninum hósdagin. Sandavágur: Í løtuni verður nýggj gongubreyt gjørd framvið landsvegnum í bygdini. Tað gongur helst ein vika aftrat, til arbeiðið er liðugt. (joanisnielsen.fo) Klaksvík: Seinastu 10 árini hevur Maller Jacobsen starvast á vegadeild kommununnar. Fyri hetta varð hann heiðraður við minnisplátu og blómutyssi frá býráðnum. kring landið Gott tiltak sum verður endurtikið Kvinnurnar á Strondum hugnaðu sær við ymiskum handaligum arbeiði mynd: sjovarkommuna.fo HANDARBEIÐI Ein vika við mentan í fokus