mikudagur 28. mars 2012síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 28. mars 2012 · Nr. 38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eta og hoyra
tónleik í bølamyrkri
Blindafelagið heldur sín 40 ára dag við fýra rætta máltíð á Hotel
Føroyum flaggdagin og stórari konsert í Norðurlandahúsinum 9.
mai. Bæði tiltøkini verða í myrkri fyri at geva síggjandi fólkum innlit
í lívið hjá teimum blindu og haraftrat fáa serligar upplivingar
Randi Jacobsen
Tá ið Dansk Blindesamfund
í fjør fylti 100 ár varð skipað
fyri fleiri ymiskum tiltøkum
fyri at geva síggjandi folki
innlit, hvussu tað er onga
sjón at hava.
Eitt av tiltøkunum var ein
døgurði í myrkri.
Hetta tiltakið hildu tey í
Blindafelagnum ljóða áhuga
vert, og í heyst fóru nøkur
umboð fyri felagið til Dan
markar, har tey royndu at
eta í bølamyrkri.
Hetta var ein so stór upp
living, at tey valdu at royna
hetta í Føroyum í ár, nú
Blindafelagið hevur 40 ár á
baki.
Tey vendu sær til Hotel
Føroya, sum tók væl ímóti
hugskotinum, og kokkurin
Leif Sørensen var beinan
vegin til dystin fús.
Máltíðin í bølamyrkri
verður flaggdagin 25. apríl
í einum høli við síðuna av
sjálvari
matstovuni.
Tað
verður har, bæði tí hølið ikki
er so stórt, og tað er nærri
køkinum.
Eitt stórt arbeiði er at
syrgja fyri, at einki ljós slepp
ur inn, og neyðugt verður tí at
seta plátur fyri veindeyguni
og hava tjúkkar gardinur.
Í gongini má ljósið eisin
vera sløkt.
Blindir tænarar
Fýra tænarar verða. Ein teirra
verður Ruth Thomsen, sum
er starblind, og sær bara mun
á ljósi og myrki. Hon er von
við at klára seg við ongari
sjón. Jannie Hammershøj,
sum er føroysk og blind kem
ur til Føroya saman við ein
ari aðrari blindari kvinnu at
vera tænari.
Leif Sørensen gleðir seg til
at fara undir uppgávuna.
– Vanliga leggja vit stóran
dent á litir, og hvussu maturin
liggur á borðiskinum, tí eyg
að skal hava sítt. Her skal
hugsast øðrvísi, sigur Leif
Sørensen.
Tað verður ein døgurði við
fýra rættum, og við hvønn
borðisk fara at standa fimm
gløs.
Tænararnir skeinkja.
Á borðinum verður vatn,
breyð og smør, sum gestirnir
sjálvir fáa sær av, tá ið teir
sessast. Royndirnar eru, at
tað tekur sína tíð at koma
gjøgnum henda partin av
skránni.
Reinur smakkur
Ruth Thomsen sigur, at tá
ið tey ótu døgurða í myrkri
í Danmark, fingu tey ikki at
vita, hvat var á borðiskinum,
og soleiðis verður eisini flagg
dagin á Hotel Føroyum.
Hon sigur, at tað var
ikki so tupult hjá fólki, sum
annars síggja, at eta í myrkri,
men hon hjálpti tó mann
inum at skera kjøtið, tí har
var hon tann fermara.
Tiltakið við máltíðini er
ikki bara fyri at geva síggj
andi fólki møguleikan at
seta seg inn í, hvussu tað er
at vera blind. Tað er ein sann
roynd, at 80 prosent av eini
uppliving er gjøgnum eyg
uni. Tann sansurin vinnur
á hinum sansinum. So tá
ikki ber til at brúka eyguni,
mennast hinir sansirnir. Mat
urin smakkar tí meira.
Ruth Thomsen og Karin
Kass, samskipari í Blinda
felagnum siga, at væl gekk
hjá fólki at eta í myrkri, og
tað var eingin trupuleiki, at
fólk mistu mat niður á seg
ella stoyttu. Men hvussu
dúkurin sá út aftaná, sluppu
tey ikki at síggja.
Ikki fleiri enn 30 gestir
sleppa við til máltíðina í
myrkri, tí tað hevði verið ov
stríggið, um fleiri fólk eru
inni. Eisini tí at tá ið fólk ikki
síggja, tosa tey harðari.
Um áhugin vísir seg at
vera stórur, verða kanska
tvey borðhald.
Í Danmark skipaði Dansk
Blindesamfund fyri konsert
í konserthøllini hjá Dan
marks Radio. Har sang eitt
gentukór.
Konsert bara
fyri oyruni
9. mai verður konsert í myrki
í Norðurlandahúsinum, og
tað verður ein konsert við
nogvum ymiskum tónleiki.
Ikki er tað løtuverk at
myrkaleggja stóra salin í
Norðurlandahúsinum,
tí
hóast gardinur eru, gloppar
nógvastaðni, og perurnar
undir loftinum eru nógvar. Í
Norðurlandahusinum hava
tey verið so beinasom at seta
nakrar dagar av framman
undan til hetta arbeiðið.
Ólavur Olsen hevur átikið
sær at samskipa konsertina.
Hann hevur sett saman eitt
húsaorkestur, og har kunnu
bara
royndir
tónleikarar
verða við, tí ikki ber til at
spæla eftir nótum.
Blindafelagið avdúkar, at
millum tónleikarrnar verða
eitt
nú
Hallur
Joensen,
Lena Andersen og Martin
Joensen. Fleiri nøvn verða
ikki avdúkað enn.
Eins og við máltíðini
krevur tað nógv at hava eina
konsert í myrkri, tí eingi ljós
órógva, og sjálva framførsl
una sær eingin.
Upplivingin talar burturav
til hoyrnina.
Ávikavist Hotel Føroyar
og Norðurlandahúsið fara
í vikuni at lýsa við, hvar at
gongmerki kunnu keypast.
randi@sosialurin.fo
Tá ið tú ikki sær matin, er øll upplivingin fyri góman. Í Berlin er ein slík matstova, og hon hevur altjóða áhuga. Sámal
Bláhamar á Tora Tourist heldur, at ein matstova í myrkri í Føroyum væl kundi givi eitt íkast til ferðavinnuna
Formenninir í stóru andstøðuflokkunum
taka sær ikki nær, at Jóannes Eidesgaard
kallar teir hugsjónarleysar og sigur teir
minna um sunnudagsskúladreingir
Randi Jacobsen
Í Sosialinum fríggjadagin
í
seinastu
langaði
Jóannes
Eidesgaard,
fyrrverandi
formaður
Javnaðarfloksins
hart
út eftir andstøðuni á
tingi.
Andstøðan er alt ov
bitleys, og báðir and
støðuleiðararnir minna
mest um sunnudags
skúladreingir, skrivaði
Jóannes Eidesgaard í
tíðargrein síni.
Aksel V. Johannesen,
formaður
Javnaðar
floksins heldur ikki, at
flokkurin hugsjónarliga
er broyttur. Hugsjónar
liga
støðan
er
tann
sama, antin flokkurin
er í andstøðu ella í sam
gongu.
Hann viðgongur, at
hann ikki hevur buldrað
so nógv, men tað liggur
ikki til hansara, sigur
Aksel V. Johannesen.
– Vit eru kanska so
ymiskir sum persón
ar, men eg vóni, at vit
kunnu vinna fram við
skilagóðum sjónarmið
um. Tað hevur ikki skatt
flokkin, at vit ikki hava
buldrað so nógv, og eg
ivist ikki í, at hóliga koma
vit líka langt, sigur Aksel
V. Johannesen, sum væl
tolir atfinningarnar frá
undanfarna
formann
inum.
Høgni Hoydal, for
maður í Tjóðveldi vísir
aftur, at einki veiggj er í
andstøðuni.
Hann nevnir, at and
støðuflokkarnir
hava
samstarvað væl og tikið
allar dystirnar við sam
gonguna.
– Og allir tinglimir
í andstøðu hava tikið
sera virknan lut – ikki
bert formenninir, sigur
Høgni Hoydal.
Hann nevnir orða
skiftini, sum vóru um
skatt, pensjónsskatting
og fíggjarlóg, og hann
heldur
andstøðuna
hava verið sera virkna
á øðrum økjum eisini.
Andstøðan hevur sam
starvað og samskift við
fakfeløg,
vinnufeløg
og ungdómsfeløg, hon
skipaði fyri ráðstevnu
um
fiskivinnupolitikk
og fólksins ogn. Og so
víðari.
randi@sosialurin.fo
Andstøðan
vil ikki buldra
Hvørgin av formonnunum í
stóru andstøðuflokkunum
tekur sær tykni av, at
Jóannes Eidesgaard, fyrr
verandi formaður Javnaðar
floksins, heldur teir vera ov
tamar og hugsjónarleysar