Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. mars 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. mars 2012 · Nr. 38 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lagt til rættis: Árni Joensen Ísland kann fáa kvinnu til biskup Íslendingar hava havt Víg­dís Finnbogadóttir sum forseta, nú hava teir Jóhon­nu Sigurðardóttir sum forsætisráðharra, og í næstum kunnu teir fáa eina kvinnu í bis­ kups­em­bætið. Uppstillingarval hev­ ur verið. Átta prest­ar stillaðu upp, og tá upp­ talt var, høvdu Agnes M. Sigurðardóttir og Sigur­ð­ur Árni Þórðarson fing­ið munandi fleiri at­ kvøð­ur enn hini. Tey fingu ávikavist 131 og 120 at­kvøð­ur, sum var 27,5 og 25,2 prosent av teimum 477 atkvøðunum, sum vóru. Seinna umfar av biskupsvalinum er so mill­um tey bæði, og tað verður tann 2. apríl. Tann nývaldi bi­skup­ ur­in skal taka við eftir Karl Sigurbjørnsson, sum hevur sagt seg frá eftir at hava røkt em­ bætið í fýra ár. Pápi han­ sara, Sigurbjørn Einars­ son, var íslendskur Fyrst í næsta mánað fær grønlendski nátt­ úru­stovn­ur­in eitt spildu­r­nýtt hav­rann­ sóknar­skip. Skipið skal í fyrsta lagi brúkast til fiskirannsóknir, men tað skal eisini brúk­ast til ymsar um­hvørvis­kann­ ingar í sambandi við olju­leiting úti á opnum havi og inni við land. Tað nýggja skipið er 32 metrar langt, bygt á Karstensen-skipa­ smiðju­ni í Skagen og er útgjørt við allari nú­tím­ ans tøkni. Skipið hevur eisini rannsóknarstovur. Koygg­jur­nar eru 16, harav 10 eru ætlaðar til rann­sókn­ar­fólk. Skipið kost­ar 50 milliónir krón­ Mullah Krekar ella Naj­mudd­ in Faraj Ahmad, sum hann av røtt­um eitur, kom úr Irak til Noregs sum flóttamaður í 1991. Tað vísti seg kortini skjótt, at hann var ikki ein van­ligur flóttamaður, tí tey næstu árini var hann fleiri ferðir í Irak og royndi at skipa ein islamistiskan felags­skap í tí kurdiska parti­ num av landinum. Í 2001 gjørdist Mullah Krek­ar formaður í Ansar al-Islam, sum sambært amerika­nar­um er ein yvir­ gangs­felagsskapur, og árið eftir gjørdi táverandi kommunu­mála­ráð­harrin, Erna Solberg, av at vísa hon­ um úr Noregi. Útvísingin bleiv tó ongantíð sett í verk, tí tað var vandi fyri, at Mullah Krekar kundi fáa deyða­revs­ing, um hann kom aft­ur til Irak. Mullah Krekar hevur fleiri ferðir sagt sína meining um norskar myndugleikar og onnur, og tað kostaði hon­ um mánadagin fimm ára fongsul. Hann fekk hálvt triðja ár fyri at hava hótt tríggj­ar kurdar, sum settu eld á partar av koranini, og so fekk hann 30 mánaðir hand­ an rimarnar fyri at hava hótt Ernu Solberg eftir lívinum. Tað endaliga orðið er ikki sagt, tí tann umstríddi flótta­ mað­urin kærdi fongsuls­ dóm­in alt fyri eitt. Umstríddur flótta­ maður fimm ára fongsul Í Noregi er irakin Mullah Krekar dømdur fimm ára fongsul fyri hóttanir Alkohol kostar danska samfelagnum milliardir Danir eru millum teirra, sum drekka mest, og tað sæst aftur í teimum almennu útreiðslunum Tær donsku kommunurnar brúka í minsta lagi 3,1 milliar­dir krónur um árið til fólk, sum fáa viðgerð fyri at leggja av at drekka, ella sum hava verið í samband við heilsuverkið orsakað av drekk­ing. Men sambært Ulrik Beck­er, professara á Statens Institut for Folkesundhed, er tað rætta talið væl størri, tí alko­hol elvir eisini til nógvar sosial­ar trupulleikar, sum tað er torført at gera upp í peng­um, sigur hann. Tað eru heldur ikki bara kommunurnar, sum hava útreiðslur av, at fólk drekka í meiri lagi, tí lands­ partarnir ella tær s­o­kall­aðu regiónirnar hava eisini út­ reiðsl­ur av alko­hol­nýtslu­ni. At støðan er vorðin so­ leiðis í Danmark er sam­bært pro­fessaranum ein avleiðing av, at alkohol er vorðin ein náttúrligur partur av dons­ku mentan­ini og danska sam­ leik­a­num. -Í Danmark er alkohol ein partur av teirri donsku fólka­ sál­ini. Tað er løgið at hoyra ein dana siga nei til alkohol, og í so máta eru vit ikki sum fólk í flestu londum, sigur Ulrik Becker við DR. Mullah Krekar hevur verið umstríddur, síðani hann kom til Noregs sum flóttamaður fyri meiri enn 20 árum síðani Mynd: Polfoto Nýtt rann­ sóknarskip Tann danska verj­an skal spara milli­ar­dir, og í ein­ari roynd at røkka máli­num hevur leiðsl­an skot­ið upp at sav­na bjarg­ing­ar­tyrlur­ nar í Jyl­lan­di á einum stað. Tað fer millum annað at bera í sær, at eingin bjarg­ing­ar­tyrla verður í Norðurjyllandi, og tað halda fleiri politikarar vera stak óheppið. Teir vísa á, at nakrar av teim­um størs­tu fiski­vinnu­havn­u­nu­m í Dan­mark eru í Norður­ jyllandi, og at tað verður ein dyggur smei­t­ur fyri trygdina hjá fiski­monn­ unum, um bjargingar­tyrl­ ur­nar verða flutt­ar burtur hað­a­ni. Verjuleiðslan sigur, at verjan kann spara 34 mill­ ión­ir krónur um árið við at savna bjarg­ing­ar­tyrl­ur­nar í Jyllandi í Karup. Hættislig sparing