leygardagur 17. juni 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
JAN MÜLLER
- Longu aftaná 1. samráð-
ingarumfar 17. mars og
fleiri ferðir eftir tað hevur
løgmaður sagt, at verður
talan um eina skiftistíð uppá
4 ár, so verður ikki talan um
nakra fólkaatkvøðu. Nú
hava vit tríggjar ferðir á rað
fingið eina krystallklára út-
melding frá donsku stjórn-
ini, at talan verður bara um
fýra ár. Og ein logisk av-
leiðing av tí má vera, at løg-
maður ger støðu sína upp
sigur Jóannes Eidesgaard,
formaður javnaðarfloksins í
viðmerking til samráðing-
arnar í Danmark og hann
staðfestir, at løgmaður er
koyrdur fastur í fullveldis-
ætlanini. Er man ikki
nøgdur við úrslitið, so má
man leggja frá sær og lata
aðrar royna seg.
Formaðurin fyri størsta
andstøðuflokkin heldur, at
tað er ein trupulleiki fyri
Føroyar, at vit hava eitt
landsstýri, sum ikki dugir at
síggja henda veruleikan í
eyguni.
-Ein donsk stjórn meldar
ikki tríggjar ferðir so klárt
út um eina skiftistíð fyri
seinni at broyta hana. Eg
haldi eisini, at hetta var
seinasta desperata loysn,
sum landsstýrið gjørdi,
nevniliga hana at vilja selja
út av okkara møguligu olju-
inntøkum. Heldur ikki tað
fekk donsku stjórnina at
býta á. So mugu teir væl
viðurkenna, at ein skiftistíð
uppá fýra ár er vorðin
veruleiki.
Jóannes Eidesgaard vísir
á tað Høgni Hoydal segði
eftir 2. samráðingarumfar.
Tá segði hann, at 90% av
viðurskiftunum vóru komin
uppá pláss, og tað, sum var
útistandandi var so skiftis-
tíðin. -Fyri mær at síggja er
hon komin uppá pláss. At
man so ikki er nøgdur við
úrslitið, er so ein síða av
málinum, men hetta er so
tað endaliga úrslitið.
Jóannes Eidesgaard held-
ur tí, at landsstýrið bert hev-
ur tvinnar kostir í at velja.
Antin - um teir ikki eru
nøgdir við úrslitið - at leggja
frá sær og siga, at tá teirra
upplegg ikki kundi vinna
frama, so mugu aðrir royna
seg - ella mugu teir siga, at
hetta er úrslitið man kundi
fáa, og so má Føroya fólk
taka støðu. Tvs. so má ein
fara til eina fólkaatkvøðu
við eini skiftistíð uppá fýra
ár.
Formaður Javnaðarfloks-
ins er tó sannførdur um, at
landsstýrið tvørturímóti æt-
lar sær at forhála og draga
tingini út, samstundis með-
an allur annar politikkur í
Føroyum liggur á láni. Og
tað vil hann ikki góðtaka.
-Eg haldi eisini, at tað,
sum landsstýrisumboð hava
sagt í danskari pressu verða
sera óheppið fyri samráð-
ingarandan. Høgni Hoydal
nevndi m.a. at tað var donsk
nationalisma og forfongilig-
heit, sum forðaði fyri før-
oyskum fullveldi. Eg má tí
viðganga, at eg í veruleik-
anum var eitt sindur bangin
fyri, at júst hesar samráð-
ingar fóru at verða í einum
anda, sum ikki sømir seg
fyri tveir partar sum lands-
stýrið og stjórnin. Og úrs-
litið síggja vit eisini nú.
Vilja ikki røra tað
við eldtong
Heldur ikkki spurningin um
at taka ein triðja part inn í
samráðingarnar heldur for-
maður
Javnaðarfloksins
tænir søkini ella er við til at
betra um samráðingarand-
an.
-Tá man upplivir, at man
undir samráðingunum hev-
ur umhugsað at taka ein
triðja part inn, so er hetta
besta tekinið um, at tingini
eru við at koma út í nakað,
sum avgjørt ikki er sømiligt.
Tað er mín sannføring, at
tað er eingin myndugleiki,
eingin stjórn og politikari í
Norðurlondum, sum vil
røra hetta málið við eini
eldtong, uttan so at báðir
partar eru samdir. Tú fær
hvørki grønlendingar ella
íslendingar at fara inn í hatta
málið, soleiðis sum tað
stendur nú.
Og tá tosað verður um at
fáa ST uppí málið so sigur
Jóannes Eidesgaard, at ST í
dag er ein felagsskapur, sum
hevur sítt størsta virksemi í
tí partinum av heiminum,
har tað er verulig neyð.
-Eg eri sannførdur um, at
koma ST-eygleiðarar til
Føroya, so vilja teir fáa ein
skelk, tá teir síggja, hvussu
gott vit hava tað. Tí trúgvi
eg ikki, at landsstýrið fer at
vinna nógva sympati innan
ST. Viðurskiftini í Føroyum
eru ikki nakað, sum er rele-
vant fyri ST, í hvussu er ikki
tá tað snýr seg um livistøði
og at varðveita frið, nú
løgmaður velur at brúka orð
sum kúlur og kanónir í
hesum samráðingarhøpin-
um.
Pantseting av
undirgrund
Um tað, sum er komið fram
um, at landsstýrið hevur
boðið sær til at lata dønum
møguligar komandi olju-
inntøkur sum part av eini
komandi avtalu við danir,
heldur Jóannes Eidesgaard,
at tað er fullkomiliga burt-
urvið ikki minst, tá hugsað
verður um ta støðu sum
Tjóðveldisflokkurin
og
Høgni Hoydal hava í spurn-
inginum um ognarrættin til
undirgrundina.
-Høgni Hoydal sigur, at
føroyingar hava ikki ogn-
arrættin til undirgrundina.
Vit hava bara umsitingar-
rættin. Tað er ein øgilig
andstøgn í tí, um hann so
heldur, at man kann fara til
Danmarkar og pantseta
somu undirgrund. Tú kanst
ikki pantseta nakað, sum tú
ikki eigur. Tú kanst ikki
pantseta ognina hjá grann-
anum. Tú kanst bara pant-
seta eina ogn, sum tú sjálvur
hevur fult harradømi og
ræði yvir.
Jóannes
Eidesgaard
minnir í hesum viðfangi á,
at tað kom ikki glið á und-
irgrundarsamráðingarnar
fyrr enn føroyingar sleptu
kravinum um yvirvalds-
rættin.
-Hann er heldur ikki tann,
sum hevur praktiskan týdn-
ing. Vit hava dispositións-
rættin, og tað er hann, sum
hevur týdning.
F
o
r
m
a
ð
u
r
Javnaðarfloksins heldur tað
eisini vera eina óvirðliga
gongd at taka oljuna við í
eina samráðing, tá vit ikki
vita nakað við vissu um
hesa olju. Tað er ein óvirðlig
støða, tá landsstýrið fer og
sigur, at man nú tekur pant
í nøkrum, sum er framtíðin
ikki bert hjá okkum, men
eisini hjá okkara eftirkom-
arum. Ein logisk fylgja av
hesum vildi verið at spurt,
hví landsstýrið ikki fer út á
lánimarknaðin og biður um
hesi lánini fyri 11 árini av
skiftistíðini? Eg eri vísur í,
at oljufeløgini høvdu játtað
lán uppá tað, sum svarar til
tað, sum vit høvdu fingið í
stuðuli í 11 ár við eini laga-
ligari rentu ella kanska
ongari rentu, um tey fáa fría
atgongd til framtíðar før-
oyskt oljuríkidømi. Hetta er
einki
annað
enn
ein
Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins umsamráðingarúrslitið:
Fullveldi uppá borg
Landsstýrið er koyrt fast. Skiftistíðin er og verður fýra ár. Tí má landsstýrið gera støðuna upp. Antin at
leggja frá sær og lata aðrar royna seg ella koyra samráðingarúrslitið út til fólkaatkvøðu sigur formaður
Javnaðarfloksins Hann heldur tað annars vera fullkomiliga burturvið, tá landsstýrið vil geva dønum pant
í undirgrundini, sum tað ikki sjálvt metir okkum eiga ognarrættin til
hasarderað ella desperat
handling frá landsstýrissins
síðu, tí man vil hava eitt
gjøgnumbrot í tí, sum eitur
skiftistíðis. Men sum sagt,
tað beit Nyrup ikki á. Og tí
má man kunna staðfesta, at
skiftistíðin
er
endaliga
avgreidd.
-Støðan í løtuni er tann,
sigur Jóannes Eidesgaard
víðari, at samráðingarnar
eru koyrdar fastar. Danska
stjórnin fer ikki longur við
skiftistíðini. Nú vil lands-
stýrið so til at samráðast
aftur eftir summarfrítíðina.
Men eg eri vísur í, at aftaná
4. og uppaftur fleiri umfør
so fær man somu skiftistíð,
fýra ár.
Landsstýrið má gera støð-
una upp nú. Valskeiðið er
farið at halla, og tað er bert
eitt ár eftir. Tí má Føroya
fólk nú vita, hvat lands-
stýrið ætlar, eftir at tað hev-
ur koyrt fast í fullveldis-
ætlanini.
Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 114 - 17. juni 2000
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Høgni Mohr
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Oddagrein
Sum av torvheiðum
Viðmerking:
Landsstýrið kom aftur frá samráðingunum
sum av torvheiðum. Einki sum helst tyngir
leypin. Og tað, sum landsstýrið helt vera
eitt jarnbrot fyri at fáa glið á samráðingar-
nar um skiftistíðina - komandi oljuinntøkur
- varð kveistrað til viks. Danska stjórnin
gjørdi einaferð afturat greitt, at skiftistíðin
verður trý til fýra ár. Vilja føroyingar úr
ríkisfelagsskapinum, og taka ábyrgd av
egnum landi, mugu teir eisini taka tað bú-
skaparligu ábyrgdina á seg er sjónarmiðið
hjá stjórnini.
So er spurningurin, um tað ber til ella ikki.
Sjálvandi ber tað til, sum fleiri tjóðveldis-
fólk halda. Men so er avleiðingin, at livi-
stigið í Føroyum minkar rættiliga nógv. Vit
koma niður á skotsk livistig, sum danski
forsætismálaráðharrin segði. Og er tað so
galið, vil onkur siga. Tað má kosta at seta
føtur undir egið borð.
Men eitt er livistøðið. Eitt annað er, um
føroyska samfelagið er búgvið at taka á
seg allar tær fyrisitingarligu uppgávurnar,
sum koma í kjalarvørrinum. Eitt er rættar-
skipanin. Eitt annað er allir tær uppgávur,
sum danskir stovnar reka fyri føroyingar í
dag. Eitt annað er altjóða viðurskifti. Verj-
uspurningurin. Marknaðarviðurskifti o.s.fr.
Bitin at gloypa er ov stórur. Tað má lands-
stýrið helst fara at ásanna, nú tað kemur
norður aftur á 62. breiddarstig, her kalda
landssynningslotið kann fáa knokkarnar
at hugsa meiri skynsamt enn lýggja lotið
á Slotsholminum ígjár. Tað er ikki neyðugt
at fara eftir øllum í senn, sum ein sam-
gongupolitikkari sigur eftir miseydnaðu
samráðingarnar.
Landsstýrið eigur ikki at fara frá, sum
Sambandsflokkurin mælir til. Landsstýrið
hevur fullar rætt at halda fram við sam-
ráðingunum. Men landsstýrið eigur at á-
sanna, at tað hevur ikki meiriluta aftan
fyri seg longur. Løgmaður eigur tí at fylgja
ráðnum hjá Javnaðarflokkinum og saðla
av nýggjum.
Tað er - og eigur sambært ffloksskráunum
- at vera meiriluti fyri eini aðrar loysn enn
tí víðgongdu fullveldisætlanini. Ein loysn,
sum greiðir tær fløkjur, sum nú eru, og
sum setir eitt mál fyri, at Føroyar eiga at
gerast búskaparliga sjálvberandi og at
sjálvstýrið økist í stigum. Rómaborg varð
ikki bygd eftir einum degi, og tað verða
Føroyar sum fullveldisríki heldur ikki. Lat-
um okkum ikki steðga á, men latum okkum
siga okkum sjálvum, hvat ber til. Og tað
eigur at bera til, at leggja ein politikk, sum
í stigum flytur okkum fram á sjálvstýrisleið.
Kære færinger
Vi har levet sammen i tykt
og tyndt i Rigsfællesskabet
gennem mange hundrede år.
Jeres deltagelse i det danske
samfund er værdifuldt og
anerkendt af os alle. Mange
færinger har valgt at bo og
arbejde i Danmark. Vi
skelner ikke mellem jer og
andre danske statsborgere.
I er en vigtig del af vort
samfund og vort fællesskab.
Præcis som det er tilfældet
med de danskere, der bor
og arbejder på Færøerne.
Rigsfællesskabet
kan
ikke gøres op i tal og para-
graffer. Vores fællesskab
bygger på gensidig respekt,
samhørighed, solidaritet og
retten til selvbestemmelse.
Det er den fælles historie,
de nære familiemæssige
bånd og den stærke kultur-
elle samhørighed, der knyt-
ter os sammen.
Men spørgsmålet er, hvad
der skal ske med vores fæl-
les fremtid? Regeringen ser
helst, at Færøernes fremtid
bliver inden for Rigsfælles-
skabet. Regeringen har også
peget på muligheden for at
erstatte hjemmestyreloven
med et nyt og udvidet selv-
styre inden for Rigsfælles-
skabets
rammer.
Men
Landsstyret, Lagtinget og
det færøske folk bestemmer
selv retningen. En retning,
som vi selvfølgelig respek-
terer.
Færøernes Landsstyre har
sat omdannelsen af Færø-
erne til en suveræn stat og
dermed udtræden af Rigs-
fællesskabet på dagsorden-
en Regeringen og Lands-
styret har nu i tre forhandl-
ingsrunder drøftet etabler-
ingen af Færøerne som en
suveræn stat på baggrund af
Landsstyrets oplæg.
Det er regeringens op-
fattelse, at vi er nået et godt
stykke vej med arbejdet.
Der er enighed om mange
af de væsentlige spørgsmål,
der vil være en forudsætn-
ing for, at Landsstyrets mål-
sætning om en suveræn stat
kan føres ud i livet. Reger-
ingen har positivt spillet
med og er indstillet på at
hjælpe Færøerne godt på
vej.
Hvis vi i dag gør status
over de færøsk/danske for-
handlinger er billedet, at:
• En suveræn stat har sine
egne statsborgere. Reger-
ingen har derfor fremlagt
forslag til, hvordan man ved
oprettelsen af en færøsk stat
kan finde en afgrænsning
mellem et færøsk og dansk
statsborgerskab. Landsstyr-
et er enig i de principielle
hovedlinier i regeringens
løsningsforslag.
Regeringens standpunkt
er, at fremtidige færøske
statsborgere i Danmark skal
ligestilles med andre nord-
iske statsborgere. Regering-
en er indstillet på, at fær-
inger, som har boet i Dan-
mark i en længere årrække,
vil kunne bevare deres hid-
tidige
rettigheder,
og
dermed blive ligestillet med
danske statsborgere.
• Landsstyret har ønsket, at
der indgås samarbejdsaftal-
er med Danmark på en ræk-
ke områder. Det er regering-
en indstillet på at forhandle
om, hvordan det sker i
praksis fra skibsinspektion,
politiuddannelse, udenrigs-
tjeneste m.v.
• Landsstyret har endvidere
ønsket, at de monetære rel-
ationer mellem Danmark og
Færøerne videreføres. Re-
geringen er indforstået, så-
ledes at Færøerne kan indgå
i en monetær union med
Danmark. Vi skal nu for-
handle de nærmere regler
herfor.
• Landsstyret har ønsket en
langvarig økonomisk over-
gangsordning. Regeringen
har tilbudt en økonomisk
overgangsordning på fire år,
hvor de danske tilskud af-
trappes.
***
Jeg vil gerne gøre lidt ud af
spørgsmålet om den økon-
omiske overgangsordning,
som viste sig at blive det
centrale på mødet den 15.
juni.
Jeg tror, at mange i deres
stille sind måske godt kan
forstå, at jeg som dansk
statsminister har svært ved
at overbevise den danske
befolkning om at yde støtte
til en suveræn stat i en per-
iode på 15 år, hvis færing-
erne ikke længere ønsker at
være en del af rigsfælles-
skabet. Pligter og økonom-
iske rettigheder må følges
ad som i alle andre af livets
sammenhænge.
Færøsk økonomi står i
dag meget stærkt. Lands-
kassens overskud ligger i
størrelsesorden 600 million-
er kroner i 1999 og forvent-
es at blive tilsvarende stort
i 2000. Skattetrykket er
næsten 10 pct. lavere end i
Danmark, og Landsstyrets
formuebeholdning er ikke
ubetydelig. Hertil kommer,
at Færøerne samlet set har
penge til gode (nettotilgod-
ehavender) over for ud-
landet. Færøerne bør have
alle forudsætninger for at
skabe en sund, god og selv-
stændig økonomi.
Regeringen kan derfor
ikke forpligte sig til over en
længere årrække at yde et
fast bidrag til levefoden på
Færøerne. Regeringen har
aldrig givet Landsstyret en
sådan garanti. En sådan gar-
anti ville for mig at se også
være i modstrid med selve
ånden i det færøske ønske
om en fuld suveræn stat og
dermed fuldt ansvar for eg-
en økonomi.
Derimod har jeg allerede
under mit besøg på Færøer-
ne i september 1998 gjort
det klart, at det er regering-
ens principielle grundsyns-
punkt, at ethvert valg har
sine konsekvenser. Og at et
færøsk valg af suverænitet
nødvendigvis
må
have
konsekvenser på det øko-
nomiske område. Dette kan
ikke komme bag på hverken
Landsstyret.
I respekt for den færøske
befolkning, Landstyre og
Lagting finder jeg det vig-
tigt fra starten at sige ting-
ene ærligt og direkte, så der
ikke senere i forhandling-
erne opstår misforståelser
eller tillidskrise. På samt-
lige af vores forhandlings-
møder har jeg understreget
regeringens standpunkt:
Det er regeringens opfat-
telse, at en fireårig over-
gangsperiode — kombiner-
et med et fortsat samarbejde
på en række områder, her-
under en monetær union -
vil sikre en velordnet og
styret overgang til en selv-
stændig færøsk økonomi.
***
Kære færinger. Jeg vil slutte
denne henvendelse til jer,
som jeg begyndte den: Fær-
øerne skal selv vælge den
retning, der skal udgøre ø-
ernes fremtid. Jeg tror, at
alle færinger ved, at der og-
så er muligheder inden for
rammerne af Rigsfælles-
skabet, men uanset hvordan
vores veje vil forme sig, vil
regeringen respektere det
valg, der må og skal træffes
af den færøske befolkning.
Med venlig hilsen
Statsminister Poul
Nyrup Rasmussen
Den færøske befolknings valg
Eyðun Klakstein
Keypmannahavn
Tá føroyska landsstýrið
møtti til samráðingarfundin
við donsku stjórnina hós-
kvøldið, høvdu tey eina
gávu við í viðførinum. Gáv-
an var til danska forsætis-
ráðharran, sum fylti 57 ár
hósdagin.
Anfinn Kallsberg, løg-
maður, handaði Poul Nyrup
Rasmussen gávuna, sum
var ein føroysk troyggja.
- Eg vóni ikki, at sam-
bandið millum Føroyar og
Danmark verður so kalt, at
tað verður neyðugt við hesi
troyggju, segði løgmaður, tá
hann gav forsætisráðharra-
num troyggjuna.
Poul Nyrup Rasmussen,
sum varð føddur í Esbjerg í
Nyrup fekk føroyska troyggju frá løgmanni
Anfinn Kallsberg gav danska forsætisráðharranum eina myrkamorreyða
troyggju í føðingardagsgávu
1943, hevur sitið á Fólka-
tingi síðani 1988. Hann hev-
ur verið formaður í danska
Javnaðarflokkinum síðani
1992, tá hann tók við eftir
Svend Auken, og hann hev-
ur verið forsætisráðharri
síðani 1993.