Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-17, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. juni 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindablaðið sosialurin Nr. 114 - 17. juni 2000 4 tíðindablaðið sosialurin Nr. 114 - 17. juni 2000 Seinastu árini hava keyp og søla av virðisbrøvum staðið í støðugum vøkstri. Hesum vøkstri vil Kaupthing nú bjóða tær at verða við í. Vit eru altíð kunnaði um nýggjar møguleikar, og kunnu tí altíð veita hollastu ráðgevingina. Tosa við okkum og vit finna í felag eina loysn, ið hóskar til júst tín tørv. Tinghúsvegur 14 • Tórshavn Tel 351500 • Fax 351501 www.kaupthing.com S A N S I R T E L 3 5 5 3 5 5 JOHN JOHANNESSEN ÚR KEYPMANNAHAVN Landsstýrið fer nú at kann møguleikan fyri at fáa ein triðja part upp í samráð- ingarar um ríkisrættarligu støðuna. –Vit fara at venda okkum til ST fyri at kanna, hvørjar møguleikar vit hava fyri at fáa ein triðja part upp í sam- ráðingarnar, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður. Hesa avgerð hevur lands- stýrið tikið, eftir at danska stjórnin á samráðingarfund- inum hósdagin sýtti fyri at samráðast um eina skiftis- tíð, ið verður longur enn fýra ár. – Vit taka hetta stig, tí vit halda, at tað nú er greitt, at talan ikki er um samráðing- ar millum tveir javnbjóðis partar. Danska stjórnin hev- ur staðfest, at hon ikki vil halda avtaluna frá 1998 og aðrar munnligar avtalur um, at vit skulu samráðast um eina búskaparliga skiftistíð, ið miðar ímóti at byggja upp ein sjálvberandi føroyskan búskap, sigur Høgni Hoy- dal. Landsstýrið hevur kortini ikki tikið støðu til, um tað fer at kæra stjórnina fyri av- Landsstýrið fer til ST Eftir samráðingarfundin hóskvøldið er greitt, at danska stjórnin stendur púra fast við, at Føroyar ikki fáa longri skiftistíð enn fýra ár. Landsstýrið fer nú at venda sær til ST talubrot. –Vit vilja helst sleppa undan sjónleiki í hesum málinum, sigur Høgni Hoy- dal. Sópaðu útspælið til viks Nýggja útspælið frá lands- stýrinum til búskaparliga skiftistíð var á samráðing- arfundinum hóskvøldið sópað til viks av donsku stjórnini. Landsstýrið skjeyt upp, at skiftistíðin skal vera 15 ár, men at møguligar oljuinn- tøkur skulu mótroknast blokkstuðulinum, tá tey fyrstu fýra árini eru liðin. Men danska stjórnin heldur tað als ikki vera neyðugt við eini skiftistíð, ið er longri enn fýra ár, tí føroyski búskapurin er longu tryggjaður. Blokkurin kann rúka alt fyri eitt Danski forsætisráðharrin, Poul Nyrup Rasmussen, vísti á tíðindafundinum eftir samráðingarnar á, at útrokn- ingar vísa, at føroyska sam- felagið væl hevði tolt, at blokkstuðulin varð tikin av beinan vegin. – Mistu føroyingar blokk- stuðulin í morgin, hevði Føroyar framvegis verið eitt vælferðarsamfelag á hædd við Skotland, eitt sindur verri enn Bretland, men við einum livistøði, sum hevði verið tvífalt tí í Portugal, segði Poul Nyrup Rasmus- sen á tíðindafundinum eftir samráðingarnar. Tískil sigur danski forsæt- isráðharrin seg ikki hava samvitsku mótvegis donsku veljarunum at geva føroy- ingum eina skiftistíð á 15 ár, sum er púra óneyðug. Ákærir Nyrup fyri avtalubrot Landsstýrið er ikki samt við sjónarmiðunum hjá donsku stjórnini. Landsstýrið metir tað nevniliga vera avgerandi neyðugt at fáa eina skiftistíð á 15 ár, so at føroyski bú- skapurin fær stundir at venja seg av við stuðulin úr Danmark. Í hesum sambandi vísir landsstýrið eisini á, at tað tann 10. juni 1998 gjørdi eina avtalu við donsku stjórnina, ið millum annað sigur, at partarnir skulu samráðast um eina búskap- arliga skiftistíð, ið hevur til endamáls at byggja upp ein sjálvberandi føroyskan bú- skap. Avtalan er seinni samtykt bæði í fólkatinginum og í løgtinginum. Hesa avtalu metir lands- stýrið, at danska stjórnin heilt klárt hevur brotið, tá hon ikki vil samráðast um eina skiftistíð, ið er longur enn tey fýra árini. Landsstýrið tulkar støð- una nevniliga sum, at danska stjórnin ikki vil sam- ráðast um eina búskaparliga skiftistíð, ið hevur til enda- máls at byggja upp ein sjálvberandi føroyskan bú- skap. Heldur ikki vil danska stjórnin, at sett verður ein felags nevnd at kanna fakt- uella grundarlagi fyri, hvat kravt verður av skiftistíðini, fyri at hon skal vera í tráð við avtaluna frá 1998. Danski forsætisráðharrin vísir á, at avtalan verður fylgd, tí føroyski búskapur- in heilt vist er sjálvberandi um fýra ár. Hetta ger, at landsstýrið vil hava ein triðja part upp í samráðingarnar. Men tí hevur danska stjórnin eisini blakt víst aft- ur. Grundgevingin er, at danska stjórnin metir ikki, at ein triðji partur hevur før- leika til at seta seg inn í viðurskiftini landanna mill- um og koma inn í samráð- ingarnar. Eisini heldur hann, EYÐUN KLAKSTEIN ÚR KEYPMANNAHAVN Landsstýrið fekk ikki donsku stjórnina at bíta á nýggja agnið, sum føroyska sendinevndin hevði við á fundin í Keypmannahavn hósdagin. Undan triðja samráðing- arumfarinum hevði lands- stýrið gjørt eitt nýtt uppskot um búskaparliga skiftistíð, har møguligar oljuinntøkur skulu mótroknast í blokk- stuðlinum. Uppskotið, sum skuldi tryggja føroyingum eina betri skiftistíð, var fyrstu ferð lagt fyri donsku stjórn- ina á samráðingarfundinum hósdagin. Donsku embætismenninir høvdu als ikki hoyrt um nýggja uppskotið framman- undan, og tá ein av embæt- ismonnunum kom út úr samráðingarhølunum og varð spurdur um, hvat hann helt um nýggja uppskotið, stóð hann spyrjandi. Hann hevði als ikki hoyrt um upp- skotið, men fekk tað síðani frá einum av donsku fjøl- miðlafólkunum. Stjórnin stóð fast við sítt Nýggja uppskotið hjá lands- stýrinum mælti til, at blokk- stuðulin skal minka stigvíst í 15 ár. Um Føroyar fáa stór- ar oljuinntøkur innan hesin 15 árini, skal tann stuðulin, sum er latin eftir tey fýra árini, metast sum eitt lán, sum skal gjaldast aftur. - Uppskotið hjá landsstýr- inum vil bæði við og uttan oljuinntøkur hava við sær stórar sparingar fyri stats- kassan, sigur landsstýrið í viðmerkingunum til upp- skotið. Men landsstýrið fekk onga undirtøku fyri nýggja uppskotinum hjá sær. Danska stjórnin vildi ikki Stjórnin segði kortanei til oljuna Nýggja uppskotið hjá landsstýrinum um ein búskaparliga skiftistíð varð sópað til viks av donsku stjórnini. Nyrup vildi ikki hoyra talan um oljumilliónir úr Føroyum hoyra talan um at taka olju- na við í búskaparligu skift- istíðina. - Vit halda ikki, at tað er rætt at blanda oljuna upp í hesar samráðingar, segði Poul Nyrup Rasmussen á tíðindafundinum eftir sam- ráðingarnar. - Vit hava sagt í eitt hálvt ár, at skiftistíðin verður ikki longri enn fýra ár, og tað halda vit fast við. Vit kunnu ikki gera nakað annað mót- vegis danska fólkinum og flokkunum í Fólkatingi- num, sigur danski forsætis- ráðharrin. Vildu vísa vilja Tá Anfinn Kallsberg, løg- maður, á tíðindafundinum varð spurdur um, hví lands- stýrið nú hevði tikið oljuna við í samráðingarnar, svar- aði hann, at landsstýrið royndi at vísa tann neyðuga viljan og fleksibilitetin til at koma víðari í samráðingu- num um skiftistíðina. Men í samráðingarupp- legginum, sum danska stjór- nin fór á fundin við, varð gjørt greitt, at stjórnin ikki vildi taka undir við eini skiftisskipan, sum var tengd at gongdini í føroyska bú- skapinum. - Hetta hevði verið í stríð við prinsippið um, at full- veldi og búskaparlig ábyrgd fylgjast, segði stjórnin á fundinum við landsstýrið. Og við greiða boðskapi- num hjá Nyrup og hansara fólkið varð nýggja uppskot- ið hjá landsstýrinum sópað til viks, áðrenn nakrar ver- uligar samráðingar komu í lag um tað. Danska stjórnin stendur sostatt rimmarfast við tað, sum hon áður hevur sagt um skiftistíðina. Hon verður í mesta lagi fýra ár og verður ikki tengd at gongdini í før- oyska búskapinum. Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri og Anfinn Kallsberg, løgmaður á tíðindafundi í forsætiusmálaráðnum hóskvøldið at talan ikki er um ein al- tjóða spurning, men um eitt mál, ið skal loysat innan fyri ríkisfelagsskapin. Høgni Hoydal, landsstýrismaður