leygardagur 17. juni 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Eyðun Klakstein
- Antin fer landsstýrið til
fólkaatkvøðu við tí samráð-
ingarúrsliti, teir hava nátt,
ella mugu teir leggja frá sær
og skriva út nýval.
Soleiðis sigur formaðurin
í Sambandsflokkinum, Ed-
mund Joensen, eftir triðja
samráðingarumfarið mill-
um landsstýrið og stjórnina.
- Fullveldissamráðingar-
nar hjá landsstýrinum eru
fullkomiliga miseydnaðar.
Antin fólkaatkvøðu ella nýval
Formaðurin í Sambandsflokkinum heldur, at nú eru bert tvinnir kostir hjá landsstýrinum í at velja
Føroyar fáa fullveldi, um vit
vilja tað, men danir hava
alla tíðina gjørt greitt, at tað
fer at kosta, og soleiðis er
støðan framvegis.
Edmund Joensen heldur,
at politisku fylgjurnar av
miseyndaðu samráðingu-
num má vera, at teir flokk-
arnir, sum ætla at nýtmótans
gera ríkisfelagsskapin mugu
sleppa fram at. Formaður
Sambandsfloksins hugsar
við hesum um sín egna
flokk og Javnaðarflokkin,
sum eisini hevur mælt til
eina nýggja skipan innan
fyri ríkisfelagsskapin.
- Landsstýrið heldur fram
við at siga, at teir vóna at
koma til eitt betri samráð-
ingarúrslit, men tað fer einki
at broytast í framtíðini.
Danir hava gjørt greitt, hvat
fullveldi kostar. Tað sigur
seg sjálvt, at teir ikki vilja
lata føroyingum fullveldi og
samstundis skula gjalda før-
oyingum stuðul ár eftir ár.
Álitið á
føroyingar rýkur
Edmund Joensen heldur, at
tað er púra burturvið at
draga møguligar oljuinntøk-
ur inn í fullveldissamráð-
ingarnar.
- Landsstýrið ætlar at taka
fullveldi við at seta oljuna
og eftirkomarnar í veð, men
tað var ein seinasta despe-
rata royndin at eina betri
skiftistíð. Og tann royndin
miseydnaðist eisini, sigur
hann.
Edmund Joensen heldur,
at tað einasta landsstýrið fær
burtur úr samráðingunum,
er, at álitið á føroyingar
verður niðurbrotið.
- Landsstýrið hevur gjørt
stóran skaða fyri føroyingar
við at ákæra danir fyri bæði
líkt og ólíkt, og nú ætla teir
eisini at venda sær til ST fyri
at kæra Danmark. Hetta lík-
ist ongum, sigur ein av-
gjørdur formaður fyri Sam-
bandsflokkin.
Hann
finnist
eisini
harðliga at løgmanni, sum
førdi fram, at aðrastaðni
verða slík mál loyst við
krúti og kúlum.
- Tað má vera eindømi í
søguni, at leiðarin í einum
landi hóttir við krúti og kúl-
um fyri at sleppa at lækka
livistøðið hjá sínum fólki
niður í eina helvt, sigur Ed-
mund Joensen.
Eyðun Klakstein úr
Keypmannahavn
Landsstýrið
fekk
ikki
donsku stjórnina at bíta á
nýggja agnið, sum føroyska
sendinevndin hevði við á
fundin í Keypmannahavn
hósdagin.
Undan triðja samráðing-
arumfarinum hevði lands-
stýrið gjørt eitt nýtt uppskot
um búskaparliga skiftistíð,
har møguligar oljuinntøkur
skulu mótroknast í blokk-
stuðlinum.
Uppskotið, sum skuldi
tryggja føroyingum eina
betri skiftistíð, var fyrstu
ferð lagt fyri donsku stjórn-
ina á samráðingarfundinum
hósdagin.
Donsku embætismenninir
høvdu als ikki hoyrt um
nýggja uppskotið framman-
undan, og tá ein av embæt-
ismonnunum kom út úr
samráðingarhølunum
og
varð spurdur um, hvat hann
helt um nýggja uppskotið,
stóð hann spyrjandi. Hann
hevði als ikki hoyrt um upp-
skotið, men fekk tað síðani
frá einum av donsku fjøl-
miðlafólkunum.
Stjórnin stóð
fast við sítt
Nýggja uppskotið hjá lands-
stýrinum mælti til, at blokk-
stuðulin skal minka stigvíst
í 15 ár. Um Føroyar fáa stór-
ar oljuinntøkur innan hesin
15 árini, skal tann stuðulin,
sum er latin eftir tey fýra
árini, metast sum eitt lán,
sum skal gjaldast aftur.
- Uppskotið hjá landsstýr-
inum vil bæði við og uttan
oljuinntøkur hava við sær
stórar sparingar fyri stats-
kassan, sigur landsstýrið í
viðmerkingunum til upp-
skotið.
Men landsstýrið fekk
onga undirtøku fyri nýggja
uppskotinum
hjá
sær.
Danska stjórnin vildi ikki
hoyra talan um at taka olj-
una við í búskaparligu skift-
istíðina.
- Vit halda ikki, at tað er
rætt at blanda oljuna upp í
hesar samráðingar, segði
Poul Nyrup Rasmussen á
tíðindafundinum eftir sam-
ráðingarnar.
- Vit hava sagt í eitt hálvt
ár, at skiftistíðin verður ikki
longri enn fýra ár, og tað
halda vit fast við. Vit kunnu
ikki gera nakað annað mót-
vegis danska fólkinum og
flokkunum í Fólkatingi-
num, sigur danski forsætis-
ráðharrin.
Vildu vísa vilja
Tá Anfinn Kallsberg, løg-
maður, á tíðindafundinum
varð spurdur um, hví lands-
stýrið nú hevði tikið oljuna
við í samráðingarnar, svar-
aði hann, at landsstýrið
royndi at vísa tann neyðuga
viljan og fleksibilitetin til at
koma víðari í samráðingu-
num um skiftistíðina.
Men í samráðingarupp-
legginum,
sum
danska
stjórnin fór á fundin við,
varð gjørt greitt, at stjórnin
ikki vildi taka undir við eini
skiftisskipan, sum var tengd
at gongdini í føroyska bú-
skapinum.
- Hetta hevði verið í stríð
við prinsippið um, at full-
veldi og búskaparlig ábyrgd
fylgjast, segði stjórnin á
fundinum við landsstýrið.
Og við greiða boðskapi-
num hjá Nyrup og hansara
fólkið varð nýggja uppskot-
ið hjá landsstýrinum sópað
til viks, áðrenn nakrar ver-
uligar samráðingar komu í
lag um tað.
Danska stjórnin stendur
sostatt rimmarfast við tað,
sum hon áður hevur sagt um
skiftistíðina. Hon verður í
mesta lagi fýra ár og verður
ikki tengd at gongdini í før-
oyska búskapinum.
Stjórnin segði kortanei til oljuna
Nýggja uppskotið hjá landsstýrinum um ein búskaparliga skiftistíð varð sópað til viks av donsku stjórnini. Nyrup vildi ikki hoyra talan um
oljumilliónir úr Føroyum
tí NATO er sloppið at hava
eina støð í Føroyum.
Hesa útrokning hevur
landsstýrið nýtt í samráð-
ingunum við stjórnina fyri
at vísa, at Føroyar ikki bara
hava tikið ímóti pengum,
men at Danmark eisini hev-
ur havt fíggjarliga fyrimun
av Føroyum.
Danska stjórnin førir
fram, at Føroyar hava notið
vesturlendska verju uttan at
gjalda fyri hesa. Allar út-
reiðslurnar til verjumál í
Føroyum eru goldnar av
danska statskassanum, og
harafturat hava Føroyar
fingið pengar burtur úr, at
fólk við tilknýti til NATO
og donsku verjuna hava ver-
ið í Føroyum.
Tí heldur stjórnin ikki, at
hon skyldar Føroyum nakað
orsaka av hernaðarligum
viðurskiftum.
- Verjumál eru danskt
málsøki, og tí eru tað eisini
teir, sum skulu gjalda fyri
hetta. Vit eru heldur ong-
antíð eftirspurdir í hernað-
armálum, og tað burturvið
at siga, at vit hava spart
pengar á hesum økinum,
sigur Anfinn Kallsberg.
- Vit hava kanska fingið
nakrar skattakrónur burtur
úr teimum fólkunum, sum
hava havt tilknýti til støðir-
nar í Føroyum, men tað ber
ikki til at siga, at vit eru
sloppin undan verjuútreiðsl-
um, tí hetta málsøki er
Løgmaður helt lítið um
hernaðarfrágreiðingina
Danska stjórnin avsannar, at hon hevur havt fíggjarligan vinning av hernað-
arliga virkseminum í Føroyum. Løgmaður heldur lítið um frágreiðingina, sum
stjórnin gav á fundinum hósdagin
Eyðun Klakstein
Keypmannhavn
Danska stjórnin avsannar
nú, at hon hevur havt nakran
sum helst vinning av hern-
aðarliga virkseminum í Før-
oyum.
Hóast forsætisráðharrin
hevði noktað fyri at taka
hernaðarmál við á dag-
skránna fyri samráðingar-
fundin hesaferð, kom hann
- soleiðis sum Sosialurin
kundi greiða frá í blaðnum
í gjár - við eini frágreiðing
kortini.
Men Anfinn Kallsberg,
løgmaður, hevði eftir sam-
ráðingarfundin einki gott at
bera hesi frágreiðing, sum
hann helt verða eitt skot við
síðuna av.
Danska stjórnin heldur, at
gongdin í málinum er skeiv,
tí Danmark er ikki sloppið
undan nøkrum kravi frá
NATO um at skulu brúka
3% av bruttutjóðarúrtøkuni
(BTÚ) til verjumál.
Í 1978 gjørdu NATO-lim-
alondini eina semju um, at
londini skuldu leggja seg
eftir at brúka 3% av til verj-
umál, men fleiri lond hava
ongantíð nátt hesum máli.
Danmark er eitt av hesum
londum, tí síðani 1976 hev-
ur Danmark brúkt 2,6% av
BTÚ til verjumál, og tað er
væl niðanfyri tað, sum
NATO-londini helst skulu
brúka.
Landsstýrið heldur, at
Danmark er sloppið bíligari
í verjuútreiðslum, tí teir
hava brúkt Føroyar og
Grønland sum ein part av
gjaldinum, men hesum aft-
urvísir stjórnin.
Vánalig frágreiðing
Landsstýrið hevur roknað
seg fram til, at Danmark
hevur spart eini 30 milliard-
ir krónur í verjuútreiðslum,
danskt.
Skulu gera
verjupolitikk
Løgmaður sigur seg ikki
kunna prógva, at danir hava
havt fíggjarligan fyrimun av
at brúka Føroyar í hernað-
arligum viðurskiftum, men
tað er nógv, sum bendir á
tað. Danskir ráðharrar hava
eisini áður nevnt, at Dan-
mark er sloppið bíligari í
verjuútreiðslum, tí tað hevur
brúkt Føroyar og Grønland
sum part av gjaldinum.
Løgmaður væntar, at
danska stjórnin fer at koma
við fleiri upplýsingum um
hernaðarmálið.
Ein onnur orsøk til, at
landsstýrið undan samráð-
ingunum hósdagin kravdi at
fáa hernaðarmál við á dags-
skránna er, at landsstýrið vil
hava upplýsingar um hern-
aðarliga týdningin hjá Før-
oyum - bæði fyrr og nú - so
landsstýrið er ført fyri at
gera ein verjupolitikk.
Á fundinum hósdagin
segði Poul Nyrup Rasmus-
sen við landsstýrið, at
danska stjórnin fer ikki at
viðgera føroyska verjupoli-
tikkin, fyrr enn eitt ítøkiligt
uppskot um hetta er komið
frá landsstýrinum.
Landsstýrið sigur seg ikki
kunna gera nakað uppskot
fyrr enn tað hevur fingið
fleiri upplýsingar um verju-
málini.
Eyðun Klakstein
Martin Paldam, professari í
búskapi við universitetið í
Århus, heldur, at at føroyska
ynskið um eina langa bú-
skaparliga skiftistíð er burt-
urvið.
- Eg skilji als ikki, at
stjórnin ikki fyri langari tíð
síðani hevur sagt, at blokk-
stuðulin má minka, sjálvt
um Føroyar ikki taka full-
veldi. Tað er eingin meining
í, at Føroyar skulu hava 1,5
milliard krónur hvørt ár,
sigur Paldam, sum hevur ar-
beitt nógv við føroyska bú-
skapinum.
Hann heldur, at føroying-
ar skuldu hugsa um, hvussu
onnur lond hava fingið full-
veldi. Í afrikansku londu-
num fekk fólkið loyvið at
vinda flaggið á stong, og so
rýmdu bretarnir.
Paldam hevur heldur ikki
nógv til yvirs fyri uppskot-
inum um at mótrokna møg-
uligar oljuinntøkur í blokk-
stuðlinum.
- Nú hava vit givið Før-
oyum so nógvar pengar í so
nógv ár, at tað hevði verið
natúrligt, at føroyingar góvu
okkum ein part av oljumill-
iónum, sjálvt um teir ikki
taka fullveldi, segði ber-
søgni professarin við Ritzau
í gjár.
Føroyska kravið
er burturvið
Danskur professari í búskapi heldur,
at føroyska ynskið um eina skiftistíð í
15 er fullkomiliga órímuligt
7
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 114 - 17. juni 2000
6
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 114 - 17. juni 2000
Sosialurin - 311820
Sp/f Eyðbjørn Hansen -Bilasøla
Varðagøta 75 • FO-100 Tórshavn • Tel. 313375 og 213375 • Fax 31 14 95
Heimasíða: www.suzuki.fo • E-mail: suzuki@suzuki.fo
Wagon R+: kr. 129.900,-
b¾Ýi st¿rri og skjtari...
Tann nàggi Wagon R+
fr SUZUKI er komin nàggjari tgvu,
...nàggjur hv¿rjari trom og
egg