mikudagur 28. mars 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. mars 2012 · Nr. 38
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sólarmyrkingar-eldhugað
gera seg klárar til 2015
SÓLARMYRKING 20. mars í 2015 verður løtan har Føroyar veruliga verða kendar kring allan
heimin. Tí júst tann dagin verður full sólarmyrking í Føroyum. Longu nú gera amerikansk
sólarmyrkingar- eldhugað seg klár at koma til Føroya í hópatali í mars 2015
Heri Simonsen
Paul Swart úr deilríkinum
Oregon og Aram Kaprelian
úr deilríkinum, Arizona í
USA vóru við einum fleiri
tjóða ferðaliði, sum vitjaði í
Føroyum farna vikuskiftið.
Kent Christensen frá 62
Norður hevur verið ferða
leiðari hjá hesum serliga
ferðaliðnum av sólarmyrk
ingar-entusiastum, sum vilja
tryggja sær, at alt er væl
fyrireikað og klárt, tá teir
koma aftur til Føroya í mars
2015, fyri at síggja ta fullu
sólarmyrkingina, sum kann
upplivast í Føroyum tann 20.
mars í 2015.
Aram Kaprelian greiðir
soleiðis frá í Rásarúminum í
Miðlahúsinum:
– Um trý ár verður talan
um eina fulla sólarmyrking,
sum tað ber til at uppliva
kring allar Føroyar. Vit í
ferðalagnum eru her í Før
oyum í góðum samstarvi
við okkara góðu vinir í 62
Norður, Kent og Mariu, sum
hava tikið sær so væl av
okkum. Kent og Maria hjálpa
okkum
at
gera
ymiskar
kanningar í samband við, at
vit hava ætlanir um at fáa
eitt stórt ferðalið av fólki úr
øllum heiminum til Føroya,
sum vilja sleppa at uppliva ta
fullu sólarmyrkingina í 2015,
greiðir Aram Kaprelian frá.
»Eclipse-chasers« er heitið,
Aram Kaprelian brúkar um
seg sjálvan og øll hini, sum
koma til Føroya at uppliva ta
fullu sólarmyrkingina.
– Talan er um fólk, sum
ferðast kring allan heimin
fyri at uppliva sólarmyrk
ingar. Tey koma tó ikki bara
fyri at uppliva sólarmyrk
ingar. Tey ferðast eisini til
tey ymisku londini, har sólar
myrkingarnar henda, fyri
veruliga at uppliva hesi lond
ini. Vit hava verið í Turka
landi, Suður-Afrika, libysku
oyðimørkini, og nú fara vit
so til eitt stað, sum nevnist
Føroyar, fyri at uppliva eina
fulla sólarmyrking um trý ár,
sigur Aram Kaprelian.
Full sólarmyrking
ger Føroyar kendar
Spurdur um hann hevði
hoyrt um Føroyar, áðrenn ta
fullu sólarmyrkingina, svarar
Aram Kaprelian:
– Tað er møguligt, at eg
havi hoyrt um Føroyar áður,
men tað hevur verið ógvuliga
lítið. Paul Swart staðfestir, at
tann fulla sólarmyrkingin fer
at gera Føroyar kendar kring
heimin.
– Tann fulla sólarmyrk
ingin kann eisini upplivast
á Svalbard, so tað verða bert
tvey støð, har hon kann upp
livast, nevnliga Svalbard og
Føroyar. Vit í ferðalagnum
eru ógvuliga hugtiknir bæði
av Føroyum og av Svalbard.
Vit meta, at vit kunnu bera
so í bandi, at fleiri hundrað
fólk koma til Føroya, fyri at
uppliva sólarmyrkingina.
Við í ferðalagnum hjá okk
um hesaferð er ein japanari,
sum væntandi fer at standa á
odda fyri einum japonskum
ferðaliði, sum kemur higar
í mars 2015. Vit hava fólk úr
Evropa, Avstralia, snøgt sagt
úr øllum heiminum, sum eru
áhugað at koma til Føroya,
fyri at síggja ta fullu sólar
myrkingina.
Byggja nakað upp
rundanum hendingina
Í tíðarmáli kemur tann fulla
sólarmyrkingin einans at
vara hálvantriðja minutt.
– Fólk skipa fyri slíkum
ferðum fyri at uppliva eina
serstaka hending, sum bert
varir hálvantriðja minutt,
men vit ætla at byggja nakað
upp rundan um teir hálvu
triðu minuttirnar, sum tann
fulla sólarmyrkingin kemur
at vara. Vit ætla sanniliga at
uppliva náttúruna og ment
anina í Føroyum. Vit ætla at
fara ein túr á rossabaki, vit
ætla at fara fjalltúrar, og vit
ætla at síggja øll tey vøkru
støðini, sum Kent frá 62
Norður hevur víst okkum.
So hetta er ein einastand
andi møguleiki at uppliva
heimin á ein nýggjan hátt.
Talan verður ikki um eina
vanliga turistferð, staðfestir
Aram Kaprelian.
heris@sosialurin.fo
Amerikonsku sólarmyrkingar-fjepparar, Paul Swart og Aram Kaprelian í Ras2