Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-28, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. mars 2012síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 28. mars 2012 · Nr. 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Thorshavn aftur til heiður og æru SIGLINGARSØGA Nú sleppa føroyingar og útlendingar við at uppliva mentanar­ stovnin Thorshavn, tí tvøráfólk hava keypt skipið, sum skal nýtast til ferðavinnu, samstundis sum hann skal virka sum maritimi parturin av verkætlanini, SALT Leo Poulsen Upprunaliga ætlanin hjá einum áhugafelagsskapi á Tvør­oyri, var at seta Kúrberg í stand, men hendan ætlanin er nú fyribils slept. – Tankin um at varðveita eitt træskip birtist veruliga, tá regattain vitjaði her á Tvør­oyri í fjør. Tvøroyri var jú fiski­vinnu høvuðsstaðurin burtur av, við ótaldum slupp­ um á fjørðinum, so á tann hátt er tað náttúrligt, at varð­ veita eitt træskip á stað­num, sigur ein av stigtakarunum, Jóannes Eidesgaard. Stig vórðu tí tikin til at seta á stovn eitt áhugafelag, sum skuldi útvega eitt træ­ skip, sum síðani skuldi setast í stand. – Valið fall á Kúrberg, men skipið er í ógvuliga vána­ ligum standi, og tað skuldi eitt ótrúliga stórt arbeiði til, fyri at seta skipið í stand. Í veruleikanum ver tað bert sjálvur skrokkurin, ið kundi nýtast, sigur Jóannes Eides­ gaard. Tað var tí ein øgilig upp­ gáva at fara undir, men so hendi tað, at Thorshavn varð lýstur til sølu, og tað var ein mun­andi meiri takksom upp­ gáva at fara undir. – Vit gjørdu so av at leggja eitt boð inn, og tað endaði við, at vit fingu skipið, sigur Jóannes Eidesgaard. Fremsta endamálið við at keypa Thorshavn er at varðveita eitt træskip á Tvør­ oyri, men keypið hevur so sann­iliga eisini annað enda­ mál. – Tað er fyri at kunna savnast um nakað spenn­ andi, samstundis, sum søgan verður varðveitt. Tað eru menn, sum sigla úti, ella hand­verkarar og onnur, sum fáa okkurt av savnast um og at putla við í frítíðini, sam­ stundis sum vit varðveita ein part av siglingarsøguni, sigur Jóannes Eidesgaard. Partur av læknastríðnum Ein onnur síða av sakini er, at skipið kann nýtast innan ferðavinnuna. – Thorshavn er sera fitt­ ligur til ferðavinnuna, tað veri seg ein túr runt Suðuroynna, ella ein túr út á Dímunarnar. Og so ber sjálvandi eisini til at gera fiskitúrar við ferðafólki, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann sigur, at tað vindur alt meiri upp á seg, at út­ lendsk ferðafólk eisini vilja uppliva Føroyar av sjónum, og tá er Thorshavn serliga væl egnaður. – Skipið er í upprunastandi, har er einki broytt. Við skip­ um sum Westward Ho, og Jóhannu, er so at sig alt undir dekki broytt, tí hetta vóru uppruna fiskiskip. Thorshavn varð bygt til embætis­mannaverkið, hann hevur havt sama eigara alla tíðina, og hevur eisini verið við­líkahildin øll árini, sigur Jóannees Eidesgaard. Hann heldur, at Thorshavn hevur ein ávísan týdning fyri flest allar føroyingar. – Eitt nú var Thorshavn á sín vís ein partur av lækna­ stríðnum í Klaksvík, tí tá embætismenn og løgregla skuldi til Klaksvíkar at »seta klaksvíningar upp á pláss«, varð Thorshavn ofta nýttur sum flutningsskip, sigur Jóannes Eidesgaard. Eisini var Thorshavn við í bjargingararbeiðinum, tá jaldrið fórst á Mjóvanesi, 26. juni 1946. – Hetta kemur millum ann­að fram í frásøgn eftir fólki, sum var tið Tjaldrinum hendan túrin, og sum vórðu tikin upp av Thorshavn, sigur Jóannes Eidesgaard. Broyta viðtøkurnar So Thorshavn hevur sína søgu­ligu plasering, bæði tá tað kemur til siglingarsøgu og føroyasøgu í síni heild. – Tað, sum er gott í mun til Kúrberg er, at Thorshavn er í rættiliga góðum standi. Tað krevst tí ikki nógv annað til, enn at shina hann eitt sindur upp. Tú kanst tiga, at tað einasta gamla umborð, er motorurin, sum er ein Alpha frá 1949, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann sigur, at yvir­tøku­ dagurin er 1. apríl, og eftir henda dag verður Thorshavn sigldur suður á Tvøroyri. – Vit taka hann suður í páskavikuni, og mikukvøldið í komandi viku verður fundur í áhugafelagnum, har viðtøkurnar verða broyttar, so at tað í staðin fyri Kúrberg, nú verður Thorshavn, ið verð­ur settur í stand,sigur Jóannes Eidesgaard. Hann væntar, at tað verð­ ur eingin trupulleiki, tí teir hava bert hoyrt positivar aftur­meldingar um keypið av Thorshavn. – Eitt annað merkisvert, sum fer fram 1. apríl er, at tá verður føroyska merkið vund­ið í húnar hátt. Thorshavn hevur líka síðani hann varð bygdur í 1940 siglt und­ir Dannebrog, sigur Jóannes Eidesgaard. Spryd Tað skuldi ikki verið nógv ann­að at gjørt við skipið, enn at klínt nakað av máling á her og her, tí Thorshavn varð høvuðs­umvældur í 2005. – Upprunaliga hevði Thors­havn spryd, og tað er nokk ætl­anin at fáa tað sett á hann aftur. Sjálvandi fer neyvan at bera til at sigla við seglum eina, men tey kunnu so hjálpa til, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann sigur, at tá Thorshavn er fingin í upp­ runa­stand aftur fer hann at líkjast Draganum. – Vit góvu 500.000 krónur fyri Thorshavn, og tað halda vit, at hann er verdur. Men tá tú keypir eitt gamalt træskip so veit tú, at tað krevur nógv viðlíkahald, sigur Jóannes Eidesgaard, sum væntar sær nógv av keypinum. Thorshavn ska nevniliga knýtast saman við einari aðr­ari stórari mentanarligari verk­æltlan á Tvøroyri. – Vit síggja hetta keypið sum ein maritiman part av verk­ætlanini SALT, sig­ur Jóannes Eidesgaard, ein av stig­tak­arunum til keypið av stoltu snekkjuni hjá Ríkis­ um­boðnum, Thorshavn. leo@sosialurin.fo Thorshavn eigur stóran part í føroysku søguni