Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-28, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. mars 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. mars 2012 · Nr. 38 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eiríkur fór til gravar, frá Vestmanna kirkju, leygar­dag­ in 2. mars í sonnum ill­veðri. Hann ynskti sjálvur at hvíla í Vestmanna, har tey hava búð flestu árini. Stór mannfjøld fylgdi, og vitjaði í stásiliga misjóns­ hús­inum aftaná, fyri at vísa Eiríki virðing og teim eftir­ sit­andi stuðul. Eiríkur var hornfirðingur úr Høfn. Har aldist hann til mans, og fór millum annað at arbeiða á mjólkarvirki teirra. Seinni fór hann til Dalum á Fjóni at ganga í meiarískúla, og gjørdist stjóri á meiarínum í Høfn 27 ára gamalur. Hann varð í tænastu við verjuskipi meðan eitt toska­ kríggj var í millum Bretland og Ísland. Í hesum sambandi kom fyrsta ábendingin um føroysku lagnu hansara. Verjuskipið kom inn í Vestmannaoyggjar at bunkra, og har í millum var winar­ breyð. Eirikur var sendur til bakara og í hurðini gjørdist samanstoytur við eina vakra føroyska gentu. Um kvøldið var dansur og har møttust tey so aftur, og síðani hava tað verið tey. Gentan var Rann­vá (Bessa) Didriksen úr Vestmanna. Av góðum smið­ slagi runnin, sum m.a. komu av Hvítanesi. Tey giftust og búsettust í Høfn, fingu einkardóttrina Annu, og hon eigur tvey børn, sonin Bjørgvin Annan og dóttrina Rannvá Bjørk. Tey búgva í Reykjavík. Støðið Í 1978 høvdu búnaðarmenn í Føroyum tikið seg saman um at fara undir mjólkarvirkið. Stovnað varð eitt luta­ felag (ella andeilsfelag) eftir danskari og íslendskari fyri­ mynd. Felagið er enn luta­ felag, og nú tað einasta í land­ inum, og felagið kláraði enntá kreppuna í nítiárunum, sum ein av fáum fyritøkum í land­ inum. Tað var Karstin Ras­mus- sen, sáli, á Jarðarráðnum sum var drívkraftin fyri tí hand­ liga arbeiðinum at fáa bygg­ ing og alt tað í gongd, aftaná drúgvt forarbeiði hjá millum øðrum Pálli Paturssyni, sála, Jóanesi Dalsgarð, Hanusi í Mið­stovu, sála, Fritleifi Joen­ sen og Óla Kristiani Debess og fleiri øðrum. Karstin “heintaði” síðani Eirik til stjórauppgávuna, um­borð á Smyrli tá Eddi, Bessa og Anna skuldu heim aftur til Íslands eftir summ­ ar­frítíð í Føroyum. Soleiðis kom føroyska lagna Eiriks í stuttum í lag. Hann var stjóri frá 1978 og til hann nú andaðist. Í fyrstuni var umbygging, veiting av útgerð og inn­ rætt­ing á skránni. 1. apríl í 1980 tók Mjólkarvirkið Búnaða­rmanna ímóti fyrstu mjólkini á nýggja virkinum. Seinni broytist navnið til Meginfelag Búnaðarmanna tí felagið noyddist at taka á seg nógv annað virksemi til frama fyri landbúnaðin. Tað gjørdist eitt megnar Meginfelag Búnaðarmanna Eirikur nú alt ov tíðliga letur eftir seg. Bert tey fægstu vænt­aðu at so væl fór at ganga. Tað er mongum fyri at takka. Ikki minst vituga, vinar­ liga, skemtingarsama og treiska javvarinum Eiríki. Sjálv­andi saman við góðum starvs­fólki, nevndum, sam­ arbeiðsfyritøkum og dyggum netverki. Kanska er ein partur av frágreiðingini at hann “and­ aði so nógva frælsa luft” í seg í Íslandi áðrenn tey komu heim til Føroyar. Menning og menska Skal nakað fáast at ganga er neyðugt at hava trúgv á ætlanina og sjálvsálit. At trúgva á egnan mátt og megi. “Smá men kná” kundi veri eitt mantra. Hetta er eisini eitt støði í alheimsvísundi. Kong–Fu-Tse, kinverskur filosoffur segði fyri einum 2500 árum síðani: “Eitt fólk (ella tjóð) uttan sjálvsálit glatast”. Hesi orð kunnu snúgvast Eiriki og MBM. Eg kom, av tilvild, at starvast sam­an við Eiriki í 14 ár, frá 82 til 96, harav 12 ár sum nevnd­ arformaður. Tað var av sonnum ein byltingartíð, bæði innan­ felags og samfelagsliga. Eg vil rósa Eiriki fyri eginleikan at koma víðari, at herja á aftur, og vinna á næstu forðing. Sjálvt um ósemjur kundu vera um mál, so skalaðist per­sónliga vinarlagið ongan­ tíð. Og úr øllum hesum kom framburður og framgongd. Tað er ikki sørt stórt. Veit ugga og styrki til Rann­vá, Onnu og børnini, eins og móðir og systkin hans­ara. Fjálg eru minnini! Alt tað besta! Hanus Vang Nøvn Eiríki Ólafi Thorvaldssyni til minnis føddur 12. november 1947 , deyður 24. februar 2012 13 heilsuhjálparar fingu tann 23. mars prógv á Heilsuskúla Føroya. Aftast frá vinstru: Sóleyð J. Vang Norðskála, Jóna Lyngvej Tórshavn, Julia Petersen Fuglafjørður, Bergitha Winther Tvøroyri, Vígdis E. Ingvardsdóttir Jacobsen Tórshavn, Susie Norðberg Tvøroyri, Jóna Vejhe Porkeri og Maud F. Johnsdóttir Skáli. Fremst frá vinstru: Ingrid Klein Hoyvík, Reidar Joensen Vágur, Ann Maria Rubeksdóttir Øravíkarlíð, Heri Johansen Miðvágur og Paulina M. Norðberg. Nýggir heilsuhjálparar