mikudagur 28. mars 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 28. mars 2012 · Nr. 38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Tænarar fólksins ella mammons
Frank Davidsen
Tað er einki minni enn ein
landaskomm
nú
skitnu
klæðir landsstyris og løg
tingsmanna, enn einaferð
verða løgd á blik. Tað verður
mangan sagt á donskun, "at
finde en grimasse der kann
passe", men í hesum føri er
tað so himmalrópandi ørt,
at eingin við síni fullu fimm
kundi funnið uppá, at sagt
nakað annað.
Landstyrisfólk fáa afturat
teirra vanligu løn 16.000 kr.
um
mánaðan
skattafrítt,
tað vil siga tað sama sum
eina eyka inntøku omanfyri
30.000 kr. um teir vóru
skattskyldugir. Hesa løn fáa
hesi fólkini fyri, at koyra frá
ímillum annað Klaksvík til
arbeiðsplássið í Tórshavn.
Har afturat so hava somu
fólkini eina pensiónsskipan
íð kostar 100.000 kr. um
mánaðan, næstan eitt hálvárs
avrik hjá einum vanligum
arbeiðs ella flakamanni ella
kvinnu.
Sambært sitand fíggjar
nevndarformanni, so er hetta
ikki meira enn rímiligt, tí
sum hann segði " annars fekk
ein ikki tey væl kvalifiseraðu
fólkini at stilla upp til løg
tingi" . Helst var tað orsøkin
til, at hann frávaldið poli
tikkin og fór í annað starv.
Hansara sjónarmið er ein
total undirmeting av teim
um sum eru sinnaði at
fara upp í politik sum fólk
sins tænarar, heldur enn
tænarar
mammons.
Men
gott var, at hann kundi
detta inn aftur í politikkin,
tá hansara ambitiónir ikki
rukku á tí privata økinum.
Hetta er sami maður sum
áðrenn løgtingsvalið lovaði
veljarnum, at flokkur hans
ara kom at " fáa 200 milliónir
í kassan, so tað galt um at
velja rætt".
Ein annar fíggjarnevnd-
arlimur
sum
umboðar
landsstýri, hevði eina upp
aftur løgnari grundgeving
til at rættvísgera sína sak.
Tey sum búgva í miðstaðar
økinun segði hann, tey hava
meðan
tingfunndir
eru
møguleika at fara til hús og
tøma vaskimaskinuna. Og
tí tók hann tað sum eina
sjálvfylgju at hann skal hava
6.7000 kr skattafríðar krónur
til at flyta seg millum bústað
og arbeiðspláss, tí hann er
búsitandi
í
Eysturoynni.
Álvaratos, at fáa tað sum
svarar til eina skattskylduga
inntøku á umleið 14.000
krónur fyri at koyra seg tiil
100 tingfundir, og so royna at
rættvísgerða tað, tað er totalt
langt úti.
Tá er gramleikin so ógvus
ligur, at vit og skil kámast
burtur í eini mammons girnd,
har viðkomandi groft undir
metir tey íð hava valt hann
til at umboða seg á løgtingi.
Varð sjálvur valdur inn
á løgting í 1990. Tá var lønin
um eg minnist rætt áleið
13.000 kr. Kom í eina tvístøðu
hvussu eg skuldi fyrihalda
meg í samband við at eg
hevði fasta mánaðarløn í
øðrum starvið.
Spurdi meg fyri á røttum
stað hvat var at gera, nú eg
hevði tvær fastar mánaðar
lønir. Svarið var ikki serliga
nøktandi, eins og eg hevði
varhugan av, at hetta var
fyrstu ferð at spurningur
varð settur í hesum sam
bandið.
Fekk so eina avtalu, har
eg skriftliga váttaði hvørj
ar dagar eg ikki var til ar
beiðis
á
mínum
vanliga
arbeiðsplássið.
Nevndu
dagar vóru so mótroknaðir í
løgtingslønini. Seinri greiddi
ein álítandi kelda mær frá,
at hetta var einasta ferð at
nakað
løgtingsfólk
hevði
sett spurnartekin hesum við
víkjandi.
Tá livdi óskattaði kostn
aðargjaldið
eisini
sítt
ómoralska lív. Hinvegin so
eru lønir løgtingsman síðan
tá nærum trýfaldaðar, eins
og ferðingin hjá løgtings ella
landsstyrisfólki tekur stytri
enn ein tíma hvønn vegin, í
hvørt fall norðanfjørðs.
Løgtingsumboð hava sum
fyrr sagt eitt lønarlag íð er
34.000 kr um mánaðan fyri
umleið 100 arbeiðsdagar, tað
er umleið 4000 kr. um dagin.
Um tað ikki er nøktandi,
so eigur teirra løn at verið
hækka,
ístaðin
fyri
tað
óskattaða kostnargjaldið íð
tey fáa í dag.
Sambært Poul Michelsen
so ætlar løgmaður at bróta
styrisskipanarlógina til tess
at kostnaðarendurgjaldið ikki
verður avtikið. Samstundis
góðtekur
sami
løgmaður,
at pensiónirnar hjá okkara
pensionistum liggur langt
undir
fátækramarkinum
hjá OECD. Jú tað má sigast
at vera ófatuligt ósmædni,
tá okkara fólkavaldu ikki
eru sinnaðir at gjalda skatt
av teirra inntøku. Teir høvdu
jú við flatskattinum lagt upp
fyri bert at skattast við 40 %.
Men teir halda hinvegin, at
tey sum ongan fyrimun fingu
av flatskattinum, tey kundu
akkurát tað sama gjalda fyri
tey sum royna at sleppa sær
undan at gjalda skatt. Tey
áttu at skamma seg.
Levi Mørk
Formaður í byggi og
byarskiparnarnevndini
Býarbókasavnið
gevur ein
livandi miðbý
Sum formaður í Byggi og
Býarskiparnevndini,
eri
eg sera fegin um, tað økta
virksemi sum Býarbókasavn
ið gevur miðbýnum í dag.
Serliga síðani hølisvið
urskiftini eru broytt á býar
bókasavninum og har er nú
er bæði Is Café, tráðleyst
internet, og alt tað er sam
antvinna við at læna bøkur.
Eisini er at fegnast um, at
Býarbókasavnið hevur økt
munandi um vitjunartalið
seinastu tíðina
Nú er tíð til, at fáa inn
rættað kjallaran á Býarbóka-
savninum, soleiðis at td
barnafamiljur kunnu koma
at vitja og harvið verður
eisini meira trivnaður og enn
meira ein skapandi livandi
miðbýur.
Somuleiðis er eisini at
fegnast um, at har ber nú til
at hava ymiskar framførslur
og tiltøk.
Tórshavnar býráð skal nú
taka støðu til, at játtað 1,5 til
innrættan av kjallarahæddini,
sí stutta lýsing her.
Býarbókasavnið varð í
2010 og 2011 lutvíst umbygt i
kjallaranum og veghæddini.
Í fíggjarætlanini fyri 2012
eru settar 1,5 mió, og sam
bært fíggjarætlanartekstin
um er tað til framhaldandi
dagføring, serliga kjallaran
um. Endamálið er at víðka
um virksemismøguleikarnar
og gera býarbókasavnið enn
sjónligari og virknari í gongu
gøtuni.
Ynskiligt
hevði
verið
við heildarætlan fyri allan
bygningin, so at virksemið
bæði í mun til starvsfólk og
tænastur til tey vitjandi, børn
sum vaksin, kann skipast
betri enn í dag.
Kjallarin er lutvíst myrkur
(móti gongugøtuni, trappa
niður frá café-økinum). Hin
parturin, sum vendir móti
Tórsgøtu, fær hinvegin gott
dagsljós og er lutfalsliga stór
ur, eins og at niðurgongd er
gjøgnum høvuðstrappuna.
Myrki og ljósi parturin kann
møguliga skiljast heilt sund
ur í tvey sjálvstøðug rúm.
Málið hevur er samtykt
í
mentamálanevndini
og
fíggjarnevndini, har mælt
var til, at játta kr. 1,5 mió til
Býarbókasavnið (løgujáttan)
til framhaldandi dagføring
serliga av kjallaranum.
Hetta er at fegnast um,
og er tað rættað stigið fyri
áhaldandi at fáa lív aftur í
miðbýin. Vit skulu hava ein
livandi miðbý og tað er Býar
bókasavnið eitt gott dømi
um.